Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. mars 2019 Nr. 17

Kunngerð um virkið hjá kommunala musikkskúlaleiðaranum

Við heimild í § 9, stk. 5 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:

§ 1 Fyri tann einstaka musikkskúlan setir kommunan ein kommunalan musikkskúlaleiðara

Fyri tann einstaka musikkskúlan setir kommunan ein kommunalan musikkskúlaleiðara. Stk. 2. Kommuna fevnir eisini um kommunal samstarvsøki, og tí kann ein kommunalur musikkskúlaleiðari røkja uppgávur í fleiri musikkskúlum ella tvørtur um kommunumark.

§ 2 Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur dagligu leiðsluna av musikkskúlanum í kommununi

Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur dagligu leiðsluna av musikkskúlanum í kommununi.

§ 3 Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur dagligu námsfrøðiligu ábyrgdina fyri tí virksemi, ið skipað…

Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur dagligu námsfrøðiligu ábyrgdina fyri tí virksemi, ið skipað verður í tí kommunala musikkskúlanum.

§ 4 Kommunali musikkskúlaleiðarin og musikkskúlastjórin eiga at vera í regluligum og skipaðum…

Kommunali musikkskúlaleiðarin og musikkskúlastjórin eiga at vera í regluligum og skipaðum samskifti og samstarvi.

§ 5 Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur tað dagliga samskiftið við musikkskúlalærararnar. Kommunali…

Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur tað dagliga samskiftið við musikkskúlalærararnar. Kommunali musikkskúlaleiðarin leiðir og fordeilir arbeiðið innanfyri tað lærarabýti, tímabýti og lærugreinabýti, ið musikkskúlastjórin hevur játtað kommunala musikkskúlanum.

§ 6 Lærarar hava, hvat viðvíkur dagliga virkseminum, tilvísing til kommunala musikkskúlaleiðaran

Lærarar hava, hvat viðvíkur dagliga virkseminum, tilvísing til kommunala musikkskúlaleiðaran.

§ 7 Kommunali musikkskúlaleiðarin skipar undirvísing á miðnámsstigi og á prelimineru…

Kommunali musikkskúlaleiðarin skipar undirvísing á miðnámsstigi og á prelimineru orgulútbúgvingini, sum báðar enda við próvtøku, samsvarandi § 2, stk. 3-5 í løgtingslógini.

§ 8 Kommunali musikkskúlaleiðarin ger leiðreglur viðvíkjandi upptøku, virksemi, undirvísingaramboðum…

Kommunali musikkskúlaleiðarin ger leiðreglur viðvíkjandi upptøku, virksemi, undirvísingaramboðum o.ø. í kommunala musikkskúlanum.

§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 12. mars 2019 Hanna Jensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) · innanhýsis
Galdandi · 29. mai 2017

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙