Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. apríl 1988 Nr. 20
Kunngerð um upplýsingarskyldu sambært skattalógini viðvíkjandi rentum v.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 19 frá 23. april 1991
Kapittul 1. Kontohavari, ið er búsitandi í Føroyum ella hevur verið her longri enn 3 mánaðir.
Kapittul 2. Kontohavarar, ið búgva ella hava tilhald uttanlands.
Kapittul 4. Útlendsk umboð v.m.
Við heimild í § 120 b, c, e, h og j í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1.
Kontohavari, ið er búsitandi í Føroyum ella hevur verið her longri enn 3 mánaðir.
Kapittul 1 Kontohavari, ið er búsitandi í Føroyum ella hevur verið her longri enn 3 mánaðir.
Upplýsingarskyldugi sambært § 120 b og h skal lata líkningarmyndugleikunum hesar upplýsingar: 1. Kontoheiti, navn á tí, ið eigur kontoina, bústað, persón ella arbeiðsgevaratal. 2. Upphædd av latnum ella góðskrivaðum rentum í árinum frammanundan av konto undir punkt 1. 3. Upphædd av innistandandi á konto undir punkt 1 við árslok í árinum frammanundan, 4. Lániupphæddir, slag av láni. 5. Rentur tilskrivaðar og falnar rentur av lánum undir punkt 4. 6. Provisión. 7. Restskuld pr. 31. desember av lánum sambært punkt 4. Stk. 2. Um persónur hevur fleiri konti sambært stk. 1, skulu upplýsingar hesum viðvíkjandi verða samantengdar við persóntali. Stk. 3 Upplýsingar sambært stk. 1 skulu latast Líkningarráð Føroya innan 1. februar á hvørjum ári.
Tann, sum stovnar konto, goymslu ella letur inn pantibrøv við panti í fastari ogn í varðveitslu til at umsita skal til tann upplýsingarskylduga upplýsa: 1. Navn konto- ella goymsluhavarans ella navn á tí, ið eigur pantibrævið. 2. Bústað. 3. Persón- ella arbeiðsgevaratal, ella 4. aðrar upplýsingar um, hvør kontohavarin ella goymsluhavarin er. Stk. 2. 1) Upplýsingar sambært stk. 1 um verandi konti skulu latast upplýsingarskylduga í seinasta lagi 1. oktober 1991. Stk. 3. Eru fleiri ánarar til eina konto, skal persón- ella arbeiðsgevaratal hjá hvørjum einstøkum skrásetast. Stk. 4. Feløg ella onnur, sum hvørki hava persón- ella arbeiðsgevaratal, skulu upplýsa persón- ella arbeiðsgevaratal hjá formanninum ella øðrum heimilaðum persóni. Stk. 5. Kontohavarin skal beinanvegin boða upplýsingarskylduga frá broytingum í navni, bústaði, persóntali ella øðrum sambært stk. 1-4.
Tá ið upplýsingar sambært § 2 verða latnar, skal frumrit ella váttað avrit av samleikaprógvi vísast. Stk. 1. Góðkend samleikaprógv eru t.d. pass, persóntalskort, sjúkrakassabók ella førarabræv. Stk. 2. Verða upplýsingarnar sendar, skal eitt av teimum í stk. 1 góðkendu samleikaprógvum fylgja við.
Reglurnar í § 1-3 eru eisini galdandi fyri deyðsbúgv og trotabúgv, viðgjørd í Føroyum. Kapittul 2. Kontohavarar, ið búgva ella hava tilhald uttanlands.
Kapittul 2 Kontohavarar, ið búgva ella hava tilhald uttanlands.
Persónur, ið ikki er búsitandi í Føroyum ella ikki hevur verið her longri enn 3 mánaðir, skal tá ið hann vil stovna konto í peningastovni lata upplýsingar sambært § 2. Stk. 2. Reglurnar um samleikaprógv v.m. í § 3 eru samsvarandi galdandi. Stk. 3. Um persónur ikki lýkur treytirnar viðvíkjandi persóntali í § 2 fyri at stovna konto, skal hann upplýsa navn, føðingardag og bústað.
Stovnar, feløg v.m., ið ikki hava heimstað í Føroyum og sum vilja stovna konto í peningastovni, skulu lata upplýsingar sambært § 2 ella § 5. Stk. 2. Reglurnar um samleikaprógv v.m. í § 3 eru samsvarandi galdandi, samanber § 5. Stk. 3. Reglurnar í stk. 1 og 2 eru samsvarandi galdandi fyri deyðsbúgv og trotabúgv v.m., ið ikki verða viðgjørd í Føroyum. Kapittul 4. Útlendsk umboð v.m.
Kapittul 4 Útlendsk umboð v.m.
Persónar, ið nevndir eru í § 3, stk. 1, litra a),b),c),e) og f) í skattalógini eru undantiknir reglunum í hesi kunngerð.
Brot á hesa kunngerð verða sektað sambært § 120 l í skattalógini.
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt seinast við kunngerð nr. 19 frá 23. apríl1991.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.