Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. desember 2020 Nr. 198

Kunngerð um broyting í kunngerð um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan o.a.

(Broytt heimildaráseting, broytt upphædd til persónligan tørv, broytt tilvísing o.a.)

§ 1 Í kunngerð nr. 114 frá 27. november 2012 um arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan…

Í kunngerð nr. 114 frá 27. november 2012 um arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan o.a., sum broytt við kunngerð nr. 24 frá 23. mars 2017 og kunngerð nr. 8 frá 12. februar 2019 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í innganginum verður “§ 10, stk. 6 í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2012 og løgtingslóg nr. 83 frá 22. mai 2015” broytt til: “§ 22, stk. 4 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur”. 2. Í § 1, stk. 5 verður “veiting skal lækka sambært § 10, stk. 6 í løgtingslóg um almenna forsorg” broytt til: “uppihaldsveiting skal steðga sambært § 22, stk. 4 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur”. 3. Í § 4, stk. 1 verður aftan á “§§ 12” sett: “, 13 a”. 4. § 4, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Við burturfall av stuðli sambært stk. 4 kann persónur søkja um veiting sambært § 11 samanber § 12 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.” 5. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Persónur, sum sambært § 22, stk. 1 ella 2 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur skal taka av tilboði um fyriskipan sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum uttan haldgóða orsøk sýtir at taka av tilboðnum, fær fráboðan um, at fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 1 samanber § 12 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur steðgar. Veitingin steðgar við freist á tveir mánaðir.” 6. § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Persónur í fyriskipan sambært § 8 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, har uppihald og matur er goldin, fær ikki stuðul sambært § 12 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk men fær upphædd til persónligan tørv. Stk. 2. Upphædd sambært stk. 1 er 22% av hægstu uppihaldsveiting. Stk. 3. Hægsta uppihaldsveiting sambært stk. 2 er ásett í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum.” 7. Í § 7, stk. 2 verður “§ 22, stk. 3” broytt til: “§ 22, stk. 4”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Almannamálaráðið, 16. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙