Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. desember 2025 Nr. 215

Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág fyri 2026

Við heimild í § 18, stk. 9 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), løgtingslóg nr. 159 frá 20. desember 2023, verður ásett:

§ 1 Fyri persónar í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til…

Fyri persónar í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 980 kr.

§ 2 Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 980 kr., er tilskotið

Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 980 kr., er tilskotið: 1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 980 kr. og upp til 1.595 kr. 2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.595 kr. og upp til 3.189 kr. 3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 3.189 kr. og upp til 6.378 kr. 4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 6.378 kr.

§ 3 Fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til…

Fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 980 kr.

§ 4 Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 980 kr., er tilskotið

Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 980 kr., er tilskotið: 1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 980 kr. og upp til 2.000 kr. 2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.000 kr. og upp til 2.533 kr. 3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.533 kr. og upp til 2.836 kr. 4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 2.836 kr.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 143 frá 20.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 143 frá 20. desember 2024 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág fyri 2025. Almanna- og heilsumálaráðið, 19. desember 2025 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Bjørgfríð Ludvig (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙