Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. november 2025 Nr. 178
Kunngerð um upplýsingar í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum
Við heimild í § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður ásett:
§ 1 Fylgiskjal 1 í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður orðað sum ásett í skjali 1
Fylgiskjal 1 í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Løgmálaráðið, 19. november 2025 Bjarni K. Petersen (sign.) landsstýrismaður / Nella Festirstein (sign.) Skjal 1 “Skjal 1 Upplýsingar í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, sbrt. § 4, stk. 1 1) Persónstal, sum er føðingardagur, føðimánaður og føðiár, umframt eitt raðtal og eitt eftirlitstal. Raðtalið vísir í hvørjari øld, ein persónur er føddur. 2) CPR-nummar, sum verður givið einstaklingum í donsku fólkaskránni. Nummarið er føðingardagur, føðimánaður og føðiár, umframt eitt serligt eindartal. Eindartalið vísir í hvørjari øld, ein persónur er føddur. 3) Navn: a) Eftirnavn. b) Millumnavn. c) Fornavn. d) Kallinavn, t.e. tað av fornøvnunum, sum persónurin verður nevndur. e) Føðieftirnavn, t.e. ættarnavn. 4) Bústaður: a) Gøta. b) Hjá bústaður, sum er c/o bústaður. c) Postsmoga. d) Húsanummar. e) Bygd ella býur. f) Postnummar. g) Land. h) Bústaðarvernd. i) Fyrrverandi bústaðir. 5) Føðiskráseting: a) Føðingarstaður. b) Føðingardagur. c) Kyn. 6) Dópsdagur, dópsstaður og myndugleiki. 7) Ríkisborgararættur. 8) Kirkjustøða, sum er upplýsing um persónurin er limur í fólkakirkjuni. 9) Ættarsamband: a) Hjá foreldrum: p-tal hjá børnum. b) Hjá børnum: p-tal faðirs, móðurs. 10) Foreldramyndugleiki. 11) Hjúnastøða og hjúnadagfesting: a) Upplýsing um persónurin er ógiftur, giftur, fráskildur, einkja ella einkjumaður ella sundurlisin. b) Upplýsing um, hvørt persónurin er deyður. c) Upplýsing um maka, undir hesum p-tal makans. 12) Starv. Møgulig upplýsing um starv, sum persónurin sjálvur hevur upplýst. 13) Sjálvræði. Møgulig upplýsing um, at persónurin hevur mist sjálvræðið. 14) Yvirlit yvir allar stovningar og broytingar í upplýsingunum, sum nevndar eru í nr. 1-13, eisini søguligar upplýsingar.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.