Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
10. desember 2025 Nr. 200
Kunngerð um javning av lestrarstuðli í 2026
Við heimild í § 19, stk. 7 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 8. desember 2023, verður ásett:
§ 1 Javningarprosentið í 2026 er 2,71%
Javningarprosentið í 2026 er 2,71%.
§ 2 Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 5.278…
Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 5.278 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini. Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla, er kr. 4.668 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 3 í løgtingslógini. Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av § 7, stk. 2 ella 3 í løgtingslógini, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 2.248 mánaðarliga sbrt. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.
§ 3 Lestrarlán sbrt. § 8, stk. 1 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.960 um mánaðin
Lestrarlán sbrt. § 8, stk. 1 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.960 um mánaðin.
§ 4 Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 4.455
Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 4.455.
§ 5 Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 3.112
Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 3.112.
§ 6 Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.222 fyri hvørt barnið…
Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.222 fyri hvørt barnið undir 18 ár. Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12, stk. 4 í løgtingslógini er kr. 1.874 um mánaðin.
§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 10. desember 2025 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.