Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. mars 1992 Nr. 19

Kunngerð um val av stýri fyri arbeiðsloysistryggingina og arbeiðsávísingina

Við heimild í § 15, stk. 8 í løgtingslóg nr. 16 frá 10.03.1992 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Áðrenn landsstýrið velur stýrislimir, fáa tey feløg og stovnar, sum nevnd eru í hesi kunngerð,…

Áðrenn landsstýrið velur stýrislimir, fáa tey feløg og stovnar, sum nevnd eru í hesi kunngerð, boð um innan ásetta freist at senda inn uppskotið til landsstýrið um valevni til stýrislimir og tiltakslimir.

§ 2 Fyri løntakarafeløgini verða 3 limir valdir soleiðis

Fyri løntakarafeløgini verða 3 limir valdir soleiðis: 1) 1 umboðandi løntakarafeløgini fyri tímalønt eftir uppskoti frá hesum feløgum: Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, Føroya Handverkarafelag og Føroya Prentarafelag. 2) 1 umboðandi løntakarafeløgini hjá fiski- og útróðrarmonnum eftir uppskoti frá hesum feløgum: Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Føroya Motorpassarafelag. 3) 1 umboðandi løntakarafeløgini hjá starvsfólkum eftir uppskoti frá hesum feløgum: Starvsmannafelagnum, Tænastumannafelag Landsins, Føroya Postfelag, Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag, S & K Felagnum, Føroya Sjúkrahjálparafelag, Sjúkrasystrafelag Føroya, Dansk Apotekarassistenters Forening, Føroyskar Økonomur, Føroyskir Fysioterapeutar, Føroyskir Ergoterapeutar, Ljósmøðrafelag Føroya, Føroyskir Laborantar, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Magistarafelag Føroya, Byggifrøðingafelag Føroya, Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara, Yngri Læknar, Føroya Lærarafelag, Verkfrøðingafelag Føroya, Teknikarafelag Føroya, Føroya Blaðmannafelag, Føroya Pedagogfelag og Felagnum av Donskum Fakfeløgum í Føroyum.. Stk. 2. Fyri arbeiðsgevarar verða 3 limir valdir soleiðis: 1) 2 limir eftir uppskoti frá hesum feløgum: Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Reiðarafelag, Reiðarafelagið fyri Føroysk Farmaskip, Føroya Keypmannafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og Prentsmiðjueigarafelagnum. 2) 1 limur verður valdur eftir uppskoti frá lønar- og starvsfólkadeildini hjá Føroya Landsstýri, Føroya Kommunufelag, Tórshavnar Býráð og ríkisumboðsmanninum. Stk. 3. 7. limurin, sum er formaður, verður valdur beinleiðis av landsstýrinum uttan uppskot frá feløgum og stovnum, sum nevnd eru í stk. 1 og 2. Stk. 4. Feløgini, sum nevnd eru í stk. 1 og stk. 2 skulu saman við uppskoti til stýrislim senda landsstýrinum upplýsingar um limatal váttaðan av grannskoðara felagsins.

§ 3 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙