Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. oktober 2025 Nr. 163
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum o.a.
(At koppseta ímóti RS-virus, strika tíðaravmarking fyri koppseting ímóti covid-19 fyri ávísar persónar o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 148 frá 25. september 2025 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum…
Í kunngerð nr. 148 frá 25. september 2025 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum o.a., verða gjørdar hesar broytingar: 1. Yvirskriftin yvir § 5 verður orðað soleiðis: “Koppseting ímóti kikhosta og RS-virus til barnakonur” 2. Aftan á § 5, men áðrenn yvirskriftina yvir § 6, verður sett: “§ 5 a. Barnakonur kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti Respiratorisk syncytialvirus, tað er RS-virus, til og við 31. januar 2026.” 3. Í § 6, stk. 1, nr. 4, 1. pkt. verður aftan á “Barnakonur” sett: “fáa tilboð um ókeypis koppseting móti influensu”. 4. § 6, stk. 1, nr. 4, 2. pkt. verður strikað. 5. Í § 6, stk. 1, nr. 6 verður “fevnir” strikað. 6. Í § 6, stk. 4 verður “stk. 4” broytt til: “stk. 5”. 7. Í § 7, stk. 1 verður “í tíðarskeiðinum 21. desember til 30. september” strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 24. oktober 2025 Súsanna Bertholdsen (sign.) landsstýriskvinna / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.