Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mars 1999 Nr. 17

Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum

§ 1 Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru…

Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, verða hesar broytingar gjørdar: 1. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Fiskiførum størri enn 80 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, er ikki loyvt at veiða við línu innan fyri 6 fjórðingum úr grunnlinjunum.” 2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 145 mm. Tvørmátið á tráðnum í posanum (8 teir aftastu metrarnir av trolinum), eigur ikki at fara uppum 8 mm. Netið frammanfyri posan (millumstykkið) skal ikki vaksa í ummáti úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvir- og undirpartinum skulu vera eins. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvir- og undirpláturnar eru eins. Ummátið í forkanti á posanum má ikki vera víðari enn afturkantur á millumstykkinum. Tað er ikki loyvt hvørki at vaksa ella minka um víddina á posanum frammanífrá og aftureftir, tó er loyvt at sneiða 3 tær aftastu meskarnar inneftir. Meskarnar í hvørjari plátu skulu vera skornar eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnar ikki standa fult mát. Tó er loyvt: a. at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar, á undirsíðuna av trolposanum fyri at minka um slit, b. at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk. Tað er ikki loyvt at brúka gjørðir (rundstroppar), tó er loyvt at hava eina gjørð (lyftistropp) í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan. Hóast ásetingina um 145 mm verður tað loyvt trolarum at nýta annan mesk í beinleiðis veiðu eftir upsa, blálongu, langasporli, stinglaksi og kongafiski. Í beinleiðis veiðu eftir upsa er loyvt at nýta 135 mm í posanum (8 teir aftastu metrarnar). Beinleiðis veiða eftir upsa merkir, at meira enn 50% í hvørjum háli er upsi. Í beinleiðis veiðu eftir blálongu, langasporli og stinglaksi er loyvt at nýta 100 mm í posanum, ið kann verða í mesta lagi 22 metrar til longdar og 135 mm í restini av trolinum á leiðum sunnan fyri 61 o45’N og vestan fyri fyri 09 o 00’V og økið sunnan og vestan fyri eina linju millum staðfestingarnar 60 o 30’N 07 o 00’V og 60 o 00’N og 06 o 00’V. Beinleiðis veiða eftir blálongu, langasporli og stinglaksi merkir, at meira enn 50% av veiðuni er blálonga, langasporl ella stinglaksur. Ikki er loyvt at tóga á dýpi, grynri enn 500 m. Í beinleiðis veiðu eftir kongafiski er loyvt at nýta 135 mm í posanum og í restini av trolinum. Beinleiðis veiða eftir kongafiski merkir, at meira enn 50% av hvørjum háli er kongafiskur.” 3. § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Veiða við gørnum eftir toski, hýsu ella upsa er ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðum og leiðum: a) Alt árið innanfyri 30 fjórðingar úr grundlinjunum. b) Alt árið á Føroya Banka innanfyri linjur drignar millum hesi 8 støð: 1. 60°50'00"N 07°57'00"V 2. 61°03'00"N 07°57'00"V 3. 61°15'30"N 08°16'00"V 4. 61°13'20"N 08°42'12"V 5. 61°00'00"N 09°11'00"V 6. 60°48'40"N 09°25'00"V 7. 60°24'00"N 09°07'00"V”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálastýrið, 16. mars 1999 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Andras Kristiansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙