Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. desember 2011 Nr. 161

Kunngerð um royndarskipan um gjøld fyri upplýsingar úr landsfólkayvirlitisskránni

Við heimild í § 37, stk. 1 í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður ásett:

§ 1 Umhvørvisstovuni verður heimilað at seta eina gjaldsskipan í verk fyri elektroniskar upplýsingar,…

Umhvørvisstovuni verður heimilað at seta eina gjaldsskipan í verk fyri elektroniskar upplýsingar, ið verða latnar úr landsfólkayvirlitisskránni. Stk. 2. Gjaldsskipanin er ein royndarskipan, ið einans er galdandi fyri føroysku peningastovnarnar, sum virka sambært ríkislóg um fíggjarligt virksemi. Stk. 3. Gjøldini eftir hesi kunngerð, verða ásett fyri hvønn peningastovn sær og avroknað eina ferð um mánaðin.

§ 2 Upplýsingarnar, sum peningastovnarnir hava atgongd til, eru greinaðar í kapitli 10 í lógini

Upplýsingarnar, sum peningastovnarnir hava atgongd til, eru greinaðar í kapitli 10 í lógini.

§ 3 Fyri uppslag gjøgnum elektroniska web-atgongd í talgildu landsfólkayvirlitsskránni verða rindað…

Fyri uppslag gjøgnum elektroniska web-atgongd í talgildu landsfólkayvirlitsskránni verða rindað hesi gjøld: 1) Stovnsetingargjald 20.000 kr. 2) Hald 20.000 kr. um árið. 3) Uppslag 10 kr. fyri hvørt.

§ 4 Fyri uppslag í talgildu landsfólkayvirlitsskránni gjøgnum elektroniska fakskipan verða rindað…

Fyri uppslag í talgildu landsfólkayvirlitsskránni gjøgnum elektroniska fakskipan verða rindað hesi gjøld: 1) Stovnsetingargjald 20.000 kr. 2) Hald 20.000 kr. um árið. 3) Fyri hvønn persón í kundadatabasa verður rindað 3 kr. um árið. Stk. 2. Upplýsingar í fakskipanum verða dagførdar eina ferð um dagin. Stk. 3. Hevur peningastovnurin áður rindað stovnsetingargjald sbrt. § 2, verður stovnsetingargjaldið sbrt. stk. 1 ikki rindað.

§ 5 Ásetingar um trygd, uppkrevjing av gjøldum o.a. verða avtalaðar í serligum sáttmála millum…

Ásetingar um trygd, uppkrevjing av gjøldum o.a. verða avtalaðar í serligum sáttmála millum Umhvørvisstovuna og peningastovnarnar.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Innlendismálaráðið, 19. desember 2011 Kári P. Højgaard (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙