Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. apríl 2024 Nr. 21

Kunngerð um broyting í kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum

(Brakklegging og frástøðukrøv)

§ 1 Í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum…

Í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum broytt við kunngerð nr. 123 frá 27. november 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 9, stk. 1, § 10, § 11, stk. 1-6 og 8, § 12, stk. 1 og 3, §§ 13, 14, 16 og 17, § 19, stk. 1 og 3, § 20, stk. 1, § 26, stk. 1, §§ 27, 28, 30, 32 og 35, § 39, stk. 1, § 40, stk. 1, § 41, stk. 2, § 42, stk. 1, § 46, stk. 1-3 og § 48, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við løgtingslóg nr. 18. frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 105 frá 13. juli 2017 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 og í § 9, stk. 2, § 10, stk. 2 og 3, § 13, § 16, stk. 2, § 17, § 18, stk. 3 og § 25 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, og í § 9, stk. 5, § 12, stk. 3, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2, § 18, stk. 2, § 19, stk. 4, § 20, stk. 4, § 22, stk. 3, § 27 og § 28, stk. 1, § 30, stk. 6 í løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður ásett:” 2. § 65, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Alibrúk ella rakstrareindir við fiski, sum ikki lúka frástøðukrøvini í § 9, skulu brakkleggjast í minsta lagi 1 mánað í senn, roknað frá tí degi, alibrúkið ella rakstrareindin er tømd og nótir eru tiknar burtur.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 3. apríl 2024 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙