Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

25. november 2025 Nr. 185

Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya

(Broyting av fylgiskjølum og upptøkutreytum í fylgiskjølum)

§ 1 Í kunngerð nr. 98 frá 17. juni 2021 um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya, sum broytt…

Í kunngerð nr. 98 frá 17. juni 2021 um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 106 frá 25. juni 2021,verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 4 verður “sbrt. skjali 1” broytt til: “sbrt. skjali 2”. 2. Skjal 1 í kunngerð nr. 98 frá 17. juni 2021 um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya verður orðað sum ásett í skjali 1. 3. Skjal 2 verður sett sum skjal 2 í kunngerð nr. 98 frá 17. juni 2021 um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2026

Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2026. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 25. november 2025 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) Skjal 1 “Skjal 1 Serkrøv um upptøku Umframt vanliga upptøkukravið hava niðanfyri nevndu útbúgvingar ávís serkrøv, ið umsøkjarin skal lúka. Miðaltal í lærugreinunum verður roknað sum ársmet og próvtøkuúrslit býtt við so nógvum próvmetum, sum eru, t.d. eru tvey ársmet fyri munnligt og skrivligt og próvtøka hevur verið í báðum, so verða øll fýra próvmetini tald saman og síðani býtt (dividerað) við fýra. Útbúgving: Serkrav: Bachelor í føroyskum - mál og bókmentir Føroyskt A. Miðaltalið í nevndu lærugreinini skal vera í minsta lagi 5,8 eftir 7-talsstiganum. Bachelor í búskaparfrøði Støddfrøði B Bachelor í lívfrøði Alisfrøði B. Støddfrøði B. Evnafrøði B. Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinunum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum. Bachelor í KT-verkfrøði Støddfrøði B. Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum. Bachelor í løgfrøði Upptøkuroynd. Bachelor í mýlalívsvísindum Alisfrøði B. Støddfrøði B. Evnafrøði B. Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinunum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum ella 7 eftir 13-talsstiganum. Bachelor í verkfrøði Støddfrøði A. Alisfrøði B. Evnafrøði C. Miðaltalið í støddfrøði skal vera minst 6 eftir 7-talsstiganum ella maskinmeistaraprógv við í minsta lagi miðaltalinum 7 eftir 7-talsstiganum. Bachelor í listaligum arbeiði Listaligan profil. Egið avrik - ritlist ella tónlist - fimm síður av skrivligum avriki ella 5 minuttir av tónleikaverki. Bachelor sum fólkaskúlalærari Føroyskt A. Støddfrøði C. Bachelor í sjúkrarøktarfrøði 1. Føroyskt, danskt, svenskt ella norskt á C-stigi. 2. Enskt C. 3. Føroyskt, danskt, svenskt ella norskt við fráfaringarroynd fólkaskúlans. Málsliga kravið í pkt. 1 og 3 kann ikki verða á sama máli. Hjánám í støddfrøði Støddfrøði A. Hjánám í føroyskum Føroyskt A. Miðaltalið í nevndu lærugreinini skal vera í minsta lagi 5,8 eftir 7-talsstiganum. Skal hava staðið ella vera innskrivaður til eina høvuðsgrein. ” Skjal 2 “Skjal 2 Upptøka til ávísar útbúgvingar Í niðanfyri nevndu útbúgvingum verða aðrar útbúgvingar enn gymnasialar miðnámsútbúgvingar góðkendar sum upptøkutreyt fyri tær ítøkiligu útbúgvingarnar. Útbúgvingarnar geva upptøku við niðanfyri nevndu treytum. Miðaltal í lærugreinunum verður roknað sum ársmet og próvtøkuúrslit býtt við so nógvum próvmetum, sum eru, t.d. eru tvey ársmet fyri munnligt og skrivligt og próvtøka hevur verið í báðum, so verða øll fýra próvmetini tald saman og síðani býtt (dividerað) við fýra. Útbúgving: Serkrav: Diplom í námsfrøði Umsøkjarar, sum hava lokið útbúgving sum námsfrøðihjálpari á Heilsuskúla Føroya ella pedagogiskur assistentur á donskum lærustovni, kunnu við upptøkuroynd verða tikin inn á útbúgvingina. Bachelor sum námsfrøðingur Umsøkjarar, sum hava lokið útbúgvingina diplom í námsfrøði, kunnu verða tikin inn á útbúgvingina. Bachelor í sjúkrarøktarfrøði Umsøkjarar, sum hava lokið útbúgving sum heilsurøktari á Heilsuskúla Føroya ella SOSU-assistentur frá donskum lærustovni, kunnu verða tikin inn á útbúgvingina. Miðaltalið fyri prógvið skal vera í minsta lagi 6 eftir 7-talsstiganum. ”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙