Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. februar 2025 Nr. 21

Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av námsfrøðingum

(Broytingar í ásetingum um samstarvsráð)

§ 1 Í kunngerð nr. 102 frá 17. juni 2021 um útbúgving av námsfrøðingum, verður § 14 strikað, og í…

Í kunngerð nr. 102 frá 17. juni 2021 um útbúgving av námsfrøðingum, verður § 14 strikað, og í staðin verður sett: “§ 14. Landsstýrisfólkið setur eitt samstarvsráð fyri útbúgvingina til námsfrøðing. Endamálið við ráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini til námsfrøðing og av námsfrøðiyrkinum sum heild. Stk. 2. Ráðið verður mannað við: 1) einum umboði, ið landsstýrisfólkið velur, 2) einum umboði, ið Kommunufelagið tilnevnir, 3) einum umboði, ið Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir, 4) einum umboði, ið Føroya Pedagogfelag tilnevnir, 5) einum umboði, ið landsstýrisfólkið við almannamálum tilnevnir, 6) einum umboði, ið Almannaverkið tilnevnir, 7) einum umboði, ið dagstovnaráðið tilnevnir, 8) einum umboði, ið Sernám tilnevnir, og 9) einum umboði, ið tey námsfrøðilesandi velja. Stk. 3. Partarnir tilnevna, so vítt møguligt, ein mann og eina kvinnu. Stk. 4. Ráðið verður sett fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Einstakir ráðslimir kunnu verða endursettir. Stk. 5. Landsstýrisfólkið velur formann og skrivara í ráðnum. Ráðið ger sjálvt sína starvsskipan.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 28. februar 2025 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙