Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. mars 2015 Nr. 18

Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging

(Gjaldstíðarskeiðið broytt og myndugleikaheitið dagført)

§ 1 Í kunngerð nr. 63 frá 16. september 2004 um sjálvbodna trygging, sum seinast broytt við kunngerð…

Í kunngerð nr. 63 frá 16. september 2004 um sjálvbodna trygging, sum seinast broytt við kunngerð nr. 16 frá 27. mars 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”. 2. Í § 2, stk. 1 verður “31. mars” broytt til: “31. mai”. 3. Í § 3, stk. 2 verður “1. apríl” broytt til: “1. juni” og “31. mars” broytt til: “31. mai”. 4. Í § 3, stk. 3 verður “1. mars” broytt til: “1. mai”, og “16. mai” broytt til: “1. juli”. 5. Í § 3, stk. 4 og § 5, stk. 2 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”. 6. § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tryggingargjaldið til sjálvbodnu tryggingina sambært § 21 í dagpengalógini verður fyri tíðarskeiðið 1. juni 2015 til 31. mai 2016 kr. 7.651,00.”

§ 2 Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tryggingargjøld, sum eru goldin fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2014 til 31. mars 2015, eru galdandi fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2014 til 1. juni 2015. Almannamálaráðið, 23. mars 2015 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙