Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Ph.D. nám skal í vavi javnviga við trý ára lestrartíð (180 ECTS námsstig) eftir lokið…§ 2Fyri at fara undir Ph.D. nám við Fróðskaparsetur Føroya skal Ph.D. lesandi verða innskrivaður við…§ 3Í lestrartíðini skal Ph.D. lesandi fremja ta lestrarætlan, sum verður ásett fyri hann§ 4Dekanur hevur, við ábyrgd yvirfyri rektaranum, dagligu ábyrgdina av Ph.D. náminum§ 5Lýkur Ph.D. lesandi ikki treytirnar fyri Ph.D. námi á Fróðskaparsetri Føroya, ella treytir, sum…§ 6Rektarin kann eftir umsókn játta at taka ímóti Ph.D. ritgerð til próvdømingar, hóast høvundurin…§ 7Ph.D. ritgerð verður ikki mett at verða latin inn, fyrr enn leiðbeinarin, sum hevur havt…§ 8Eftir tilmæli frá dekani og høvuðsleiðbeinara tilnevnir rektarin eina próvnevnd við trimum limum.…§ 9Próvnevndin hevur í mesta lagi 3 mánaðir til metingararbeiðið frá tí degi, at nevndin byrjar…§ 10Er próvnevndin í tilmælinum samd um, at treytirnar eru loknar, ella at tveir av próvlimunum eru…§ 11Fróðskaparsetur Føroya ásetir, nær og hvar almenna verjan skal fara fram og skal síggja til, at…§ 12Próvnevndin skal beint eftir verjuna mæla til ella frá at veita Ph.D. heitið§ 13Ph.D. heitið skal latast, um ein meiriluti av próvnevndini mælir til tað§ 14Fróðskaparsetur Føroya skrivar honum, sum hevur fingið Ph.D. heitið, próvskjal á føroyskum og enskum§ 15Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fevnir eisini um Ph.D. lesandi,…

Lógtekstur

3. mars 2011 Nr. 18

Kunngerð um Ph.D. nám á Fróðskaparsetri Føroya

Við heimild í § 3, stk. 1 og § 21, stk. 1 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya verður ásett:

§ 1 Ph.D. nám skal í vavi javnviga við trý ára lestrartíð (180 ECTS námsstig) eftir lokið…

Ph.D. nám skal í vavi javnviga við trý ára lestrartíð (180 ECTS námsstig) eftir lokið kandidatprógv ella samsvarandi. Innskriving

§ 2 Fyri at fara undir Ph.D. nám við Fróðskaparsetur Føroya skal Ph.D. lesandi verða innskrivaður við…

Fyri at fara undir Ph.D. nám við Fróðskaparsetur Føroya skal Ph.D. lesandi verða innskrivaður við Fróðskaparsetur Føroya. Stk. 2. Innskriving er treytað av, at Fróðskaparsetrið tilnevnir ein ábyrgdarlærara, ið er adjungeraður ella í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya, at leiðbeina Ph.D. lesandi og at hava høvuðsábyrgdina av øllum náminum. Stk. 3. Leiðbeinari skal vera professari ella lektari ella hava samsvarandi førleika á viðkomandi granskingarøki. Stk. 4. Onnur á Fróðskaparsetrinum og uttan fyri Fróðskaparsetrið kunnu vera hjálparleiðbeinarar hjá Ph.D. lesandi. Stk. 5. Ph.D. nám kann við loyvi frá rektaranum fara fram í samstarvi við annað universitet eftir sáttmála í hvørjum einstøkum føri. Útbúgvingin

§ 3 Í lestrartíðini skal Ph.D. lesandi fremja ta lestrarætlan, sum verður ásett fyri hann

Í lestrartíðini skal Ph.D. lesandi fremja ta lestrarætlan, sum verður ásett fyri hann. Stk. 2. Ph.D. lesandi skal við góðum úrsliti fylgja undirvísing og royna seg við øðrum vísindaligum venjingum, sum í nøgd samsvarar við 30 ECTS námsstig. Stk. 3. Ph.D. lesandi skal, umframt at taka lut í virknum granskingarumhvørvi á Fróðskaparsetri Føroya, eisini vistast í eina tíð á øðrum granskingarstovni ella universiteti. Stk. 4. Í lestrartíðina er íroknað tíðin, sum Ph.D. lesandi nýtist til at útinna sjálvstøðugt granskingararbeiði og til at skriva eina Ph.D. ritgerð.

§ 4 Dekanur hevur, við ábyrgd yvirfyri rektaranum, dagligu ábyrgdina av Ph.D. náminum

Dekanur hevur, við ábyrgd yvirfyri rektaranum, dagligu ábyrgdina av Ph.D. náminum. Stk. 2. Hvørja lestrarhálvu skal støða takast til, um Ph.D. námið, váttað av leiðbeinaranum, fer fram á nøktandi hátt. Um gongdin ikki er nøktandi, fær Ph.D. lesandi bara eina ferð frá dekaninum í boði at bøta lesturin. Tekur Ph.D. lesandi ikki av, er hann ikki innskrivaður longur. Stk. 3. Tekur Ph.D. lesandi av at vinna tað mista innaftur, skal hann gera tað innan 3 mánaðir. Er úrslitið eftir teir 3 mánaðirnar ikki nóg gott, endar innskrivingin. Stk. 4. Ph.D. lesandi kann tó biðja um, at endaliga avgerðin í málinum verður tikin av rektaranum. Tá ið gongdin í lestrinum verður mett, eigur fyrilit at verða havt fyri skjalprógvaðari sjúku og barnsburði.

§ 5 Lýkur Ph.D. lesandi ikki treytirnar fyri Ph.D. námi á Fróðskaparsetri Føroya, ella treytir, sum…

Lýkur Ph.D. lesandi ikki treytirnar fyri Ph.D. námi á Fróðskaparsetri Føroya, ella treytir, sum eru avráddar í sambandi við granskingartilhald og granskingarætlan á øðrum stovnum, endar innskrivingin, um talan er um so grov misbrot, at átala og ávaring ikki verða hildin at vera nóg mikið. Próvdøming

§ 6 Rektarin kann eftir umsókn játta at taka ímóti Ph.D. ritgerð til próvdømingar, hóast høvundurin…

Rektarin kann eftir umsókn játta at taka ímóti Ph.D. ritgerð til próvdømingar, hóast høvundurin ikki hevur verið innskrivaður Ph.D. lesandi á Fróðskaparsetrinum. Tá ið soleiðis ber á, skal høvundurin á annan hátt hava ognað sær tann kunnleika, sum samsvarar við krøvini í hesi kunngerð.

§ 7 Ph.D. ritgerð verður ikki mett at verða latin inn, fyrr enn leiðbeinarin, sum hevur havt…

Ph.D. ritgerð verður ikki mett at verða latin inn, fyrr enn leiðbeinarin, sum hevur havt ábyrgdina av Ph.D. náminum, sbrt. § 2, stk. 2, í eini skrivligari frágreiðing váttar, at gongdin í lestrinum hevur verið sum avtalað. Stk. 2. Frágreiðingin skal latast dekaninum til góðkenningar. Tá frágreiðingin er góðkend, kann rektarin taka ímóti ritgerðini.

§ 8 Eftir tilmæli frá dekani og høvuðsleiðbeinara tilnevnir rektarin eina próvnevnd við trimum limum.…

Eftir tilmæli frá dekani og høvuðsleiðbeinara tilnevnir rektarin eina próvnevnd við trimum limum. Rektarin tilnevnir formannin. Stk. 2. Próvdómari er professari ella lektari í føstum starvi ella fólk við samsvarandi førleika á viðkomandi granskingarøki. Í minsta lagi tveir teirra skulu vera frá øðrum universiteti ella granskingarstovni innan viðkomandi granskingarøki. Stk. 3. Ph.D. lesandi skal hava at vita, hvør situr í próvnevndini, og hava høvi til at mæla ímóti samansetingini innan 8 gerandisdagar eftir, at hann hevur fingið manningina at vita.

§ 9 Próvnevndin hevur í mesta lagi 3 mánaðir til metingararbeiðið frá tí degi, at nevndin byrjar…

Próvnevndin hevur í mesta lagi 3 mánaðir til metingararbeiðið frá tí degi, at nevndin byrjar arbeiðið. Stk. 2. Tá próvnevndin er liðug við tilmælið, sendir formaðurin tilmælið til Ph.D. lesandi at viðmerkja í 2 vikur. Formaðurin sendir síðani rektaranum endaliga tilmælið við møguligum viðmerkingum.

§ 10 Er próvnevndin í tilmælinum samd um, at treytirnar eru loknar, ella at tveir av próvlimunum eru…

Er próvnevndin í tilmælinum samd um, at treytirnar eru loknar, ella at tveir av próvlimunum eru tað, kann ritgerðin verjast. Stk. 2. Er próvnevndin í tilmælinum samd um, at treytirnar ikki eru loknar, ella tveir av limunum í próvnevndini eru tað, verður eingin verja. Almenn verja

§ 11 Fróðskaparsetur Føroya ásetir, nær og hvar almenna verjan skal fara fram og skal síggja til, at…

Fróðskaparsetur Føroya ásetir, nær og hvar almenna verjan skal fara fram og skal síggja til, at ritgerðin er atkomulig á ávísum almennum staði, og at áhugað fáa kunnað seg við ritgerðina minst 3 vikur undan verjuni. Stk. 2. Próvnevndin ger sjálv av, hvørjir tveir próvnevndarlimir skulu andmæla, og rektarin ella umboð hansara kann loyva andmælingum ex auditorio at andmæla. Stk. 3. Ph.D. lesandi skal hava høvi til at greiða frá arbeiði sínum, áðrenn próvnevndin hoyrir hann.

§ 12 Próvnevndin skal beint eftir verjuna mæla til ella frá at veita Ph.D. heitið

Próvnevndin skal beint eftir verjuna mæla til ella frá at veita Ph.D. heitið.

§ 13 Ph.D. heitið skal latast, um ein meiriluti av próvnevndini mælir til tað

Ph.D. heitið skal latast, um ein meiriluti av próvnevndini mælir til tað. Próvskjal

§ 14 Fróðskaparsetur Føroya skrivar honum, sum hevur fingið Ph.D. heitið, próvskjal á føroyskum og enskum

Fróðskaparsetur Føroya skrivar honum, sum hevur fingið Ph.D. heitið, próvskjal á føroyskum og enskum. Stk. 2. Próvskjalið skal umrøða evnið, sum ritgerðin snýr seg um, og eftir reglum setursins á einum diploma supplement siga frá lestrinum, herundir undirvísing, granskingartilhaldum á øðrum stovnum o.tíl. í lokna náminum. Gildiskoma

§ 15 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fevnir eisini um Ph.D. lesandi,…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fevnir eisini um Ph.D. lesandi, sum byrjaðu lesturin fyri 1. august 2008. Mentamálaráðið, 3. mars 2011 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýriskvinna / Leivur Harryson (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya · innanhýsis
Áður galdandi · 24. mai 2016

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙