Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mars 2018 Nr. 20

Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá

(Leingja umsóknarfreistina)

§ 1 Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar,…

Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”. 2. Í § 4, stk. 3, nr. 7 verður “, umframt váttan um, at móðirin ikki í tí tíðarskeiði, faðirin søkir um barsilspening, samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá Barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið. Hóast hesa áseting hevur faðirin at barninum rætt til barsilspening í upp til 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð” strikað.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samferðslumálaráðið, 16. mars 2018 Henrik Old (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙