Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. apríl 2014 Nr. 22

Kunngerð um broyting í kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin)

(Endurnýtslu av próvtøkuspurningum til munnliga próvtøku)

§ 1 Í kunngerð nr. 8 frá 22. januar 2013 um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum verða gjørdar hesar…

Í kunngerð nr. 8 frá 22. januar 2013 um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 12, stk. 4 verður orðað soleiðis: ”Stk. 4. Próvtøkuspurningar til eina munnliga próvtøku skulu próvtakararnir fáa við lutakasti, um ikki annað er ásett. Lutakast vil í hesum sambandi siga, at við próvtøkubyrjan liggja allir próvtøkuspurningar frammi og hvør próvtakari velur sær ein próvtøkuspurning, so hvørt próvtøkan fer fram. Talið av próvtøkuspurningum skal í minsta lagi vera tríggir fleiri enn próvtakaratalið. Sami próvtøkuspurningur kann vanliga ikki lutast út meir enn einaferð, um ikki annað er ásett í námsætlanini fyri próvtøkulærugreinina.” 2. § 41, stk. 4, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2) Í lærugreinum á A-stigi, sum hava skrivliga og munnliga próvtøku, skal næmingurin í minsta lagi upp í antin skrivligum ella munnligum. Mentamálaráðið staðfestir eftir einum raðfestum lista, hvørjar lærugreinar talan er um, og ásetir um próvtøkuformurin skal vera skrivligur ella munnligur.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 7. apríl 2014 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙