Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mars 2018 Nr. 21
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar
(Leingja umsóknarfreistina)
§ 1 Í kunngerð nr. 6 frá 23. januar 2003 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar…
Í kunngerð nr. 6 frá 23. januar 2003 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”. 2. Í § 4, stk. 3, nr. 7 verður “, umframt váttan um, at móðirin ikki í tíðarskeiðinum, faðirin søkir um barsilspening, samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá Barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið” strikað. 3. Í § 8 verður “ella hefti” strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samferðslumálaráðið, 16. mars 2018 Henrik Old (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.