Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
17. februar 2026 Nr. 17
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir heystgýtandi sild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026
Við heimild í § 22, stk. 1, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4, 6, 9 og 10 og stk. 3, § 38, stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023 og løgtingslóg nr. 91 frá 7. mai 2025, verður ásett:
Virkisøki
§ 1 Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi við fiskiførum undir…
Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026. Heildarkvota og býti
§ 2 Heildarkvotan av heystgýtandi sild til føroysk skip í 2026 verður sett til 11.750 tons
Heildarkvotan av heystgýtandi sild til føroysk skip í 2026 verður sett til 11.750 tons. Stk. 2. Kvotan sambært stk. 1 verður latin eigarum av fiskiførum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av heystgýtandi sild á føroysku landleiðunum, ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Fiskiloyvi
§ 3 Fiskiskapur eftir heystgýtandi sild sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum…
Fiskiskapur eftir heystgýtandi sild sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi til slíkan fiskiskap frá Vørn. Stk. 2. Umsókn um fiskiloyvi skal sendast Vørn. Leiðir og reiðskapur
§ 4 Fiskiskapur av kvotunum sambært § 2, stk. 1 kann bara fara fram við uppsjóvartroli ella við nót.…
Fiskiskapur av kvotunum sambært § 2, stk. 1 kann bara fara fram við uppsjóvartroli ella við nót. Loyvt er bert at fiska á leiðum uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum sunnan fyri 62°30' N. Stk. 2. Grundlinjurnar sambært stk. 1 eru tær, ið eru ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne.
§ 5 Hóast ásetingina í § 4 er veiða við uppsjóvartroli ikki loyvd á leiðum innan fyri linjur drignar…
Hóast ásetingina í § 4 er veiða við uppsjóvartroli ikki loyvd á leiðum innan fyri linjur drignar millum hesar knattstøður: 1) 62°30.000' N, 008°18.000' V 2) 62°17.923' N, 008°45.035' V 3) 62°12.051' N, 008°46.020' V 4) 61°49.202' N, 008°41.782' V 5) 61°32.835' N, 008°20.627' V 6) 61°27.762' N, 008°06.833' V 7) 61°21.794' N, 007°50.775' V 8) 61°17.148' N, 007°19.971' V 9) 60°41.011' N, 006°46.459' V 10) 60°35.009' N, 006°37.340' V 11) 60°34.959' N, 006°08.948' V 12) 60°58.284' N, 005°33.527' V 13) 61°09.478' N, 005°23.391' V 14) 61°21.514' N, 005°03.171' V 15) 62°13.116' N, 004°07.157' V 16) 62°30.000' N, 004°58.000' V 17) 62°30.000' N, 008°18.000' V
§ 6 Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki,…
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki, ásettar í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi, og § 2 í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum. Partroling
§ 7 Fiskifar við fiskiloyvi at fiska heystgýtandi sild kann partrola saman við fiskifari, sum eisini…
Fiskifar við fiskiloyvi at fiska heystgýtandi sild kann partrola saman við fiskifari, sum eisini hevur fiskiloyvi at fiska heystgýtandi sild. Stk. 2. Áðrenn fiskifar byrjar at partrola, skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar. Stk. 3. Tað er bara loyvt at skifta fiskifar, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifar, sum hevur veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kann ikki partrola við annað fiskifar, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. Landing
§ 8 Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum, og kunngerð um…
Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum, og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum, skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð. Hjáveiða
§ 9 Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, ið er undir kvotuskipan, er hjáveiða av…
Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, ið er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum fiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir heystgýtandi sild. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni hjá viðkomandi fiskifari. Stk. 2. Hjá fiskiførum sambært stk. 1, har kvota av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, ið er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing.
§ 10 Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur skal fyri hvørja avreiðing…
Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur skal fyri hvørja avreiðing ikki vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni. Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
§ 11 Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap…
Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.
§ 12 Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um ungfisk, ásettar í…
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um ungfisk, ásettar í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski. Undirmálsfiskur
§ 13 Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meir enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin
Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meir enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Stk. 2. Heystgýtandi sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild. Meskar í uppsjóvartroli
§ 14 Tá heystgýtandi sild verður veidd við uppsjóvartroli, skulu meskarnir ikki vera minni enn 35 mm
Tá heystgýtandi sild verður veidd við uppsjóvartroli, skulu meskarnir ikki vera minni enn 35 mm. Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 8, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir heystgýtandi sild. Umrokningarfaktorar
§ 15 Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri…
Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri heystgýtandi sild: 1) Kruvd, við høvdi: 1,00. 2) Kruvd, avhøvdað: 1,00. 3) Flak við skræðu og beinum: 2,00. 4) Flak uttan skræðu, við beinum: 2,00. 5) Flak uttan skræðu og bein: 2,00. 6) Fiskamjøl: 5,11. Ymiskar ásetingar um útgerð umborð
§ 16 Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera…
Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meira enn 15 mm í tvørmáti.
§ 17 Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum undir vatnganginum
Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum undir vatnganginum.
§ 18 Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð…
Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.
§ 19 Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi…
Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Verður veiðan fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing. Virking umborð
§ 20 Í 2026 er loyvt at virka veiðu umborð eftir treytum, sum Vørn ásetir
Í 2026 er loyvt at virka veiðu umborð eftir treytum, sum Vørn ásetir. Stk. 2. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur. Sýni
§ 21 Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 22 Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni,…
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd. Eygleiðari
§ 23 Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð.…
Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Vørn krevur gjald fyri eygleiðara frá fiskifarinum. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Fráboðanir
§ 24 Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið byrjar fiskiskap. 2) Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 føroyska tíð, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. 3) Skipið skal boða frá, tá tað gevst at fiska sambært hesi kunngerð. Fráboðanin skal sendast í seinasta lagi 1 tíma eftir, at skipið gevst at fiska. Revsing o.a.
§ 25 Brot á § 4, stk. 1, §§ 5, 7 og 8, § 9, stk. 2, § 10, § 13, stk. 1, § 14, stk. 1, §§ 15-17, § 18,…
Brot á § 4, stk. 1, §§ 5, 7 og 8, § 9, stk. 2, § 10, § 13, stk. 1, § 14, stk. 1, §§ 15-17, § 18, 2. pkt., §§ 19 og 24 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært § 18, 1. pkt., og §§ 21 og 22, ikki fylgir treytum ásettar sambært § 20, stk. 1, ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 23. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð
§ 26 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 17. februar 2026 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Fráboðanir til Vørn Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn fiskiskapurin byrjar. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin, áðrenn kl. 12 føroyska tíð. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast í seinasta lagi 1 tíma eftir, at skipið gevst at fiska. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.