Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. februar 2023 Nr. 19
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving innan heilsølu og smásølu
(At broyta útbúgvingarheitið til sølufólk o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 94 frá 8. september 2014 um útbúgving innan heilsølu og smásølu verða gjørdar…
Í kunngerð nr. 94 frá 8. september 2014 um útbúgving innan heilsølu og smásølu verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis: “Kunngerð um útbúgving til sølufólk” 2. Inngangurin til kunngerðina verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011 og eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini, verður ásett:” 3. § 1, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Í útbúgvingini til sølufólk sbrt. hesi kunngerð fær lærlingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan handilsliga arbeiðsøkið, tað veri seg í samskifti, sølu og tænastu, leitan eftir upplýsingum, vegleiðing, hagtølum, búskapi, ráðlegging, nýtslu av teldutólum o.ø.” 4. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Útbúgvingin til sølufólk endar við, at lærlingurin fær útbúgvingarskjal innan hetta yrkið.” 5. § 5, stk. 1, nr. 4 verður orðað soleiðis: “4) Átøk og sjónbær marknaðarførsla.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 14. februar 2023 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.