Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2020 Nr. 217
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons
(Útseta gildiskomuna fyri treytini um mark fyri lønarinntøku)
§ 1 Í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av…
Í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, verður § 5, stk. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. § 2 kemur í gildi 1. januar 2021, tó undantikið § 2, stk. 1, nr. 2, og stk. 2-5, sum koma í gildi 1. januar 2022.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 22. desember 2020 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.