Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. desember 2020 Nr. 197
Kunngerð um broyting í kunngerð um stuðul til at keypa bil o.a. sambært forsorgarlógini
(Broytt heiti, broytt heimildaráseting o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 16 frá 6. mars 2007 verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 16 frá 6. mars 2007 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis: “Kunngerð um stuðul til at keypa bil o.a.” 2. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 26, stk. 6 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:” 3. Í § 1, stk. 1, § 24, stk. 1, nr. 4, § 27, § 30, stk. 2, § 32 og § 34, stk. 1 og 3 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”. 4. Heitið á kapitli 2 verður orðað soleiðis: “Heilsutreytir og vinnutreytir” 5. Í § 5 verður “sjúku/breki” broytt til: “sjúku ella breki”. 6. Í § 13, stk. 2 verður “rentu- og avdráttarfrítt” broytt til: “rentufrítt og avdráttarfrítt”. 7. Í § 19 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”. 8. Í § 19, § 23, stk. 3, 1. pkt. og § 26, stk. 1 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”. 9. Í § 23, stk. 1 verður “og/ella” broytt til: “og”. 10. Í § 26, stk. 3 verður “Almannastovunnar” broytt til: “hjá Almannaverkinum”. 11. § 31 verður orðað soleiðis: “§ 31. Upphæddin í § 8, stk. 1 í hesi kunngerð og § 26, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur verður javnað sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.” 12. Í § 33, stk. 1 verður “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Almannamálaráðið, 16. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.