Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. november 2025 Nr. 177

Kunngerð um eftirlit við heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Við heimild í § 19, stk. 3, í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður ásett:

§ 1 Henda kunngerð ásetir nærri reglur um eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum eftir…

Henda kunngerð ásetir nærri reglur um eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum eftir løgtingslógini.

§ 2 Kommunurnar hava eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum, ið verða veitt sambært løgtingslógini

Kommunurnar hava eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum, ið verða veitt sambært løgtingslógini. Stk. 2. Í teimum økjum, har heimatænastan og eldrarøktin er skipað í kommunal samstarvsøkir, eru tað stýrini í samstarvsøkjunum, sum hava ábyrgdina av eftirlitinum. Stk. 3. Kommunan er í hesi kunngerð at skilja sum Tórshavnar kommuna ella kommunalu samstørvini fyri eldraøkini.

§ 3 Kommunan hevur eftirlit við, at tilboð og tænastur samsvara við ásetingarnar í løgtingslógini og…

Kommunan hevur eftirlit við, at tilboð og tænastur samsvara við ásetingarnar í løgtingslógini og at kommunan fylgir ásetingunum í § 5 í løgtingslógini um avgerðir um tilboð og tænastur, harundir eftirlit við: 1) Tilboðum til heimabúgvandi. 2) Bústøðum. 3) Fyrisitingarligum mannagongdum viðvíkjandi tørvsmeting, avgerðum, kunning, vegleiðing og hoyring. 4) Førleikum og samstarvi. Stk. 2. Eftirlitið, sum m.a. tekur støði í stakroyndum, kann gerast sum eitt heildareftirlit ella býtast sundur í nøkur økir, sum nevnd í stk. 1, nr. 1-4.

§ 4 Kommunurnar skipa fyri óheftum eftirliti sambært hesi kunngerð, soleiðis at miðað verður eftir at…

Kommunurnar skipa fyri óheftum eftirliti sambært hesi kunngerð, soleiðis at miðað verður eftir at náa runt um alt virksemið innan eitt tíðarskeið á 5 ár, sí skjal 1. Stk. 2. Eftirlitið skal virka óheft av kommununi og kann ikki fremjast av starvsfólki, sum er í kommunalum starvi, har eftirlitið fer fram. Eftirlitið kann tó fremjast av starvsfólki við neyðugum førleikum frá øðrum kommunum. Stk. 3. Eftirlitið kann skipast soleiðis, at tað verður fingið til vega frá øðrum privatum ella almennum veitara við neyðugum førleikum. Stk. 4. Eftirlitið kann verða skipað sum fráboðað og ófráboðað eftirlit.

§ 5 Øll neyðug skjøl verða útflýggjað í sambandi við eftirlitið. Tað kann vera ársfrágreiðing frá…

Øll neyðug skjøl verða útflýggjað í sambandi við eftirlitið. Tað kann vera ársfrágreiðing frá kommununi, avrit av skrivligum klagum um tilboð og tænastur, avrit av fundarfrásagnum og annað viðkomandi tilfar.

§ 6 Í sambandi við eftirlitið kann verða skipað fyri samrøðum við búfólk og fólk, sum fáa tilboð og…

Í sambandi við eftirlitið kann verða skipað fyri samrøðum við búfólk og fólk, sum fáa tilboð og tænastur sambært løgtingslógini, og teirra avvarðandi.

§ 7 Endalig eftirlitsfrágreiðing skal vera gjørd í seinasta lagi 6 mánaðir eftir at eftirlitið er framt

Endalig eftirlitsfrágreiðing skal vera gjørd í seinasta lagi 6 mánaðir eftir at eftirlitið er framt. Stk. 2. Innan 4 mánaðir eftir at eftirlit er framt, verður ein fyribils eftirlitsfrágreiðing skrivað, ið skal innihalda niðurstøður frá eftirlitinum, herundir tilmæld átøk og viðmældar broytingar. Kommunan skal hava høvi at viðmerkja uppskotið, áðrenn frágreiðingin er endalig. Stk. 3. Áðrenn eftirlitsfrágreiðingin gerst endalig, skal kommunan, innan 2 mánaðar, gera sínar endaligu viðmerkingar til, hvat niðurstøðurnar frá eftirlitinum geva kommununi høvi til. Stk. 4. Endalig eftirlitsfrágreiðing skal latast kommununi og landsstýrisfólkinum í almannamálum, og skal síðani, alt fyri eitt, almannakunngerast á heimasíðuni hjá kommununi.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026. Almanna- og mentamálaráðið, 19. november 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.) Høvuðsøkini hjá eftirlitinum – við dømum um spurningar, sum kunnu nýtast, tá ið eftirlitið verður framt Høvuðsøkir: Høvuðsøkir Dømi uppá spurningar Tænastur Tilboð til heimabúgvandi Heimatænasta og heimasjúkrarøkt Endur- og viðlíkahaldsvenjing Búpláss 1) Verða fyribyrgjandi vitjanir framdar? 2) Finnast mannagongdir fyri, hvussu skal farast fram, um fyribyrgjandi vitjanir ikki verða veittar? 3) Hvørjar tænastur og bútilboð verða bjóðað? 4) Er bíðilisti til tænastur og tilboð, og hvussu leingi mugu borgarar bíða eftir teimum? 5) Hvussu verður tryggjað, at tilboðið verður latið teimum, ið hava størstan tørv? 6) Verða tænasturnar, sum borgararnir eru visiteraðir til, veittar teimum? 7) Hvat verður gjørt fyri at varðveita førleikarnar hjá borgaranum? 8) Eru nóg nógvar tænastur, tilboð og búpláss í kommunala samstarvinum í mun til tørvin? 9) Hvussu verður borgarin tryggjaður eina samskipaða heildartænastu? 10) Verða ansingarsamsýningar veittar? 11) Hvussu tryggjar kommunan, at ansingarsamsýningarnar verða regluliga endurskoðaðar? 12) Hvussu nógvir borgarar fáa ansingarsamsýning og hvussu nógvir teirra fáa harumframt aðrar tænastur? Fyrisiting Tørvsmeting Avgerðir 1) Hvussu tryggjar samstarvið, at mannagongdirnar verða dagførdar? 2) Hvussu fer visitatiónin fram? 3) Hvussu verða avgerðir um tænastur og tilboð til borgaran grundaðar á fakligar tørvsmetingar? 4) Hvørja fakligar metingar liggja til grundar fyri tørvsmetingina? 5) Á hvønn hátt verður tryggjað, at broyttur tørvur verður skrásettur og eftirmettur? 6) Eru avgerðir altíð skrivligar og við kæruvegleiðing? 7) Hvussu verður skjalfest? Er støðulýsing dagførd og er lívssøga gjørd? 8) Hvussu verður farið fram við fráboðanum sambært § 8? 9) Hvørji hagtøl verða innsavnað? 10) Nær er byrjað at savna hagtøl? 11) Hvussu verður Tvingsilslógini handfarin? 12) Hvussu nógvar umsóknir eru móttiknar, og hvussu nógvar teirra hava fingið játtan ella sýtan? 13) Hvussu ofta eru akutt inntriv sett í verk? Kunning, vegleiðing og hoyring Samstarvsráð Borgarar 1) Hvussu tryggja tit, at borgarin verður hoyrdur – t.d. tá týðandi umskipanir ella bygnaðarbroytingar verða gjørdar? 2) Er samstarvsráð skipað? Og hvussu verða tey brúkt? 3) Hvussu tryggjar økið eina mentan, har borgarin hevur ávirkan og so nógvan sjálvsavgerðarrætt sum møguligt? 4) Hvussu fáa borgararnir kunning um tær tænastur, sum samstarvið bjóðar? Førleikar og samstarv 1) Hvussu er samansetingin av fakfólki? 2) Hvussu nógv ófaklærd eru í starvi? 3) Hvussu samsvara førleikarnir hjá starvsfólkunum við tær uppgávur, tey røkja? 4) Hvussu verður tvørgangandi samstarv tryggjað? 5) Hvussu er samstarvið við aðrar myndugleikar?

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙