Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. desember 2023 Nr. 171
Kunngerð um javning av endurgjaldsupphæddum í ferðslulógini í 2024
Við heimild í § 55, stk. 5 í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 2015, verður ásett:
§ 1 Tær í § 55, stk. 4 nevndu endurgjaldsupphæddir eru frá 1. januar 2024 til 1. januar 2025…
Tær í § 55, stk. 4 nevndu endurgjaldsupphæddir eru frá 1. januar 2024 til 1. januar 2025 ávikavist 136 mió. kr. fyri persónskaða ella miss av uppihaldara og 27 mió. kr. fyri skaða á lutir.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 21. desember 2023 Dennis Holm (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.