Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
16. desember 2020 Nr. 195
Kunngerð um flyting úr bútilboði í annað bútilboð uttan samtykki
Við heimild í § 13, stk. 5 í løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin) verður ásett:
§ 1 Flyting av persóni sambært § 13, stk. 4, nr. 1 í løgtingslógini er at meta sum fyribils flyting
Flyting av persóni sambært § 13, stk. 4, nr. 1 í løgtingslógini er at meta sum fyribils flyting. Stk. 2. Tá persónur verður fluttur sambært § 13, stk. 4, nr. 1 í løgtingslógini, skal myndugleikin skrivliga boða honum og avvarðandi hansara frá, nær viðkomandi aftur kann flyta í upprunaliga bústaðin.
§ 2 Flyting av persóni sambært § 13, stk. 4, nr. 2-4 í løgtingslógini er at meta sum endalig flyting
Flyting av persóni sambært § 13, stk. 4, nr. 2-4 í løgtingslógini er at meta sum endalig flyting.
§ 3 Tá persónur verður fluttur sambært § 13, stk. 4 í løgtingslógini, hevur myndugleikin skyldu at…
Tá persónur verður fluttur sambært § 13, stk. 4 í løgtingslógini, hevur myndugleikin skyldu at tryggja, at flytingin fer fram á ein slíkan hátt, sum ávirkar persónin í so lítlan mun sum til ber. Stk. 2. Í sambandi við flytingina skal myndugleikin taka fyrilit fyri heilsustøðuna hjá persóninum, undir hesum í hvønn mun flytingin eigur at verða framd yvir eitt longri tíðarskeið.
§ 4 Er talan um at flyta persón úr einum bútilboði hjá landinum til eitt kommunalt bútilboð ella…
Er talan um at flyta persón úr einum bútilboði hjá landinum til eitt kommunalt bútilboð ella øvugt skal greið avtala millum myndugleikarnar vera tøk, áðrenn tilmæli verður lagt fyri tvingsilsnevndina sambært § 13, stk. 4 í løgtingslógini. Stk. 2. Umframt at myndugleikarnir skulu vera samdir um flytingina, skal avtalan sambært stk. 1 greitt lýsa, hvat slag av bútilboði, ið viðkomandi skal flyta í og nær og á hvønn hátt flytingin fer fram.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Almannamálaráðið, 16. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.