Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. januar 2024 Nr. 2

Kunngerð um broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum

(Leingjan av veiðibanni og aðrar tekniskar broytingar)

§ 1 Í kunngerð nr. 45 frá 6. apríl 2022 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum verða gjørdar…

Í kunngerð nr. 45 frá 6. apríl 2022 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 25, stk. 4, § 34, stk. 1, nr. 1 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:” 2. § 2, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1) Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. mai er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 61°40,000 N - 008°25,000 V b) 61°54,000 N - 008°40,000 V c) 61°54,000 N - 007°25,500 V d) 61°58,000 N - 007°15,000 V e) 61°53,000 N - 007°04,000 V f) 61°45,000 N - 007°04,000 V g) 61°40,000 N - 007°16,000 V h) 61°40,000 N - 008°25,000 V” 3. Í § 2 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Undantikin veiðibanninum í § 2, stk. 1, nr. 1 er veiða við snellu og veiða við gørnum eftir havtasku. Undantikin er eisini veiða við fiskiførum við maskinorku undir 500 HK í tí partinum av økinum, ið umskarast við økið R sambært § 3, stk. 18 í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi.” 4. Í § 2, nr. 2, 5 og 6 verður “15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir,” broytt til: “1. februar til 1. mai”. 5. Í § 2, nr. 3 verður “1. apríl, báðir dagar íroknaðir,” broytt til: “1. mai”. 6. Í § 2, nr. 4 og 7 verður “, báðir dagar íroknaðir,” strikað. 7. Í § 2, nr. 8 verður “1. mars til 1. mai, báðir dagar íroknaðir,” broytt til: “15. februar til 15. mai”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2024

Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2024. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 30. januar 2024 Dennis Holm (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙