Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
22. apríl 2010 Nr. 20
Kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum
Við heimild í §§ 10, stk. 1, 11, stk. 1, 12, stk. 3, 17, stk. 2, 24, stk. 2 og 25, stk. 4 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum við seinni broytingum, verður ásett:
Dekks-, maskin- og eindarmanning
Handilsskip
Ófulltikin
§ 1 Ófulltikin dekkari, ófulltikin motormaður og ófulltikin skipsatstøðari skal hava staðið góðkent…
Ófulltikin dekkari, ófulltikin motormaður og ófulltikin skipsatstøðari skal hava staðið góðkent trygdarskeið sbr. § 36. Fulltikin
§ 2 Fulltikin dekkari, fulltikin motormaður og fulltikin skipsatstøðari skal hava staðið góðkent…
Fulltikin dekkari, fulltikin motormaður og fulltikin skipsatstøðari skal hava staðið góðkent trygdarskeið sbr. § 36 og 1) hava havt ávikavist dekstænastu, maskintænastu ella deks- og maskintænastu sum limur í eindarmanningini, á havskipum í tilsamans 18 mánaðir, ella 2) hava staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hava havt ávikavist dekstænastu, maskintænastu ella deks- og maskintænastu sum limur í eindarmanningini, á havskipum í tilsamans 12 mánaðir ella 3) hava fingið góðkent sveinabræv ella læruprógv í einum handverki ella vinnugrein innan jarn- og metaløkið og hava starvast sum ófulltikin motormaður umborð á havskipum í 12 mánaðir Útlendsk prógv
§ 3 Útlendsk prógv um trygdarskeið, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, skal vera givið av einum góðkendum…
Útlendsk prógv um trygdarskeið, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, skal vera givið av einum góðkendum stovni í einum landi, sum uppfyllir ásetingarnar í STCW-sáttmálanum. Fiskiskip Ófulltikin
§ 4 Ófulltikin dekkari og ófulltikin motormaður skal hava staðið góðkent trygdarskeið, sbr. § 37
Ófulltikin dekkari og ófulltikin motormaður skal hava staðið góðkent trygdarskeið, sbr. § 37. Fulltikin
§ 5 Fulltikin dekkari og fulltikin motormaður skal hava staðið góðkent trygdarskeið sbr. § 37 og
Fulltikin dekkari og fulltikin motormaður skal hava staðið góðkent trygdarskeið sbr. § 37 og 1) hava havt ávikavist dekstænastu ella maskintænastu á havskipum í tilsamans 18 mánaðir, ella 2) hava staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hava havt ávikavist dekstænastu ella maskintænastu á havskipum í tilsamans 12 mánaðir ella 3) hava fingið góðkent sveinabræv ella læruprógv í einum handverki ella vinnugrein innan jarn- og metaløkið og hava starvast sum ófulltikin motormaður umborð á havskipum í 12 mánaðir. Útbúgvingarkrøv til manning við tangaskipum
§ 6 Yvirmenn og fulltikin manning á tangaskipum, skulu hava staðið góðkent eldsløkkiskeið og…
Yvirmenn og fulltikin manning á tangaskipum, skulu hava staðið góðkent eldsløkkiskeið og kunningarskeið um tangaskip (STCW sáttmálin kap. V/I, grein 1 og A-V/1 um “Tanker Familiarization Course”) og hava fingið eitt tangaskipaprógv, sum skjalprógvar, at viðkomandi lýkur hesi krøv. Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri onnur, sum í sambandi við ferming og útgerð til viðgerð av farmi á tangaskipum hava serligar uppgávur og serliga ábyrgd í tilknýti til hesar uppgávur. Stk. 3. Á olju-, kemikaliu- og gasstangaskipum skulu skiparar, yvirstýrimenn, maskinstjórar, 1. maskinmeistarar og ein og hvør annar, við beinleiðis ábyrgd av ferming, uppskipan og eftirliti við farminum umborð, umframt at lúka krøvini í stk. 1, hava fingið sjóvinnubræv til tangaskipaprógv á leiðslustigi frá Skipaeftirlitinum (STCW-sáttmálin kap. V/1, grein 2) fyri tað slagi av tangaskipi, sum tænastan er á. Stk. 4. Fyri at fáa tað í stk. 3 nevnda tangaskipaprógv krevst, at umsøkjarin: 1) hevur gilt sjóvinnubræv sum navigatørur ella maskinmeistari og 2) hevur havt 3 mánaðar tænastu sum yvirmaður umborð á tí slagi av tangaskipi, sum prógvið gevur rætt til tó soleiðis, at tænasta á kemikaliuskipi kann íroknast sum tænasta á oljutangaskipi og 3) innanfyri tey seinastu 5 árini hevur staðið eitt góðkent serskeið fyri tað slagi av tangaskipi, sum prógvið gevur rætt til. Stk. 5. Skipaeftirlitið kann loyva at manning, sum ikki eru yvirmenn, við skipum skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, í staðin fyri tað í stk. 1 nevnda tangaskipaprógv, hevur útlendskt prógv, sum er útgivið samsvarandi ásetingunum í kap. V/1, grein 1, í STCW-sáttmálanum. Vaktarhaldsprógv Brúgvatænasta
§ 7 Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu krevst, at umsøkjarin: 1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til og, 2) er fyltur 16 ár, og antin a) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur havt 2 mánaða dekstænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi brúgvatænastu samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella b) hevur havt 6 mánaða dekstænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meiri, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi brúgvatænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum. Maskintænasta
§ 8 Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til maskintænastu krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til maskintænastu krevst, at umsøkjarin: 1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til og, 2) er fyltur 16 ár, og antin a) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur havt 2 mánaða maskintænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi maskintænastu samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella b) hevur havt 6 mánaða maskintænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meiri, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi maskintænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum. Lokin útbúgvingarmodul fyri næmingar á sjómansútbúgvingum
§ 9 Umframt at kravið um 2 mánaða brúgva- ella maskintænastu skal vera lokið ásetir Mentamálaráðið,…
Umframt at kravið um 2 mánaða brúgva- ella maskintænastu skal vera lokið ásetir Mentamálaráðið, hvørji útbúgvingarmodul skulu verða lokin fyri næmingar á sjómansútbúgvingunum, áðrenn vaktarhaldsprógv verður útskrivað. Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn við handilsskipum
§ 10 Umframt tey serligu krøv fyri at fáa sjóvinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum…
Umframt tey serligu krøv fyri at fáa sjóvinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum sjóvinnubrævi krevst, at umsøkjarin: 1) hevur fingið ta kravdu siglingartíðina við havskipum til støddar 20 bruttotons ella meira antin í dekstænastu, sum skipsatstøðari, ella stýrimansnæmingur, og 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, herundir er skikkaður til kagtænastu, og 3) er myndugur og ikki undir verjumáli, og 4) hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC), og 5) hevur staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa sjóvinnubrævið, í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, at sjóvinnubrævið verður útskrivað soleiðis: a) Til dugnaskaparbræv í sigling krevst dugnaskaparroynd í sigling. b) Til stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum krevst heimaskiparaprógv. c) Til stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum krevst skiparaprógv d) Til stýrimaður á 2. stigi við handilsskipum krevst skipsføraraprógv. e) Til stýrimaður á 1. stigi við handilsskipum krevst skipsføraraprógv. Dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum
§ 11 Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur 3 mánaða siglingartíð, ella 2) hevur 12 mánaða siglingartíð. Stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum
§ 12 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur havt 12 mánaða siglingartíð undir einari góðkendari útbúgvingarskipan, ella 2) hevur staðið endaskeið fyri skipsatstøðarar og síðani hevur havt 15 mánaða góðkenda siglingartíð, ella 3) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur havt 18 mánaða siglingartíð, ella 4) lýkur treytirnar fyri mynstring sum fulltikin skipsatstøðari, hevur 12 mánaða siglingartíð sum skipsatstøðari og skjalprógvar at vera skikkaður til brúgvatænastu ella 5) hevur havt 36 mánaða samlaða siglingartíð. Stýrimaður á 2. ella 3. stigi við handilsskipum
§ 13 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. ella 3. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. ella 3. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur havt 12 mánaða siglingartíð undir einari góðkendari útbúgvingarskipan, ella 2) hevur staðið endaskeið fyri skipsatstøðarar og síðani hevur havt 15 mánaða góðkenda siglingartíð, ella 3) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur havt 18 mánaða siglingartíð, ella 4) lýkur treytirnar fyri mynstring sum fulltikin skipsatstøðari, hevur 12 mánaða siglingartíð sum skipsatstøðari og skjalprógvar at vera skikkaður til brúgvatænastu ella 5) hevur havt 36 mánaða samlaða siglingartíð. Stk. 2. Siglingartíðin í stk. 1, nr. 1-4, skal kunna prógvast við góðkendari útbúgvingarbók, at vera lokin við nøktandi úrsliti. Stk. 3. 12 mánaðir av teirri í stk. 1 kravdu siglingartíðini skulu vera fingnir við havskipum, sum eru til støddar 500 bruttotons ella meira, harav skulu 6 mánaðir vera fingnir við handilsskipum til støddar 500 bruttotons ella meira uttanfyri strandasigling. Umsøkjarar, ið ikki lúka kravið um sigling við handilsskipum, kunnu fáa útskrivað sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum, ið ikki geva rættindi sum yvirstýrimaður. Stk. 4. Umsøkjarar, ið hava staðið skipararoynd, og sum lúka kravið í stk. 3, men ikki hava siglingartíð uttanfyri strandasigling, kunnu fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum við áriti um, at sjóvinnubrævið bert veitir rættindi til at vera í starvi umborð á skipum í strandasigling. Heimaskipari við handilsskipum
§ 14 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur gilt sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum, og 2) er fyltur 20 ár, og 3) hevur heimarætt og 4) hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum krevst. Skipari við handilsskipum
§ 15 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipari við handilsskipum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipari við handilsskipum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur gilt sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum, og 2) hevur heimarætt og 3) hevur siglingartíð í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum krevst, antin a) í 24 mánaðir, harav 12 mánaðir sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella b) í 36 mánaðir sum stýrimaður. Stýrimaður á 1. stigi við handilsskipum
§ 16 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 1. stigi krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 1. stigi krevst, at umsøkjarin: 1) antin hevur gilt sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi, ella hevur gilt sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi og lýkur treytirnar fyri at fáa útskriva sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi og 2) hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi ella 3. stigi við handilsskipum krevst. Skipsførari
§ 17 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsførari krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsførari krevst, at umsøkjarin: 1) antin hevur gilt sjóvinnubræv sum stýrimaður á 1. ella 2. stigi, ella hevur gilt sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi og lýkur treytirnar fyri at fáa útskriva sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi og 2) hevur heimarætt og 3) hevur siglingartíð við skipi til støddar 500 bruttotons ella meiri í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. ella 3. stigi við handilsskipum krevst, antin a) í 24 mánaðir, harav 12 mánaðir sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella b) í 36 mánaðir sum stýrimaður. Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn við fiskiskipum
§ 18 Umframt tey serligu krøv fyri at fáa sjóvinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum…
Umframt tey serligu krøv fyri at fáa sjóvinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum sjóvinnubrævi krevst, at umsøkjarin: 1) hevur fingið ta kravdu siglingartíðina í dekstænastu við havskipum, sum eru til støddar 20 tons ella meira, og 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, og 3) er myndugur og ikki undir verjumáli, og 4) hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC), og 5) hevur staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa sjóvinnubrævið í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, at sjóvinnubrævið verður útskrivað soleiðis: a) Til dugnaskaparbræv í sigling krevst dugnaskaparroynd í sigling. b) Til stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum krevst heimaskiparaprógv. c) Til stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum krevst skiparaprógv. Dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum
§ 19 Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur 3 mánaða siglingartíð, ella 2) hevur 12 mánaða siglingartíð Stýrimaður á 3. ella 4. stigi við fiskiskipum
§ 20 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. ella 4. stigi við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. ella 4. stigi við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur fingið 12 mánaða siglingartíð, ella 2) hevur 24 mánaða siglingartíð. Heimaskipari við fiskiskipum
§ 21 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum heimaskipari við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum heimaskipari við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur gilt sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum, og 2) hevur heimarætt, og 3) hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum ella dugnaskaparbræv í sigling krevst. Skipari við fiskiskipum
§ 22 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipari við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipari við fiskiskipum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur gilt sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum, og 2) hevur heimarætt, og 3) hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. ella 4. stigi við fiskiskipum krevst. Sjóvinnubrøv til maskinyvirmenn
§ 23 Umframt tey serligu krøv fyri at fáa sjóvinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum…
Umframt tey serligu krøv fyri at fáa sjóvinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum sjóvinnubrævi krevst at umsøkjarin: 1) hevur fingið ta kravdu siglingartíðina í maskintænastu við havfarandi fiski- ella handilsskipum við framtøkumegi, sum er 750 kW ella meiri, og 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, og 3) er myndugur og ikki undir verjumáli, og 4) hevur staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa sjóvinnubrævið í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, at sjóvinnubrævið verður útskrivað soleiðis: a) Til dugnaskaparbræv í motorpassing krevst dugnaskaparroynd í motorpassing. b) Til motorpassari krevst motorpassaraprógv. c) Til vakthavandi maskinmeistari krevst maskinist- ella maskinmeistaraprógv. d) Til maskinistur á 2. stigi krevst maskinistprógv. e) Til maskinmeistari á 2. stigi krevst maskinmeistaraprógv. Stk. 2. Kravið í stk. 1 um at siglingartíðin skal vera fingin við skipum har framtøkumegin er 750 kW ella meiri, er ikki galdandi fyri dugnaskaparbræv í motorpassing og sjóvinnubræv sum motorpassari. Dugnaskaparbræv í motorpassing
§ 24 Fyri at fáa dugnaskaparbræv í motorpassing krevst, at umsøkjarin hevur 6 mánaða siglingartíð við…
Fyri at fáa dugnaskaparbræv í motorpassing krevst, at umsøkjarin hevur 6 mánaða siglingartíð við havskipum. Motorpassari
§ 25 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum motorpassari krevst, at umsøkjarin hevur 12 mánaða maskintænastu við…
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum motorpassari krevst, at umsøkjarin hevur 12 mánaða maskintænastu við havskipum. Vakthavandi maskinmeistari
§ 26 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinmeistari krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinmeistari krevst, at umsøkjarin: 1) hevur havt 6 mánaða maskintænastu, og 2) við góðkendari útbúgvingarbók kann prógva, at útbúgvingin í hesari tænastu er lokin við nøktandi úrsliti. Skipsmaskinistur á 2. stigi og skipsmaskinmeistari á 2. stigi
§ 27 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi og skipsmaskinmeistari á 2. stigi…
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi og skipsmaskinmeistari á 2. stigi krevst, at umsøkjarin: 1) hevur 12 mánaða maskintænastu, og 2) antin hevur sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinmeistari, ella við góðkendari útbúgvingarbók kann prógva, at útbúgvingin í hesari tænastu er lokin við nøktandi úrsliti. Skipsmaskinistur á 1. stigi
§ 28 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 1. stigi krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 1. stigi krevst, at umsøkjarin: 1) hevur gilt sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi, og 2) antin hevur 24 mánaða maskintænastu, harav 12 mánaðir í starvi, har sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi krevst, ella hevur 36 mánaða maskintænastu, har sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinmeistari krevst. Skipsmaskinmeistari á 1. stigi
§ 29 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi krevst, at umsøkjarin: 1) hevur gilt sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi, og 2) antin hevur 24 mánaða maskintænastu, harav 12 mánaðir í starvi, har sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi ella skipsmaskinmeistari á 2. stigi krevst. Skipsmaskinstjóri
§ 30 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinstjóri krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinstjóri krevst, at umsøkjarin: 1) lýkur treytirnar fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi, og síðani 2) hevur 12 mánaða tænastu sum 1. maskinmeistari, har sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. ella 2. stigi krevst.
§ 31 Skipaeftirlitið kann loyva, at maskintænasta við skipum, sum ikki eru handils- ella fiskiskip…
Skipaeftirlitið kann loyva, at maskintænasta við skipum, sum ikki eru handils- ella fiskiskip partvís verður roknað upp í ta kravdu maskintænastuna.
§ 32 Sjóvinnubrøv útgivin sambært §§ 24-30 geva rætt til tænastu við motorskipum. Sjóvinnubrøv, sum…
Sjóvinnubrøv útgivin sambært §§ 24-30 geva rætt til tænastu við motorskipum. Sjóvinnubrøv, sum eru grundaði á maskinmeistaraprógv kunnu áritast um, at tey eisini veita rættindi til at starvast við dampskipum um so er, at viðkomandi hevur í minsta lagi 3 mánaða maskintænastu við dampskipum. Sjóvinnubræv sum radiopassari
§ 33 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum radiopassari krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum radiopassari krevst, at umsøkjarin: 1) hevur staðið góðkent trygdarskeið, sbr. §§ 36 ella 37, og 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, og 3) antin hevur alment prógv sum radiopassari innan GMDSS (GOC) ella avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC), útgivið sambært STCW sáttmálanum kap. IV/2. Sjóvinnubræv sum skipskokkur
§ 34 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur krevst, at umsøkjarin: 1) hevur staðið góðkent trygdarskeið sbr. §§ 36 ella 37, og 2) er fyltur 18 ár, og 3) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, og 4) antin hevur staðið góðkent kokkaskeið til sjóvinnu, ella hevur staðið sveinaroynd í kokkayrkinum ella aðra samsvarandi útbúgving. Grundleggjandi trygdarútbúgving og –leiðbeining av øllum sjófólki Handilsskip
§ 35 Áðrenn arbeiðsuppgávur verða tillutaðar umborð á handilsskipi, skal skiparin tryggja sær, at øll…
Áðrenn arbeiðsuppgávur verða tillutaðar umborð á handilsskipi, skal skiparin tryggja sær, at øll sjófólk, ið sett verða í starv umborð fáa venjing í persónligum yvirlivilsisatburði ella fáa hóskandi kunning og leiðbeining, sbr. STCW-sáttmálanum kap. VI/1, og A-VI/1, grein 1 “Familiarization Training”soleiðis, at tey eru før fyri at: 1) samskifta við aðrar persónar umborð um grundleggjandi trygdarspurningar og skilja trygdarskeltir, tekin og ávaringartekin og 2) vita hvat tey skulu gera um: a) eitt fólk fer fyri borð, b) eldur ella roykur verður viðraktur, ella c) eldávaringin ella ávaringin um at fara av skipinum ljóðar og 3) kenna savningarstøð, útskipingarstøð og neyðútgongdir og 4) finna bjargingarvestar og at lata seg í, á rættan hátt og 5) geva eldávaring og duga at nýta leysar eldsløkkjarar og 6) taka til neyðug ráð, alt fyri eitt tá óhapp henda, ella tá komið verður fram á sjúkratilburð, áðrenn onnur læknahjálp verður tilkallað og 7) lata brand, veður- og vatntættar hurðar á skipinum upp og aftur, undantikin op í sjálvum skrokkinum, og 8) handfara burturkast umborð á skipinum soleiðis, at tað slepst undan umhvørvisdálking.
§ 36 Sjófólk umborð á handilsskipum, sum sambært manningarskjalinum er kravt til tænastu umborð,…
Sjófólk umborð á handilsskipum, sum sambært manningarskjalinum er kravt til tænastu umborð, umframt onnur sjófólk, sum hava serligar uppgávur í tilknýti til trygd og fyribyrging móti dálking, skulu hava staðið góðkent trygdarskeið fyri sjófólk sambært STCW-sáttmálanum kap. VI/1, og A-VI/1, grein 2 “Basic Training”. Fiskiskip
§ 37 Ein og hvør, sum hevur skipstænastu við fiskiskipum skal hava staðið góðkent trygdarskeið fyri…
Ein og hvør, sum hevur skipstænastu við fiskiskipum skal hava staðið góðkent trygdarskeið fyri sjófólk sambært STCW-sáttmálanum kap. VI/1, og A-VI/1, grein 2 “Basic Training”. Stk. 2. Á fiskiskipum, har roykkavaraútgerð ikki er kravd, kunnu sjófólk frítakast frá kravinum um roykkaving sambært A-VI/1-2 í STCW-sáttmálanum. Harafturat kunnu sjófólk, ið ikki sambært brandrulluni skulu roykkava, frítakast frá kravinum um roykkaving sambært A-VI/1-2 í STCW-sáttmálanum. Endurnýggjan
§ 38 Prógv fyri staðið trygdarskeið smb. §§ 36 og 37, er galdandi í 5 ár og skal eftir hetta…
Prógv fyri staðið trygdarskeið smb. §§ 36 og 37, er galdandi í 5 ár og skal eftir hetta endurnýggjast 5. hvørt ár við einum endurnýggjanarskeiði. Dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarútgerð Bjargingarflakar og -bátar
§ 39 Fyri at fáa dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarflakum og -bátum, undantikið skjóttsiglandi…
Fyri at fáa dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarflakum og -bátum, undantikið skjóttsiglandi bjargingarbátum, krevst at umsøkjarin: 1) í seinata lagi 5 ár undan tí degi, at dugnaskaparbrævið verður útskrivað við nøktandi úrsliti, hevur lokið eina góðkenda útbúgving í nýtslu av bjargingarflakum og -bátum, undantikið skjóttsiglandi bjargingarbátum sambært STCW-sáttmálanum kap. VI/2, grein 1, og 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til, og 3) er fyltur 18 ár, og 4) hevur 6 mánaða siglingartíð við havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira. Skjóttsiglandi bjargingarbátar
§ 40 Fyri at fáa dugnaskaparbræv í nýtslu av skjóttsiglandi bjargingarbátum krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa dugnaskaparbræv í nýtslu av skjóttsiglandi bjargingarbátum krevst, at umsøkjarin: 1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til, og 2) hevur dugnaskaparbræv í nýtslu av bjargingarflakum og – bátum , sbrt. § 39 og 3) í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, at dugnaskaparbrævið verður útskrivað, við nøktandi úrsliti hevur lokið eina góðkenda útbúgving í nýtslu av skjóttsiglandi bjargingarbátum sambært STCW-sáttmálanum kap. VI/2, grein 2. Almennar ásetingar Reiðarans og skiparans ábyrgd
§ 41 Reiðarin og skiparin skulu syrgja fyri, at sjófólk, ið starvast umborð, lúka øll tey…
Reiðarin og skiparin skulu syrgja fyri, at sjófólk, ið starvast umborð, lúka øll tey útbúgvingar-, førleika- og sjóvinnubrævakrøv, ið krevjast til tað ávísa starvið, og at frumritið av kravdum sjóvinnubrøvum og viðkomandi skeiðsprógvum eru umborð. Um siglingartíð, ið krevst fyri at fáa sjóvinnubræv
§ 42 Har tað í hesari kunngerð verður kravd siglingartíð fingin í starvi, har eitt ávíst sjóvinnubræv…
Har tað í hesari kunngerð verður kravd siglingartíð fingin í starvi, har eitt ávíst sjóvinnubræv er kravt, kann íroknast siglingartíð, fingin í tilsvarandi starvi við útlendskum ella føroyskum skipum, líkamikið hvat heiti er á tí kravda sjóvinnubrævinum. Útgáva og gildi av sjóvinnubrøvum
§ 43 Skipaeftirlitið skrivar út sjóvinnubrøv heruppií dugnaskaparbrøv. Tey verða útgivin í tí skapi,…
Skipaeftirlitið skrivar út sjóvinnubrøv heruppií dugnaskaparbrøv. Tey verða útgivin í tí skapi, sum Skipaeftirlitið fyriskipar, sbr. tó stk. 3. Stk. 2. Sjóvinnubrøv eru í gildi í 5 ár roknað frá tí degi, tey eru dagfest. Stk. 3. Skipaeftirlitið kann heimila øðrum persónum ella stovnum at skriva út dugnaskaparbrøv givin við heimild í §§ 39 og 40. Stk. 4. Sjóvinnubræv við rættindum til handilsskip, sum er givið grundað á eldri útbúgving, kann bert endurnýggjast til somu rættindi, um viðkomandi lýkur tey serligu útbúgvingarkrøv, ið ásett eru í fylgiskjalinum til hesa kunngerð, og sjóvinnubræv við rættindum sum brúgvayvirmaður kann bert veitast um viðkomandi hevur prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC) ella GMDSS (GOC). Undantøk
§ 44 Tá ið kravt verður prógv staðið seinni enn 5 ár undan tí degi, at sjóvinnubrævið verður…
Tá ið kravt verður prógv staðið seinni enn 5 ár undan tí degi, at sjóvinnubrævið verður útskrivað, kann sjóvinnubræv útskrivast, um prógv er staðið fyrr, treytað av, at viðkomandi stendur roynd ella lýkur skeið, ið Skipaeftirlitið krevur við atliti at próvári og seinni arbeiði hjá viðkomandi.
§ 45 Skipaeftirlitið kann, í serligum førum, geva loyvi til, at sjóvinnubrøv, møguliga við avmarkaðum…
Skipaeftirlitið kann, í serligum førum, geva loyvi til, at sjóvinnubrøv, møguliga við avmarkaðum rættindum, verða givin út, hóast tey krøv, sum ásett eru til at fáa nevndu vinnubrøv, ikki eru lokin til fulnar. Undantøk viðvíkjandi próvtøku- og siglingarkrøvum kunnu bert verða gjørd, um viðkomandi á annan hátt prógvar, at hava fingið neyðuga ástøðiliga og verkliga útbúgving. Stk. 2. Skipaeftirlitið kann, í serligum førum, loyva persóni at hava støðuga tænastu í starvi, sum ikki krevur sjóvinnubræv, hóast avvarðandi ikki lýkur tey krøv til fulnar, sum eru sett við mynstring í starvinum. Slíkt loyvi kann einans verða givið, um Skipaeftirlitið metir, at trygdin sum heild ikki verður verri av hesi orsøk. Slíkt loyvi kann tó ikki verða givið, uttan at viðkomandi prógvar at hava fingið ta roynd og útbúgving, sum er neyðug til tænastu í starvinum. Endurnýggjan av sjóvinnubrøvum
§ 46 Fyri at endurnýggja sjóvinnubræv og tangaskipaprógv til yvirmenn krevst, at viðkomandi hevur…
Fyri at endurnýggja sjóvinnubræv og tangaskipaprógv til yvirmenn krevst, at viðkomandi hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til og skjalprógvar at hava verið í góðkendari tænastu við havfarandi skipum sum ávikavist brúgvayvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari: 1) í minsta lagi í 1 ár tey seinastu 5 árini, ella 2) í minsta lagi í 3 mánaðir teir seinastu 6 mánaðirnar, áðrenn endurnýggjan av sjóvinnubrævinum. Stk. 2. Um sjóvinnubræv ella tangaskipaprógv til yvirmenn er farið úr gildi, kann endurnýggjan gerast til persónar, ið skjalprógva at hava heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til, hava staðið góðkend trygdarskeið sbr. §§ 36 ella 37, og brandskeið fyri skipsyvirmenn, og: 1) at hava verið í góðkendari tænastu við havfarandi skipum í minsta lagi í 3 mánaðir seinastu 6 mánaðirnar, beint áðrenn endurnýggjan próvsins, a) sum maskinmeistari ella brúgvayvirmaður í starvi, sum er útyvir tað kravda, ella b) sum maskinmeistari í lægri starvi, enn tí, ið svarar til sjóvinnubrævið hjá viðkomandi, ella 2) at hava gjørt arbeiði, við tilknýti til tað sjóvinnubræv, ið viðkomandi hevur, og sum Skipaeftirlitið kann góðkenna sum javnsett við ta í stk. 1, nr. 1 kravdu tænastu, ella 3) at hava staðið roynd, sum Mentamálaráðið ásetur við atliti at próvtøkuári, siglingartíð og seinastu mynstring hjá avvarðandi, og við nóg góðum úrsliti hevur tikið lut í einum ella fleiri góðkendum skeiðum, sum Mentamálaráðið ásetur eru viðkomandi fyri endurnýggjanina. Stk. 3. Við “góðkendari tænastu” nevnd í stk. 1 og 2 skilst tænasta, sum sjóvinnubrævið, ið viðkomandi skal endurnýggja, gevur rætt til. Stk. 4. Umframt ásetingarnar í stk. 2, skal persónur við sjóvinnubrævi sum brúgvayvirmaður útgivið áðrenn 1. februar 1997 lúka tey serligu útbúgvingarkrøvini ásett í fylgiskjali I. Stk. 5. Skipaeftirlitið skrivar út neyðugt fyribils prógv til persónar, ið eru í tænastu sum nevnt í stk. 2, nr. 1, litra b. Stk. 6. Til endurnýggjan av tangaskipaprógvi á leiðslustøði skulu 3 mánaðir av teirri í stk. 1 og 2 kravdu siglingartíðini vera fingnir við tangaskipum av tí slagi, ið prógvið gevur rættindi til, tó kann siglingartíð fingin við kemikaliutangaskipi íroknast siglingartíð við oljutangaskipi. Stk. 7. Til endurnýggjan av sjóvinnubrævi sum radiopassari innan GMDSS (ROC) verður siglingartíð sum brúgvayvirmaður javnsett við siglingartíð sum radiopassari. Stk. 8. Endurnýggjan av sjóvinnubrævið kann í fyrsta lagi fara fram 6 mánaðir áðrenn sjóvinnubrævið gongur út. Revsing
§ 47 Brot reiðarans ella skiparans á §§ 35 og 41 verður revsað við bót
Brot reiðarans ella skiparans á §§ 35 og 41 verður revsað við bót.
§ 48 Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í…
Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini. Gildiskoma og skiftisreglur Gildiskoma
§ 49 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, við seinni broytingum. Skiftisreglur
§ 50 Gild sjóvinnubrøv, útgivin áðrenn 13. mai 1999, skulu fyri at vera verandi í gildi,
Gild sjóvinnubrøv, útgivin áðrenn 13. mai 1999, skulu fyri at vera verandi í gildi, verða umbýtt við sjóvinnubrøv útgivin eftir hesi kunngerð, áðrenn 1. juli 2011. Stk. 2. Skipaeftirlitið kann loyva, at siglingartíð fingin áðrenn hendan kunngerð er komin í gildi, og sum sambært teimum undan 1. februar 1997 galdandi reglum veittu førleika til eitt av sjóvinnubrøvunum, ið henda kunngerð umtalar, framvegis veitir førleika til útgávu av slíkum sjóvinnubrævi. Vinnumálaráðið, tann 22. apríl 2010 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) Fylgiskjal I Niðanfyri er ein talva, sum vísur hvørjar treytir skulu vera loknar sbr. § 46, stk. 4 fyri at dagføra eldri sjóvinnubrøv til sjóvinnubrøv givin sambært STCW-78 sáttmálanum við 1995 broytingunum, sum komu í gildi 1. februar 2002. Onnur sjóvinnubrøv verða umbýtt uttan eyka útbúgvingartreytir. Persónar við vinnubrøvum sum maskinyvirmenn verða mettir at lúka útbúgvingarkrøvini í tí broytta millumlandasáttmálanum. Áður útgivin prógv frá góðkendum skúla fyri at hava staðið nevndu skeið verða góðkend. Skipaeftirlitið kann somuleiðis góðkenna prógv frá øðrum skeiðum eftir meting í hvørjum einstøkum føri. Sjóvinnubræv sambært STCW-78 sáttmálanum (tí upprunaliga) Sjóvinnubræv sambært STCW-78/95 sáttmálanum, sum kom í gildi 1. februar 2002 Heiti á sjóvinnubrævinum Tænasta og avmarking samb. STCW-árit Prógv STCW-reglugerð Tænasta og avmarking samb. STCW-árit Útbúgvingarkrav til endurnýggjan Stýrimaður á 3. stigi Chief Mate, ships of less than 1600 GRT, Officer in charge af a navigational watch Skiparaprógv áðrenn 1991 II/1, II/2 Chief Mate, ships of less than 3000 GRT, Officer in charge af a navigational watch Radar-simulatorskeið ARPA-simulatorskeið ella sjóvinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA Skeið í vandamiklum farmi Stýrimaður á 2. stigi Chief Mate, ships of less than 1600 GRT, Officer in charge af a navigational watch Skipsføraraprógv 1983 ella fyrr II/1, II/2 Chief Mate, ships of less than 3000 GRT, Officer in charge af a navigational watch ARPA-simulatorskeið ella sjóvinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA Stýrimaður á 1. stigi Chief Mate Skipsføraraprógv 1983 ella fyrr II/2 Chief Mate ARPA-simulatorskeið ella sjóvinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA Skipari Master, ships of less than 1600 GRT, Officer in charge af a navigational watch Skiparaprógv áðrenn 1991 ella stýrimansprógv II/1, II/2 Master, ships of less than 3000 GRT, Officer in charge af a navigational watch Radar-simulatorskeið ARPA-simulatorskeið ella sjóvinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA Skeið í vandamiklum farmi Skipsførari Master Skipsføraraprógv 1983 ella fyrr II/2 Master ARPA-simulatorskeið ella sjóvinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.