Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. februar 2009 Nr. 19
Kunngerð um broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noregi og ES-londum
§ 1 Í kunngerð nr. 23 frá 16. mars 2005 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum fyri skip úr…
Í kunngerð nr. 23 frá 16. mars 2005 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noregi og ES-londum verður gjørd henda broyting: Aftaná § 1 verður sett: “§ 1a. Hóast ásetingina í § 1, nr. 8 er øll veiða við øllum veiðihættum hjá øllum fiskiførum bannað á Føroya Banka til og við 31. august 2009, innan fyri somu linjur drignar millum somu støð, sum ásett í § 1, nr. 8.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi aftur 1. september…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi aftur 1. september 2009. Fiskimálaráðið, 25. februar 2009 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.