Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. mars 2005 Nr. 21

Kunngerð um samdøgursfrádrátt

Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997, verður ásett:

§ 1 Frádrátturin fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning ella sjúkra- og…

Frádrátturin fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning ella sjúkra- og vanlukkutrygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, verður veittur sum ein samdøgursfrádráttur. Stk. 2. Treytin fyri samdøgursfrádrátti er, at talan er um persón við fullari skattskyldu til Føroya, og at hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi antin í 2 mánaðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið ella í 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið. Stk. 3. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi vunnu lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið henda verður gjørd upp og skal við sjálvuppgávuni leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar.

§ 2 Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands.…

Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands. Frádráttur kann bert verða veittur fyri teir dagar, ið hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttanlands vegna arbeiði í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi. Annar, fyri arbeiði annars óviðkomandi, dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í frádráttartíðarskeiðnum.

§ 3 Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi og fyri arbeiði í útlondum er samdøgursfrádrátturin kr. 300,

Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi og fyri arbeiði í útlondum er samdøgursfrádrátturin kr. 300,-

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2005. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 39 frá 24. mars 2003 um samdøgursfrádrátt Fíggjarmálaráðið, 14. mars 2005 Bárður Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
samdøgursfrádrátt · innanhýsis
Áður galdandi · 24. mars 2003

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙