Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. apríl 2014 Nr. 17
Kunngerð um próvtøkur í heilsuútbúgvingunum
Kapittul 1 Endamál
Kapittul 2 At leggja til rættis
Kapittul 3 Innskriving til próvtøku
Kapittul 4 Próvtøkuhættir
Kapittul 5 Próvtøkuhald
Kapittul 6 Próvdómarar og próvhoyrarar
Kapittul 7 Døming
Kapittul 8 Prógv
Kapittul 9 Skeivleikar ella brek í sambandi við próvtøku
Kapittul 10 Kærur um próvtøku
Kapittul 11 Aðrar reglur
Kapittul 12 Gildiskoma
Við heimild í § 9, stk. 1 í løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar verður ásett:
Kapittul 1
Endamál
Kapittul 1 Endamál
Endamálið við próvtøkum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í heilsuútbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum. Stk. 2. Kunngerðin er galdandi fyri tær próvtøkur, sum skulu við á prógv ella í skjalváttan. Stk. 3. Í kunngerð um útbúgvingar til heilsuhjálpara og heilsurøktara, í námsætlanunum, í námsskipanini og í hesi kunngerð er ásett, hvørjar próvtøkur eru partar av samlaðu próvtøkuni í heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingini. Kapittul 2 At leggja til rættis
Kapittul 2 At leggja til rættis
Próvtøkurnar verða skipaðar soleiðis, at váttan fæst fyri, í hvønn mun próvtakari hevur rokkið málunum og lokið krøvini í útbúgvingunum.
Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur mótvegis Mentamálaráðnum ábyrgd av, at allar próvtøkur á Heilsuskúla Føroya fara fram sbrt. reglunum í hesi kunngerð, sbrt. ásetingum frá Mentamálaráðnum, sbrt. námsskipanunum hjá skúlanum, og at skúlin hevur orðað tær mannagongdir og vegleiðingar, ið eru nevndar í § 6, stk. 4.
Mentamálaráðið ásetir dag og tíðarkarmar fyri tær munnligu og skrivligu próvtøkurnar innan karmarnar í kunngerð um útbúgvingar til heilsuhjálpara og heilsurøktara og námsætlanunum. Stk. 2. Mentamálaráðið ásetur dag, tá ið Heilsuskúli Føroya skal kunngera próvtøkuætlanina. Stk. 3. Mentamálaráðið ger yvirskipaða vegleiðing um verklig viðurskifti og mannagongdir í sambandi við próvtøkuhald. Stk. 4. Mentamálaráðið útvegar uppgávur til skrivligu próvtøkurnar.
Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya skal skipa so fyri, at grundarlagið og undirvísingargongdirnar i teimum munnligu próvtøkulærugreinunum eru tøk á heimasíðu skúlans í seinasta lagi 28 dagar, áðrenn munnligu próvtøkurnar verða kunngjørdar.
Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgd av, at næmingarnir verða kunnaðir um tey mál og tey krøv, sum hava týdning í sambandi við próvtøkurnar. Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya skal í seinasta lagi 28 dagar undan próvtøkuni kunna næmingarnar um hesi viðurskifti: 1) próvtøkudagar og próvtøkutíðir, 2) tal á próvtøkum, og hvørjar lærugreinir Mentamálaráðið kann taka út til próvtøku, 3) tíðarfreistir í sambandi við innskriving sum sjálvlesandi, sbrt. § 8, 4) treytirnar fyri at luttaka í eini próvtøku, sbrt. § 7 og 5) verkætlanir, ið annaðhvørt eru partar av sjálvari próvtøkuni ella skulu skjalprógvast, áðrenn próvtøka kann byrja. Stk. 3. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya skal í seinasta lagi 28 dagar undan próvtøkuni skipa fyri, at næmingar og onnur, sum hava við próvtøkuna at gera, eru kunnug við hesi viðurskifti: 1) avleiðingar av sjúku ella avleiðingar av fráveru av orsøkum, próvtakarin ikki hevur ræði á, sbrt. § 9, 2) reglurnar fyri nýtslu av hjálparmiðlum, sbrt. § 13, 3) nær ein próvtøka er byrjað, og nær hon er lokin, sbrt. § 14, 4) reglurnar í sambandi við innlating av skrivligum próvtøkuavrikum, sbrt. § 17, 5) avleiðingar av at vera ov seinur ella als ikki at møta til próvtøku, sbrt. § 15, 6) serligar próvtøkutreytir, sbrt. § 16, 7) avleiðingar av at útvega sær sjálvum ella veita øðrum ólógliga hjálp, sbrt. § 17 og 8) kærufreistir og kærumannagongdir, sbrt. kapittul 10. Stk. 4. Útbúgvingarstovnurin ger sjálvur nærri reglur og mannagongdir í sambandi við próvtøku, m.a. reglur um avleiðingar av órógvandi atburði, um samleikaprógv hjá próvtakaranum, og um hvussu hjálparmiðlar verða nýttir, sbr. § 13. Stk. 5. Reglur og mannagongdir nevndar í stk. 2-4 skulu liggja á sjónligum staði á heimasíðu hjá Heilsuskúla Føroya. Kapittul 3 Innskriving til próvtøku
Kapittul 3 Innskriving til próvtøku
Næmingur, sum hevur fylgt undirvísingini, er innskrivaður til próvtøku og kann fara til próvtøku beint eftir, at undirvísingin í lærugreinini er lokin, ella við útbúgvingarlok. Stk. 2. Fyri kunna fara til próvtøku krevst, at formligu krøvini til innlating av kravdum uppgávum, verkætlanum, samandráttum o.ø., sambært ásetingunum, ið galda fyri einstøku lærugreinina, eru lokin í seinasta lagi 14 dagar undan seinasta undirvísingardegi. Stk. 3. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya sær til, at krøvini eru lokin fyri hvønn næming sær.
Sjálvlesandi kann innskriva seg til próvtøku í einari ella fleiri lærugreinum sambært ásetan í námsskipanunum.
Próvtakari, sum ikki fær møtt til próvtøku vegna skjalprógvaða sjúku, ella er forðaður at luttaka av aðrari orsøk, sum próvtakarin ikki sjálvur hevur ræði á, skal hava møguleika at fara til próvtøku skjótast gjørligt í sama próvtøkuskeiði. Sjúka skal vera skjalprógvað í seinasta lagi tann dagin, próvtøkan fer fram. Stk. 2. Sjúka í sambandi við verkætlan skal skjalprógvast sama dag, sum sjúkan verður fráboðað Heilsuskúla Føroya. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann gera av at leingja innlatingarfreistina ella at áseta sjúkrapróvtøku. Mentamálaráðið skal hava fráboðan um slíkar avgerðir. Stk. 3. Næmingur, sum ikki møtir til próvtøku, og sum ikki lýkur ásetingarnar í stk. 1, kann ikki halda fram í útbúgvingini. Stk. 4. Næmingurin kann tó skrivliga og við grundgeving søkja leiðara útbúgvingarstovnsins um loyvi at ganga skúlaskeiðið umaftur, har lærugrein, sum próvtøka var í, lá í útbúgvingini. Kapittul 4 Próvtøkuhættir
Kapittul 4 Próvtøkuhættir
Ymiskir próvtøkuhættir skulu stuðla undir, at endamálið við útbúgvingini verður rokkið. Próvtakarar verða dømdir hvør sær. Stk. 2. Próvtøkurnar verða skipaðar sum einstaklingspróvtøkur, um ikki annað er ásett í reglunum í námsætlanini í teimum einstøku lærugreinunum ella í námsskipanunum.
Tá ið próvtøkuháttur verður valdur, skulu hesir lutir vera við avgerðini: 1) Próvtøkugrundarlag: a) tilfar og b) møguligt ískoytistilfar. 2) Próvtøkugongd: a) tíðarkarmur, b) val av próvtøkuspurningi, c) møgulig fyrireiking og d) próvhoyring. 3) Svarháttur: a) skrivligur, b) munnligur, c) verkligur ella d) samansetingar av a-c. Stk. 2. Próvtøkan kann heilt ella lutvíst vera talgild, tá ið tað snýr seg um próvtøkugrundarlag, próvtøkugongd og svarhátt. Stk. 3. Einstaka próvtøkan kann vera eingreinalig ella fleirgreinalig. Stk. 4. Próvtøkuspurning til eina munnliga próvtøku fær próvtakarin við at taka próvtøkuspurning. Við próvtøkubyrjan skulu allir próvtøkuspurningar liggja frammi, og hvør próvtakari tekur ein próvtøkuspurning, so hvørt próvtøkan fer fram. Talið av próvtøkuspurningum skal í minsta lagi vera tríggir fleiri enn próvtakaratalið. Sami próvtøkuspurningur kann ikki ganga aftur í einum flokki ella bólki. Stk. 5. Tá ið próvtakarin tekur próvtøkuspurningin, skal próvhoyrari og annaðhvørt próvdómarin, leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ella ein av honum tilnevndur persónur vera til staðar. Stk. 6. Próvtøkuspurningar og tilfar knýtt at próvtøkuspurningunum skulu vera próvdómaranum í hendi í seinasta lagi 5 yrkadagar fyri próvtøkuna, um ikki serlig viðurskifti forða fyri tí. Próvtøkuspurningar og tilfar knýtt at próvtøkuspurningunum verða send próvdómaranum í talgildum líki. Kapittul 5 Próvtøkuhald
Kapittul 5 Próvtøkuhald
Munnligar og verkligar próvtøkur eru almennar. Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann víkja frá ásetingini í stk. 1, um serligar umstøður tala fyri tí. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann vegna plásstrot avmarka áhoyraratalið. Stk. 3. Tá ið próvtakari fer til munnliga próvtøku við støði í einum bólkaavriki, kann eingin av hinum próvtakarunum í bólkinum, sum hava verið við til at framleitt avrikið, vera til staðar í próvtøkuhølinum, fyrr enn teir, hvør sær, sjálvir eru próvhoyrdir og hava fingið próvtal. Stk. 4. Ljóð- og myndaupptøka í fyrireikingar- ella próvtøkuhølunum er ikki loyvd til skrivligu og munnligu próvtøkurnar, uttan so at hesar upptøkur eru partar av próvtøkuni sambært ásetingunum í námsætlanini í einstøku lærugreinini. Stk. 5. Tá ið próvtal verður endaliga ásett í sambandi við munnliga ella verkliga próvtøku, mugu bert próvhoyrari og próvdómari vera til staðar. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann tó í samráði við próvhoyrara og próvdómara gera av, at ein ikki royndur lærari kann vera hjástaddur og lurta, meðan samráðst verður um ásetan av próvtali.
Útbúgvingarstovnurin skal skipa so fyri, at próvtakarin hevur hóskandi arbeiðsumstøður undir próvtøkuni, og at próvtøkurnar kunnu verða hildnar ótarnaðar. Próvtøkuumstøðurnar verða skipaðar soleiðis, at tað er ómøguligt hjá próvtakara at samskifta á óætlaðan hátt. Stk. 2. Próvtakarin kann nýta hjálparmiðlar og talgilda útgerð til próvtøkuna. Reglurnar í námsætlanunum fyri lærugreinirnar og umstøðurnar annars kunnu tó avmarka nýtsluna. Stk. 3. Heilsuskúli Føroya ger ítøkiligar mannagongdir um verklig viðurskifti í sambandi við próvtøkuumstøðurnar og í sambandi við nýtslu av hjálparmiðlum og talgildari útgerð til próvtøkuna.
Ein skrivlig próvtøka er byrjað, tá byrjað verður at býta út próvtøkuuppgávurnar. Ein munnlig próvtøka er byrjað, tá próvtakarin hevur tikið próvtøkuspurningin, uppgávuna, uppgávuorðingina, fyrireikingartilfarið ella samsvarandi. Stk. 2. Próvtøkur skulu vera hildnar innan fyri ásetta tíðarkarmin. Í sambandi við munnliga próvtøku er tíðin, tað tekur at útflýggja próvtøkuspurning, tilfar o.tíl., íroknað fyrireikingartíðina, og tíðin, tað tekur at samráðast og áseta próvtal, íroknað próvtøkutíðina.
Próvtakari, sum ikki møtir ella kemur ov seint til munnliga próvtøku, kann ikki krevja at sleppa til próvtøkuna. Eru próvhoyrari og próvdómari samdir, kunnu teir kortini loyva próvtakaranum at fara til munnliga próvtøku. Stk. 2. Um leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya heldur, at próvtakari, sum er ov seinur til skrivliga próvtøku, ikki kann hava fingið upplýsingar um uppgávuna, og at seinkanin er stutt og hevur rímiligar orsøkir, kann leiðarin loyva próvtakaranum at luttaka. Próvtøkutíðin kann ikki verða longd uttan undir heilt serligum umstøðum. Stk. 3. Um hildið verður, at próvtakarin ikki hevur ræði á fráveru ella seinkan frá próvtøku, kann próvtakarin fáa boðið at fara til próvtøku seinni í sama próvtøkuskeiði ella fylgjandi sjúkrapróvtøkuskeiði, treytað av, at sjúkrapróvtøka annars verður hildin.
Heilsuskúli Føroya kann gera av at bjóða próvtakara við sálarligum ella likamligum avmarkingum serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta hann við aðrar próvtakarar. Í slíkum føri má fakliga støðið ikki verða lækkað. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya skal skrivliga lýsa próvtøkustøðuna hjá próvtakaranum fyri próvdómara.
Eitt próvtøkuavrik skal vera próvtakarans egna sjálvstøðuga svar, um ikki annað er ásett. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya vísir próvtakara burtur frá avvarðandi próvtøku, um próvtakarin útvegar sær sjálvum ella veitir øðrum ólógliga hjálp, ella nýtir hjálparmiðlar, sum ikki eru loyvdir. Stk. 2. Tá próvtakari letur inn skrivligt avrik, skal hann við sínari undirskrift vátta, at próvtøkuavrikið er framleitt uttan at nýta ikki loyvdar hjálparmiðlar og á regluligan hátt. Stk. 3. Er illgruni um, meðan próvtøkan fer fram ella seinni, at próvtakari ólógliga hevur útvegað sær ella veitt øðrum hjálp, ella hevur latið avrik hjá øðrum inn sum sítt egna, ella endurnýtt áður dømt avrik, skal leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya beinanvegin hava fráboðan um hetta. Verður illgrunin staðfestur og brotið mett at hava kunnað fingið ella hava havt ávirkan á dømingina, verður próvtakarin vístur burtur frá avvarðandi próvtøku alt fyri eitt. Stk. 4. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann vísa burtur próvtakara frá avvarðandi próvtøku, um hann undir próvtøkuni brýtur ásetingarnar í § 6, stk. 3, nr. 2 og 7. Stk. 5. Burturvísing frá próvtøku hevur við sær, at møgulig próvtøl detta burtur. Próvtakari, sum er burturvístur frá próvtøku, kann søkja um at fara til nýggja próvtøku seinni, t.e. í einum próvtøkuskeiði seinni, tá ið próvtøka annars verður hildin í lærugreinini. Tó skal vera farið til próvtøku í seinasta lagi eitt ár aftaná burturvísing frá próvtøku.
Próvtøkurnar fara fram á føroyskum. Próvtøkurnar kunnu í ávísum førum fara fram á øðrum máli, tó ikki í teimum førum har endamálið við próvtøkuni er at skjalprógva førleika próvtakarans í føroyskum. Tað er ein fyritreyt, at próvtakari, próvhoyrari og próvdómari hava neyðugan førleika í avvarðandi máli.
Próvtøka kann fara fram umvegis netið, um próvtakari er lógliga forðaður í at vera hjástaddur til próvtøkuna, eitt nú í sambandi við sjúkraviðgerð. Ein fortreyt er, at próvtøkan fer fram undir eftirliti og undir tryggum umstøðum. Í námsskipanunum verða nærri reglur ásettar um hetta. Stk. 2. Mentamálaráðið setur seg í samband við stovn við atliti at próvtøku sbrt. stk. 1. Kapittul 6 Próvdómarar og próvhoyrarar
Kapittul 6 Próvdómarar og próvhoyrarar
Próvdómari ella próvdómarar skulu sbrt. ásetingunum í námsætlanunum próvdøma øll próvtøkuavrik.
Mentamálaráðið tilnevnir próvdómarar við støði í upplýsingum frá Heilsuskúla Føroya, bæði til munnligar og skrivligar próvtøkur. Stk. 2. Mentamálaráðið kann tilnevna aðrar próvdómarar enn teir, sum hava tilknýti til útbúgvingarstovn. Stk. 3. Mentamálaráðið áleggur próvdómarum próvdómarauppgávur.
Heilsuskúli Føroya hevur ábyrgd av, at upplýsingar um lærarar og onnur, sum kunnu gerast próvdómarar, eru rættir. Stk. 2. Lærari hevur próvdómaraførleika í eini lærugrein, tá ið hann hevur framt eina fulla undirvísingargongd, ið leiðir fram til próvtøku í avvarðandi lærugrein á tí stigi, hann skal próvdøma, ella tá hann hevur próvhoyrt í lærugreinini áður. Stk. 3. Mentamálaráðið kann við støði í ítøkiligari meting víkja frá ásetingunum í stk. 2.
Fyri próvdómara og próvhoyrara eru ásetingarnar um gegni og tagnarskyldu í løgtingslóg um fyrisiting galdandi. Stk. 2. Mentamálaráðið tekur í hvørjum einstøkum føri avgerð um, hvørjir próvdómarar og hvørjir próvhoyrarar kunnu próvdøma hvør hjá øðrum í sambandi við próvtøku.
Um tilnevndur próvdómari brádliga fær forfall, ella líknandi serstøða tekur seg upp, tilnevnir Mentamálaráðið í samráð við Heilsuskúla Føroya annan próvdómara.
Til munnliga próvtøku skal próvdómarin: 1) ansa eftir, at próvtøkan er í samsvari við mál og krøv í avvarðandi lærugreinum, 2) hjálpa til og ansa eftir, at próvtøkan fer fram sbrt. galdandi reglum í avvarðandi lærugrein, 3) hjálpa til og ansa eftir, at próvtakarar fáa einsháttaða og rættvísa viðferð, og 4) at avrikið verður dømt álítandi og í samsvari við reglurnar um próvtalsgeving. Stk. 2. Próvdómari kann seta próvtakara dýpandi spurningar uttan loyvi frá próvhoyrara. Stk. 3. Próvdómari skal til egna nýtslu skriva upp (skjalfesta) um próvtøkugongd, próvtøkuavrik og um ásetan av próvtali hjá einstaka próvtakaranum. Stk. 4. Próvhoyrarin skal til egna nýtslu skriva upp stikkorð um próvtøkugongd, próvtøkuavrik og ásetan av próvtali hjá einstaka próvtakaranum. Stk. 5. Skjalfesting og stikkorð um próvtøkugongd skulu nýtast, um kært verður um próvtal ella í sambandi við møguliga ósemju um ásetan av próvtali. Stk. 6. Próvdómari og próvhoyrari skulu goyma skjalfestingarnar hjá sær eitt ár. Stk. 7. Staðfestir próvdómarin, ella hevur hann illgruna um, at krøvini í stk. 1 ikki eru lokin, ella gevur próvhoyringargongdin illgruna um, at brek hevur verið í undirvísingini frammanundan ella í vegleiðingini, verður próvtøkan kortini gjøgnumførd, men próvdómarin skal eftir próvtøkulok skriva frágreiðing til leiðaran fyri Heilsuskúla Føroya. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya sendir beinanvegin frágreiðingina til Mentamálaráðið saman við sínum egnu viðmerkingum. Stk. 8. Mentamálaráðið kann heita á próvdómara um at lata ráðnum skrivliga frágreiðing um próvtøkugongd og próvtøkuúrslit.
Lærarin, sum hevur ábyrgd av undirvísingini hjá einstaka næminginum, er próvhoyrari til munnliga próvtøku. Stk. 2. Um fleiri lærarar hava havt undirvísingina í einum flokki ella bólki, verður tann lærarin, sum hevur undirvíst í tí spurningi, sum próvtakarin tekur, próvhoyrari. Stk. 3. Lærari, sum hevur havt flokkin í avvarðandi próvtøkulærugrein, ger allar próvtøkuspurningar til munnligu próvtøkuna. Stk. 4. Í serligum førum, t.d. forfall vegna sjúku, kann leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya í samráð við Mentamálaráðið tilnevna annan próvhoyrara. Kapittul 7 Døming
Kapittul 7 Døming
Til allar próvtøkur skal einsæris døming fara fram, eisini tá ið talan er um bólkapróvtøku. Stk. 2. Øll døming verður framd sbrt. kunngerð um próvtalsstiga og døming.
Tá ið dømingin av einum munnligum próvtøkuavriki er liðug, verður úrslitið kunngjørt próvtakaranum beinanvegin. Stk. 2. Tá ið próvtalið verður kunngjørt próvtakaranum, skal próvdómarin lýða á.
Í heilsuútbúgvingum, har Mentamálaráðið stílar fyri skrivligum próvtøkum, døma tveir próvdómarar, sum Mentamálaráðið tilnevnir, skrivligu próvtøkuavrikini. Kapittul 8 Prógv
Kapittul 8 Prógv
Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya skrivar út prógv og skjalváttanir í navni Heilsuskúla Føroya. Stk. 2. Mentamálaráðið ásetir tilfar, stødd, snið, búmerki o.a. próvnum viðvíkjandi. Dømi um prógv skulu liggja á heimasíðuni hjá Heilsuskúla Føroya.
Á próvnum skulu ikki standa upplýsingar um serligar próvtøkutreytir, sbrt. § 16.
Næmingur, sum byrjar útbúgvingina av nýggjum, tekur allar lærugreinir umaftur, uttan tær lærugreinir, hann hevur avriksflutning í. Stk. 2. Endaligt støðumet verður givið í øllum lærugreinum, og endaligu støðumetini verða skrivað í prógvið. Stk. 3. Hevur næmingur fingið avriksflutning, skal út fyri lærugreinini tilskilast ARF fyri avriksflutning, og einki talmet verður skrivað.
Fyri samlaða próvtøku ella fyri stakgreinapróvtøku kann bert eitt frumprógv skrivast. Heilsuskúli Føroya kann eftir umbøn skriva út avrit av prógvi, um frumprógvið er horvið. Tilskilast skal, at talan er um avrit. Stk. 2. Heilsuskúli Føroya kann skriva út nýtt frumprógv, um gamla frumprógvið verður latið stovninum og síðani fyribeint.
Næmingur, sum gevst, hevur rætt at fáa skjalváttan fyri einstakar próvtøkur, sum hann hevur lokið, og skjalváttan fyri øll støðumet, hann áður hevur fingið í lærugreinunum.
Tá samlað prógv ella skjalváttan hjá næmingi er skrivað, skal Heilsuskúli Føroya goyma allar upplýsingar um prógv og skjalváttanir í 30 ár. Skjalatilfarið verður síðani latið Føroya Landsskjalasavni. Stk. 2. Um Heilsuskúli Føroya verður tikin av ella lagdur saman við øðrum stovni, skal Heilsuskúli Føroya lata Føroya Landsskjalasavni ella nýggja stovninum skjalatilfarið, sbrt. stk. 1.
Endalig prógv frá Heilsuskúla Føroya skulu fevna um hesar upplýsingar: 1) Næmingurin (fult navn og P-tal). 2) Heilsuskúli Føroya (stovnsupplýsingar). 3) Próvtøkuskeið. 4) Lærugreinir og lærugreinastig. 5) Vallærugreinir. 6) Støðumet og próvtøl. 7) Úrslit fyri støðumet. 8) Próvtøkuúrslit. 9) Endaligt próvtøkuúrslit. 10) Próvtøl sambært ECTS-stiganum. 11) Avriksflutningur, um slíkur finst. 12) Møguligar viðmerkingar. 13) Undirskrift stovnsleiðarans. Stk. 2. Mentamálaráðið lýsir nágreiniligar ásetingar í vegleiðing og ger leist fyri prógvið.
Á próvnum fyri lokna útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari skal tilskilast almennu lærugreinirnar og stig teirra, yrkislærugreinirnar og eindirnar í starvsliga útbúgvingarpartinum, og endalig støðumet í teimum lærugreinunum, sum sbrt. námsskipanini skulu hava endalig støðumet. Stk. 2. Av øllum endaligu støðumetunum í almennu lærugreinunum og yrkislærugreinunum verður roknað eitt miðaltal við einum desimali. Stk. 3. Av øllum próvtølum í almennu lærugreinunum og yrkislærugreinunum verður roknað eitt miðaltal við einum desimali. Stk. 4. Endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað við einum desimali sum miðaltal av miðaltalinum av endaligu støðumetunum og av miðaltalinum av próvtølunum.
Næmingur, sum til próvtøku hevur fingið minni enn 02 í yrkislærugrein ella í verkætlan, kann søkja um at fara til endurpróvtøku í hesum. Endurpróvtøka fer fram í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at próvtøkan hevur verið.
Mentamálaráðið skal hava allar upplýsingar frá Heilsuskúla Føroya við atliti at m.a. gerð av hagtølum. Kapittul 9 Skeivleikar ella brek í sambandi við próvtøku
Kapittul 9 Skeivleikar ella brek í sambandi við próvtøku
Verður Heilsuskúli Føroya í sambandi við munnliga próvtøku varur við skeivleika ella brek, sum kunnu verða rættað, tekur leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya samband við Mentamálaráðið, so avgerð verður tikin um, hvussu skeivleiki ella brek verða rættað. Stk. 2. Um skeivleikin ella brekið fevnir um fleiri próvtakarar, tekur leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya í samráð við Mentamálaráðið avgerð um, hvørt próvtakararnir skulu umdømast ella fara til endurpróvtøku. Stk. 3. Verður Heilsuskúli Føroya í sambandi við skrivliga próvtøku varur við skeivleika ella brek, sum kunnu verða rættað, tekur leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya alt fyri eitt samband við Mentamálaráðið, so avgerð verður tikin um, hvussu skeivleiki ella brek verða rættað. Mentamálaráðið tekur síðani avgerð í málinum. Stk. 4. Er talan um heilt grovar skeivleikar ella grov brek, kann Mentamálaráðið ógilda eina próvtøku, sum áður er hildin.
Umdøming ella endurpróvtøkur, sbrt. § 40, stk. 2 og 3, sum eru elvdar av skeivleika ella breki, kunnu ikki enda við einum lægri próvtali, uttan so at talan er um umdøming ella endurpróvtøku, av tí at upprunaliga próvtøkan varð ógildað. Kapittul 10 Kærur um próvtøku
Kapittul 10 Kærur um próvtøku
Próvtakari kann kæra um próvtøku til leiðaran fyri Heilsuskúla Føroya. Kæran skal vera skrivlig og hava ítøkiliga grundgeving. Er kærarin ikki myndugur, kann foreldramyndugleikin kæra í hansara stað. Stk. 2. Kæran skal vera leiðaranum fyri Heilsuskúla Føroya í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt próvtakaranum. Stk. 3. Um kærarin biður um at fáa avrit av próvtøkuuppgávu ella próvtøkuspurningi, sum hevur verið viðgjørdur og svaraður, ella avrit av egnum skrivligum próvtøkuavriki, skal Heilsuskúli Føroya útflýggja nevnda tilfar.
Kæra verður latin leiðaranum fyri Heilsuskúla Føroya einsæris. Kæran skal ítøkiliga og nágreiniliga lýsa veruligu umstøðurnar, sum sambært fatan kærarans eru orsøk til, at kæran átti at verið gingin á møti. Kæran kann snúgva seg um: 1) próvtøkugrundarlagið, t.d. próvtøkuspurningar og próvtøkuuppgávur, í mun til krøv og mál í útbúgvingini, 2) próvtøkugongdina og 3) dømingina.
Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya tekur avgerð um, hvørt kærumálið verður tikið upp, ella um tað verður víst aftur, tí málið er eyðsýnt ógrundað. Afturvísing av kæru skal vera skrivlig og grundgivin. Stk. 2. Er talan um munnliga próvtøku, og leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya tekur avgerð um, at kæran verður viðgjørd, leggur leiðarin alt fyri eitt kæruna fyri próvhoyrara og próvdómara við umbøn um, at teir í seinasta lagi innan 7 dagar lata leiðaranum eina meting av próvtøkugongdini og fakliga avriki próvtakarans. Stk. 3. Er talan um eina skrivliga próvtøku, leggur leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kæruna fyri próvdómarunum við umbøn um, at teir í seinasta lagi innan 7 dagar lata leiðaranum fyri Heilsuskúla Føroya eina fakliga meting av próvtøkavriki próvtakarans. Stk. 4. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya leggur tær í stk. 2 og 3 nevndu metingar fyri kæraran, sum fær høvi at gera møguligar viðmerkingar innan 7 dagar.
Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya tekur við støði í metingum og viðmerkingum kærarans avgerð í málinum. Avgerðin skal vera skrivlig og grundgivin, og hon skal hava eina av hesum niðurstøðum: 1) er talan um eina skrivliga próvtøku, kann kærarin verða bjóðaður umdøming, 2) kærarin fær boðið endurpróvtøku, tá ið talan er um munnliga ella skrivliga próvtøku, ella 3) kærarin fær ikki viðhald í kæruni. Stk. 2. Avgerðin skal verða fráboðað kærara, próvdómara og próvhoyrara skjótast gjørligt, og kærarin skal hava at vita, at umdøming ella endurpróvtøka kann enda við lægri próvtali. Fær kærarin ikki viðhald í sínari kæru, skal avgerðin eisini vegleiða kæraran um møguleika at kæra avgerðina til Mentamálaráðið.
Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann í avgerð síni bert bjóða umdøming ella endurpróvtøku, um umstøðurnar eru av slíkum slagi, at grundaður ivi er um dømingina ella um próvtøkumannagongdina.
Tað er bert próvtakarin sjálvur, sum kann taka av avgerð leiðarans fyri Heilsuskúla Føroya um umdøming ella endurpróvtøku. Hetta er eisini galdandi fyri próvtakara undir 18 ár. Próvtakarin skal í seinasta lagi 7 dagar eftir, at avgerðin er fráboðað honum, siga leiðaranum fyri Heilsuskúla Føroya frá, um hann tekur av. Endurpróvtøka ella umdøming skal fara fram so skjótt, sum til ber. Mentamálaráðið útvegar nýggjar próvdómarar. Stk. 2. Er talan um umdøming, skulu nýggju próvdómararnir hava øll skjøl í málinum. Stk. 3. Nýggju próvdómararnir áseta endaliga próvtalið. Stk. 4. Um próvtalið verður broytt, sbrt. stk. 3, verður frumprógvið kallað aftur, og nýtt prógv verður skrivað út.
Tekur leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya avgerð um, at kæran verður víst aftur, kann kærarin umvegis leiðaran fyri Heilsuskúla Føroya kæra afturvísingina til Mentamálaráðið í seinasta lagi 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd honum. Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ger viðmerkingar í málinum, og kærarin hevur 7 daga freist at koma við viðmerkingum til viðmerking leiðarans. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya sendir saman við sínum viðmerkingum og viðmerkingum kærarans kæruna til Mentamálaráðið, ið tekur endaliga avgerð í málinum. Stk. 3. Avgerð Mentamálaráðsins hevur eina av hesum niðurstøðum: 1) Heilsuskúli Føroya gevur kærara tilboð um umdøming, um talan er um skrivliga próvtøku, ella 2) Heilsuskúli Føroya gevur kæraranum tilboð um endurpróvtøku, ella 3) kærarin fær ikki viðhald í kæruni. Stk. 4. Umdøming ella endurpróvtøka kann bera í sær lægri próvtal. Stk. 5. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kunnar kærara, próvdómara og próvhoyrara um avgerð Mentamálaráðsins. Kæra um onnur viðurskifti
Avgerð hjá leiðaranum fyri Heilsuskúla Føroya í rættarligum spurningum í sambandi við próvtøkur um avgerð at sleppa til próvtøku sbrt. § 7, avgerð um serligar próvtøkuumstøður sbrt. § 16, og avgerð um burturvísing frá próvtøku sbrt. § 17, skal fylgja reglunum um almenna fyrisiting. Stk. 2. Kæra um avgerð eftir stk. 1 kann kærast til Mentamálaráðið í seinasta lagi 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd honum. Kapittul 11 Aðrar reglur
Kapittul 11 Aðrar reglur
Mentamálaráðið kann eftir umsókn frá Heilsuskúla Føroya góðkenna frávik frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá ið umsóknin er grundað á óvanlig viðurskifti. Stk. 2. Mentamálaráðið kann loyva fráviki frá ásetingunum í hesi kunngerð, um talan er um royndar- og menningarvirksemi, ið hevur eitt greitt lýst endamál og undirvísingargrundarlag. Kapittul 12 Gildiskoma
Kapittul 12 Gildiskoma
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. september 2013. Mentamálaráðið, 4. apríl 2014 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.