Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. mars 2019 Nr. 19

Kunngerð um virkið musikkskúlastjórans

Við heimild í § 5, stk. 6 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:

§ 1 Musikkskúlastjórin skal undir ábyrgd landsstýrismansins leiða, standa fyri og samskipa…

Musikkskúlastjórin skal undir ábyrgd landsstýrismansins leiða, standa fyri og samskipa musikkskúlaskipanina.

§ 2 Musikkskúlastjórin skal taka sær av yvirskipaðu fakligu, námsfrøðiligu, fíggjarligu og…

Musikkskúlastjórin skal taka sær av yvirskipaðu fakligu, námsfrøðiligu, fíggjarligu og samskipandi uppgávunum í musikkskúlaskipanini. Stk. 2. Musikkskúlastjórin hevur ábyrgd av, at undirvísingin verður framd sambært lóggávuni. Stk. 3. Musikkskúlastjórin skipar í samráð við lokalu musikkskúlaleiðararnar fyri lærarabýti, tímabýti og lærugreinabýti skúlanna millum fyri hvørt skúlaár. Stk. 4. Musikkskúlastjórin skal syrgja fyri, at musikkskúlarnir halda tær skyldur, ið ásettar eru í løgtingslógini.

§ 3 Musikkskúlastjórin hevur skyldu at halda seg kunnugan við ta gongd og menning, ið fer fram innan…

Musikkskúlastjórin hevur skyldu at halda seg kunnugan við ta gongd og menning, ið fer fram innan tónleik og tónleikaundirvísing.

§ 4 Musikkskúlastjórin hevur skyldu til í ávísum vavi at vitja musikkskúlarnar og halda seg kunnugan…

Musikkskúlastjórin hevur skyldu til í ávísum vavi at vitja musikkskúlarnar og halda seg kunnugan við virksemi teirra. Stk. 2. Musikkskúlastjórin skal vera teimum einstøku musikkskúlunum til hjálpar við vegleiðing og ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

§ 5 Musikkskúlastjórin hevur arbeiðsstað í Undirvísingarstýrinum

Musikkskúlastjórin hevur arbeiðsstað í Undirvísingarstýrinum.

§ 6 Musikkskúlastjórin hevur eftirlit við royndum, sum kommunali musikkskúlaleiðarin skipar fyri

Musikkskúlastjórin hevur eftirlit við royndum, sum kommunali musikkskúlaleiðarin skipar fyri. Stk. 2. Musikkskúlastjórin skal góðkenna skipanina við royndum á orgulútbúgvingini og musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.

§ 7 Musikkskúlastjórin setir í starv og loysir úr starvi musikkskúlalærarar í samráð við kommunala…

Musikkskúlastjórin setir í starv og loysir úr starvi musikkskúlalærarar í samráð við kommunala musikkskúlaleiðaran. Í aðrar mátar er setanarpolitikkurin hjá tí almenna galdandi.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 12. mars 2019 Hanna Jensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) · innanhýsis
Galdandi · 29. mai 2017

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙