Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2021 Nr. 193

Kunngerð um broyting í kunngerð um samsýning til fosturforeldur

(Javning av samsýningum og veitingum og broyttur inngangur)

§ 1 Í kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur, sum broytt við kunngerð nr.…

Í kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur, sum broytt við kunngerð nr. 159 frá 13. desember 2018 og kunngerð nr. 146 frá 19. oktober 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020, verður ásett:” 2. § 1, stk. 1-4 verða orðað soleiðis: “Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 122,52 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn. Stk. 2. Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið fyri hvørt barnið ávikavist 161,33 kr. til børn undir 10 ár, og 169,82 kr. til børn 10 ár og eldri. Tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið 150,41 kr. fyri hvørt barnið. Stk. 3. Eisini verður eitt fast gjald um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er: 1) 3-6 ár er gjaldið 40,82 kr. 2) 7-10 ár er gjaldið 86,74 kr. 3) 11-13 ár er gjaldið 112,26 kr. 4) 14-15 ár er gjaldið 178,59 kr. 5) 16 ár og eldri er gjaldið 280,64 kr. Stk. 4. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum, við upp til kr. 8.474,24.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022. Almannamálaráðið, 22. desember 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙