Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mars 1984 Nr. 21
Kunngerð um bann móti laksaveiðu uttanfyri landleiðina
Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 22. september 1978 um regulering av føroyskum fiskiskapi uttanfyri landleiðina og eftir samráð við marknaðarnevnd løgtingsins, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Tað er bannað skipum, sum hava heimstað og eru skrásett í Føroyum, at reka vinnuliga laksaveiðu…
Tað er bannað skipum, sum hava heimstað og eru skrásett í Føroyum, at reka vinnuliga laksaveiðu uttanfyri landleið Føroya í Norðuratlantshavinum norðanfyri 36° N.
§ 2 Brot móti ásetanini í § 1 koma undir bót og heraftrat kann allur fiskireiðskapur, so sum net,…
Brot móti ásetanini í § 1 koma undir bót og heraftrat kann allur fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur, uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað. 2. stk. Um brotið er komi undir straff ella konfiskatión í fremmandum landi ella hinum partinum av kongaríkinum, verður hesum givið gætur í útmetingini av bótini, soleiðis at bótin í givnum føri fellur burtur, og eisini í spurninginum um konfiskatión.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi beinan vegin
Henda kunngerð kemur í gildi beinan vegin.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.