Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. mars 2017 Nr. 21

Kunngerð um endurvenjing innan sjúkrahúsverkið

Við heimild í § 6 a, stk. 4 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2015, verður ásett:

§ 1 Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava læknafakliga grundaðan tørv…

Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing á sjúkrahúsi. Stk. 2. Endurvenjing verður veitt, tá ið sjúklingur er innlagdur, men kann eisini verða veitt, tá ið sjúklingi tørvar ambulanta endurvenjing. Stk. 3. Sjúkrahúsverkið kann, fyri at røkja sína skyldu sambært stk. 1, gera avtalur, m.a. um keyp av tænastum, við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar.

§ 2 Endurvenjing fevnir um miðvísa, tíðaravmarkaða og fyriskipaða venjing, sum hevur til endamáls, at…

Endurvenjing fevnir um miðvísa, tíðaravmarkaða og fyriskipaða venjing, sum hevur til endamáls, at sjúklingurin í størst møguligan mun kann endurvinna sínar mistu førleikar, bæði likamliga, kognitivt og sálarliga.

§ 3 Endurvenjing verður veitt, tá ið lækni hevur staðfest ein tørv á endurvenjing, og byrjar, so…

Endurvenjing verður veitt, tá ið lækni hevur staðfest ein tørv á endurvenjing, og byrjar, so skjótt sum tað er ráðiligt í mun til heilsustøðuna hjá sjúklinginum. Stk. 2. Endurvenjingin endar, tá ið lækni hevur staðfest, at endurvenjing á sjúkrahúsi er liðug ella tá ið tað er staðfest, at førleikin ikki kann endurvinnast.

§ 4 Sjúkrahúsverkið tilnevnir eitt heilsustarvsfólk at hava ábyrgdina av at samskipa…

Sjúkrahúsverkið tilnevnir eitt heilsustarvsfólk at hava ábyrgdina av at samskipa endurvenjingartilboðið til sjúklingin sambært hesi kunngerð. Stk. 2. Skipað verður fyri innskrivingarsamrøðum og útskrivingarsamrøðum o.a. á sjúkrahúsinum, har avvarðandi heilsustarvsfólk, sjúklingurin, hansara avvarðandi og um neyðugt onnur luttaka. Stk. 3. Um lækni metir, at sjúklinginum tørvar endurvenjing frá Almannaverki ella kommunu eftir útskrivan, skal sjúkrahúsverkið samstarva við hesar myndugleikar um framhaldandi endurvenjing. Stk. 4. Um lækni metir, at sjúklingur, ið fær endurvenjing frá Almannaverki ella kommunu, tørvar endurvenjing frá sjúkrahúsi, skal sjúkrahúsverkið samstarva við hesar myndugleikar um framhaldandi endurvenjing. Stk. 5. Samstarv sambært stk. 2-4 skal setast í verk skjótast gjørligt í endurvenjingartilgongdini.

§ 5 Í sambandi við, at endurvenjing verður veitt, skal sjúkrahúsverkið bjóða sjúklinginum eina…

Í sambandi við, at endurvenjing verður veitt, skal sjúkrahúsverkið bjóða sjúklinginum eina endurvenjingarætlan. Stk. 2. Endurvenjingarætlanin skal verða gjørd í samráð við sjúklingin. Stk. 3. Byrjað verður við at lýsa endurvenjingartilgongdina, ímeðan sjúklingur er innlagdur ella undir ambulantari endurvenjing.

§ 6 Endurvenjingarætlanin skal í minsta lagi fevna um

Endurvenjingarætlanin skal í minsta lagi fevna um: 1) sjúkrasøguna hjá sjúklinginum, 2) frágreiðing um førleikar, herundir mistar førleikar hjá sjúklinginum, 3) innihaldið í endurvenjingartilboðnum á sjúkrahúsinum, 4) hvat endurvenjingin miðar ímóti í ítøkiliga førinum, 5) nær endurvenjingin byrjar, sbrt.§ 3, stk. 1, 6) nær endurvenjingin væntandi endar, sbrt. § 3, stk. 2, 7) hvør samskipar arbeiðið við endurvenjingini, sbrt. § 4, stk. 1, og 8) samtykki frá sjúklinginum til, at endurvenjingarætlanin kann latast øðrum viðkomandi myndugleikum.

§ 7 Sjúklingurin skal í seinasta lagi við útskrivan av sjúkrahúsi, ella tá ið ambulanta…

Sjúklingurin skal í seinasta lagi við útskrivan av sjúkrahúsi, ella tá ið ambulanta sjúkrahúsendurvenjingin er liðug, fáa endurvenjingarætlanina. Stk. 2. Harumframt skal endurvenjingarætlanin, við samtykki frá sjúklinginum, latast avvarðandi kommunu, Almannaverkinum ella øðrum sjúkrahúsi, um endurvenjing skal halda áfram har.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 21. mars 2017 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙