Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2023 Nr. 170
Kunngerð um broyting í kunngerð um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi
(Fult ískoyti verður veitt til sálarfrøðiliga viðgerð hjá persónum millum 15 til 25 ár, ið hava angist ella lætt til moderat tunglyndi)
§ 1 Í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá…
Í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 4. apríl 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Ávísingin er bert galdandi, um sálarfrøðingurin móttekur hana í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at hon varð útflýggjað.” 2. Í § 4 verða sum stk. 2-4 sett: “Stk. 2. Heilsutrygd veitir 40% í ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi. Stk. 3. Heilsutrygd veitir fult ískoyti til viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi til persónar millum 15 til 25 ár, ið hava angist ella lætt til moderat tunglyndi. Fult ískoyti verður veitt til í mesta lagi 12 viðgerðir. Stk. 4. Fyri at fáa fult ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð sambært stk. 3 er tað ein treyt, at persónurin lýkur treytirnar í skjali 1.” 3. Skjal 1 verður sett sum skjal í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024. Heilsumálaráðið, 22.desember 2023 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Turid Arge (sign.) Skjal 1 Treytir fyri at fáa ávísing frá kommunulækna til 12 ókeypis sálarfrøðiligar viðgerðir Avmarking av persónsbólki við løttum til moderatum tunglyndi Treytir fyri at persónar við løttum til moderatum tunglyndi eru fevndir av § 4, stk. 3: 1) Persónurin skal vera læknafakliga diagnostisk útgreinaður sambært galdandi kliniskum leiðreglum innan økið; harumframt kann tað gerast ein psykometrisk screening so sum “Major ICD-10 Depression Spørgeskema”. 2) Virkisførleikin hjá persóninum skal vera lætt ella moderat niðursettur orsakað av tunglyndinum hjá persóninum. 3) Sambært eini læknafakligari meting vil persónurin fáa gagn av sálarfrøðiligari viðgerð hjá løggildum sálarfrøðingi, og mett verður harumframt, at tað ikki er nóg mikið við viðtalum hjá kommunulækna sum einasta viðgerð. Avmarking av persónsbólki við angist Treytir fyri at persónar við angist eru fevndir av § 4, stk. 3: 1) Persónurin skal vera læknafakliga diagnostisk útgreinaður sambært galdandi kliniskum leiðreglum innan økið; harumframt kann tað gerast ein psykometrisk screening so sum “Angst-Symptom-Spørgeskemaet (ASS)”. 2) Kommunulæknin hjá persóninum skal hava diagnostiserað viðkomandi við einari av niðanfyrinevndu diagnosum (sambært ICD-10 klassifikatiónum): F40.0 Agorafobi F40.1 Sosialfobi F40.2 Einkult fobi F41.0 Panikkangist F41.1 Generaliserað angist F41.2 Lætt angist-tunglyndi F41.3 Onnur blandað angiststøða F41.8 Aðrar angiststøður F41.9 Angiststøða, sum ikki er greinað eftir slagi F42.0 Obsessiv-kompulsiv atferð F43.1 Posttraumatisk belastningsreaktión 3) Virkisførleikin hjá persóninum skal vera lætt ella moderat niðursettur orsakað av angiststøðuni hjá persóninum. 4) Sambært eini læknafakligari meting vil persónurin fáa gagn av sálarfrøðiligari viðgerð hjá løggildum sálarfrøðingi, og mett verður harumframt, at tað ikki er nóg mikið við viðtalum hjá kommunulækna sum einasta viðgerð.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.