Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. februar 2022 Nr. 18

Kunngerð um einføld elinnleggingarbeiði, sum ein og hvør kann gera

Við heimild í § 3, stk. 1, nr. 3 í løgtingslóg nr. 76 frá 5. mai 2021 um løggilding av elinnleggingarfyritøkum verður ásett:

§ 1 Hesi arbeiði kann ein og hvør gera

Hesi arbeiði kann ein og hvør gera: 1) Útskifting av avbrótarum upp á í mesta lagi 250 V á støðum, har krav ikki er um hægri kapslingsklassa enn IP20. 2) Útskifting av stikkkontaktum upp á í mesta lagi 250 V á støðum, har krav ikki er um hægri kapslingsklassa enn IP20, um innleggingin er vard av HPFI-avbrótara ella HFI-avbrótara. 3) Uppseting og niðurtøka av ljósútbúnaði á støðum, har krav ikki er um hægri kapslingsklassa enn IP20, umframt í baðirúmum. 4) Broyting og umvæling av ikki-sterkstreymsriknum stýringsskipanum og reguleringsskipanum í privatum bústøðum, sum verða nýttar til at stýra sterkstreymsfunktiónum.

§ 2 Henda kunngerð kemur í dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í dagin eftir, at hon er kunngjørd. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 22. februar 2022 Magnus Rasmussen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
løggilding av elinnleggingarfyritøkum · innanhýsis
Galdandi · 5. mai 2021

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙