Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Kunngerðin fevnir um hagreiðing, tilvirking, pakking og goymslu av fiski og fiskaúrdrátti umborð…§ 2Lastarúm, kør, kassar og onnur íløt at goyma fisk í, skulu vera úr tilfari, sum ikki kann geva…§ 3Lastarúm, kør, kassar, íløt, amboð og tól skulu við brúk vera rein og væl viðlíkahildin. Tey…§ 4Tá fiskurin er fingin umborð, verður hann sum skjótast fluttur hagar, hann er mest vardur móti…§ 5Fiskurin skal verða handfarin og goymdur so vandaliga, at hann ikki verður skaddur. Loyvt er ikki…§ 6Fiskurin skal beinanvegin blóðgast, kryvjast og vaskast við reinum vatni, soleiðis at ongar…§ 7Allur fiskur og fiskaúrdráttur skal, tá hann er vaskaður, beinanvegin kølast og haldast køldur…§ 8Við sølu av fiski skal vera týðiliga merkt, nær fiskurin er veiddur, soleiðis at keyparin kann…§ 9Manningin, sum hagreiður og tilvirkar fiskin, skal vanda sær um sjálvrøktina og arbeiðsbúnan§ 10Ognarin av fiskifarinum skal tryggja sær, at fólk, ið hava í sær smittu, sum kann smitta gjøgnum…§ 11Øll fiskifør yvir 20 BRT skulu løggildast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni§ 12Ísfiskaskip, tó ikki útróðrarfør, skulu í minsta lagi hava henda hagreiðingarútbúnað:…§ 13Skip, sum køla fiskin í mekaniskt køldum sjógvi/vatni (RSW), skulu lúka fylgjandi treytir§ 14Framleiðsluskip skulu hava skiftingarrúm við WC og hondvask. Skiftingarrúmið skal verða gjørt úr…§ 15Móttøkupavnurin skal vera skipaður soleiðis, at ymisk hál kunnu haldast atskild. Fiskurin í…§ 16Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar§ 17Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót ella hefting§ 18Henda kunngerð fær gildi 1. mars 1996

Lógtekstur

18. desember 1995 Nr. 161

Kunngerð um heilsufrøðiligan rakstur, viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti og løggilding av fiskiførum

Við heimild í §§ 30, 36 og 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:

Øki og allýsingar

§ 1 Kunngerðin fevnir um hagreiðing, tilvirking, pakking og goymslu av fiski og fiskaúrdrátti umborð…

Kunngerðin fevnir um hagreiðing, tilvirking, pakking og goymslu av fiski og fiskaúrdrátti umborð á fiskiførum í søluendamáli. Kunngerðin fevnir um fisk og fiskaúrdrátt ætlað til fólkamat. Stk. 2. Við fisk og fiskaúrdrátt verður sipað til fisk, krabbadýr, lindýr og tindhýðingar (echinoderma) og partar av teimum. Stk. 3. Við køling verður sipað til virking, har fiskurin ella fiskaúrdrátturin kemur niður á umleið 0°C (svarandi til kuldan á bráðnandi ísi). Stk. 4. Við frysting verður sipað til virking, har innari parturin av fiskinum ella fiskaúrdráttinum kemur niður á -18°C ella lægri aftaná kuldajavnvág. Stk. 5. Við reint vatn verður sipað til feskt vatn av drekkivatnsgóðsku ella sjógvur, sum ikki inniheldur mikrobiologiska dálking, skaðilig evni ella eitrandi marint plankton í nøgdum, sum gera, at fiskurin versnar heilsufrøðiliga. Stk. 6. Við fiskifør verður sipað til før, sum hava veiðiloyvi frá landsstýrinum. Stk. 7. Við ísfiskaskip verður sipað til fiskifør, sum føra veiðuna niðurkølda til lands, tó ikki í RSW-tangum. Við útróðrarfør verður sipað til smærri ísfiskaskip, sum vanliga avreiða veiðuna eftir einari setu ella innan 24 tímar. Stk. 8. Við kølitangaskip verður sipað til fiskifør, sum goyma fiskin í RSW-tangum. Stk. 9. Við framleiðsluskip verður sipað til fiskifør, sum salta ella heilfrysta umborð uttan at pakka klárt til útflutnings. Stk. 10. Við verksmiðjuskip verður sipað til fiskifør, sum tilvirka og pakka umborð. Heilsufrøðiligur rakstur

§ 2 Lastarúm, kør, kassar og onnur íløt at goyma fisk í, skulu vera úr tilfari, sum ikki kann geva…

Lastarúm, kør, kassar og onnur íløt at goyma fisk í, skulu vera úr tilfari, sum ikki kann geva frá sær heilsuskaðilig evni ella á annan hátt verra um fiskagóðskuna. Tilfarið skal vera ljóst, slætt og ikki súgva vatn í seg og vera lætt at gera reint. Stk. 2. Last og íløt til turrísing av fiski skulu vera gjørd soleiðis, at smeltaður ísur rennur frá. Stk. 3. CSW-kør skulu vera bjálvaði. Stk. 4. Amboð, tól og íløt, sum verða nýtt í hagreiðingini og tilvirkingini og sum fiskurin og fiskaúrdrátturin kemur at, skulu vera úr ella klødd við vatntættum, sløttum tilfari, sum ikki kann rotna og er lætt at halda reint.

§ 3 Lastarúm, kør, kassar, íløt, amboð og tól skulu við brúk vera rein og væl viðlíkahildin. Tey…

Lastarúm, kør, kassar, íløt, amboð og tól skulu við brúk vera rein og væl viðlíkahildin. Tey skulu ikki nýtast til annað endamál enn fiskaarbeiði. Stk. 2. Arbeiðsdekk, útbúnaður, lastarúm, tangar, kør, pavnar, amboð og tól o.t. skulu gerast rein eftir brúk. Vaskast skal í reinum vatni. Stk. 3. Skaðadjór skulu týnast eftir tørvi. Stk. 4. Vaski- og sóttreinsingarevni og onnur vandamikil evnir skulu goymast í serstøkum skápi ella rúmi, og verða brúkt soleiðis, at ongin vandi er fyri, at fiskurin ella fiskaúrdrátturin verður dálkaður. Stk. 5. Til gerð av ísi og til reingerð skal bert nýtast reint vatn. Ísur skal goymast vardur móti dálking. Hagreiðing av feskum fiski

§ 4 Tá fiskurin er fingin umborð, verður hann sum skjótast fluttur hagar, hann er mest vardur móti…

Tá fiskurin er fingin umborð, verður hann sum skjótast fluttur hagar, hann er mest vardur móti dálking og ávirkan frá sólini ella aðrari hitakeldu.

§ 5 Fiskurin skal verða handfarin og goymdur so vandaliga, at hann ikki verður skaddur. Loyvt er ikki…

Fiskurin skal verða handfarin og goymdur so vandaliga, at hann ikki verður skaddur. Loyvt er ikki at brúka spísk tól og amboð, sum kunnu skaða fiskin. Tó er brúk av goggi og haka loyvt til at fáa fiskin innanborða, og tá eigur bert at verða krøkt í høvdið.

§ 6 Fiskurin skal beinanvegin blóðgast, kryvjast og vaskast við reinum vatni, soleiðis at ongar…

Fiskurin skal beinanvegin blóðgast, kryvjast og vaskast við reinum vatni, soleiðis at ongar garnarestir eru eftir. Stk. 2. Undantikin kravinum um blóðging og kryvjing eru: kongafiskur, sild, makrelur, brislingur og tílík smá fiskasløg, øll hávasløgini, gulllaksur, langasporl, stinglaksur og tílík fiskasløg á djúpum vatni. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann gera broytingar í hesi undantaksreglu. Stk 3. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann eftir umsókn geva loyvi til at fiskurin nevndur í stk. 1 verður førdur ókruvdur til lands. Stk. 4. Rogn og livur o.t. skulu reinsast fyri blóð og garnarestir. Stk. 5. Fiskasløgini nevnd í fylgiskjalinum eru ikki loyvd at selja.

§ 7 Allur fiskur og fiskaúrdráttur skal, tá hann er vaskaður, beinanvegin kølast og haldast køldur…

Allur fiskur og fiskaúrdráttur skal, tá hann er vaskaður, beinanvegin kølast og haldast køldur undir goymslu. Við landing skal fiskurin framvegis vera køldur.

§ 8 Við sølu av fiski skal vera týðiliga merkt, nær fiskurin er veiddur, soleiðis at keyparin kann…

Við sølu av fiski skal vera týðiliga merkt, nær fiskurin er veiddur, soleiðis at keyparin kann halda skil á aldrinum á fiskinum. Stk. 2. Kassar við ísfiski skulu datomerkjast. Útróðrarfiskur skal datomerkjast umborð ella á landi í sambandi við landing. Er fiskur ísaður á hillar skulu hesar datomerkjast. Stk. 3. Skiparin ella bátsformaðurin hevur skyldu at gera lastaplan og at handa honum lastaplanin, sum hevur ábyrgd av landingini.

§ 9 Manningin, sum hagreiður og tilvirkar fiskin, skal vanda sær um sjálvrøktina og arbeiðsbúnan

Manningin, sum hagreiður og tilvirkar fiskin, skal vanda sær um sjálvrøktina og arbeiðsbúnan.

§ 10 Ognarin av fiskifarinum skal tryggja sær, at fólk, ið hava í sær smittu, sum kann smitta gjøgnum…

Ognarin av fiskifarinum skal tryggja sær, at fólk, ið hava í sær smittu, sum kann smitta gjøgnum matvørur, ikki hagreiða ella tilvirka fiskin ella fiskaúrdráttin. Stk. 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger, saman við vinnufeløgunum, nærri reglur viðvíkjandi stk. 1. Løggilding

§ 11 Øll fiskifør yvir 20 BRT skulu løggildast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Øll fiskifør yvir 20 BRT skulu løggildast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Stk. 2. Ognarin av fiskifarinum skal geva Heilsufrøðiligu Starvsstovuni allar neyðugar upplýsingar, biðið verður um í samband við løggildingina. Stk. 3. Fiskifør, sum verða løggildað, skulu lúka treytirnar í §§ 12-15 alt eftir í hvørjum bólki, fiskifarið er. Skiftir eitt fiskifar millum bólkar, eru altíð strangaru reglurnar galdandi. Ísfiskaskip yvir 20 BRT

§ 12 Ísfiskaskip, tó ikki útróðrarfør, skulu í minsta lagi hava henda hagreiðingarútbúnað:…

Ísfiskaskip, tó ikki útróðrarfør, skulu í minsta lagi hava henda hagreiðingarútbúnað: Móttøkupavn, vaskimaskinu ella kar við fastgjørdari vatnveiting, kryvjistað og last við tilhoyrandi goymsluútbúnaði. Kryvjingin skal ganga soleiðis fyri seg, at garnarnar verða burturbeindar í rennu ella tílíkt og uttan at dálka fiskin. Stk. 2. Ísfiskaskipið skal hava skiftingarrúm við WC og hondvaski. Skiftingarrúmið skal vera gjørt úr tilfari og innrættað soleiðis, at lætt er at gera tað reint. Stk. 3. Lastin skal vera bjálvað móti maskinrúmi. Stk. 4. Ísfiskaskip, sum hava fiskin á hillum ella í óbjálvaðum køssum, skulu hava bjálvaða last. Hæddin millum hillar skal í mesta lagi vera 60 cm. Í lastini skal vera hóskandi pumpuútgerð til smeltivatn og sjógv. Stk. 5. Útróðrarfør skulu hava hóskandi útbúnað til at vaska fiskin við og í. Kør at goyma fisk í skulu hava hill, um hæddin á teimum er yvir 60 cm. Um fiskurin ikki á annan hátt er vardur móti sól, vindi, regni og sjóroki, skulu goymslukørini hava lok. Kølitangaskip

§ 13 Skip, sum køla fiskin í mekaniskt køldum sjógvi/vatni (RSW), skulu lúka fylgjandi treytir

Skip, sum køla fiskin í mekaniskt køldum sjógvi/vatni (RSW), skulu lúka fylgjandi treytir: a) Tangarnir skulu hava hóskandi innbygda útgerð til fylling og tøming av sjógvi og eina skipan, sum tryggjar javnan kulda í tangunum. b) Tangarnir skulu hava tól, sum sjálvt skrásetur kuldan. Kuldafølarnir skulu vera har í tanganum, sum kuldin er minstur. c) Tangarnir skulu vera soleiðis gjørdir, at blandingin av fiski og vatni verður niðurkøld til 3°C í seinasta lagi 6 tímar eftir áfylling og til 0°C í seinasta lagi 16 tímar eftir áfylling. d) Tangarnir, umrøringarskipanirnar og íløtini skulu tømast og vaskast væl við reinum vatni hvørja ferð tey verða tømd. Bert reint vatn verður áfylt. e) Skrásetingin av kuldanum í hvørjum tanga skal umfata greiða ávísing av degi (dato) og tanganummari. Skrásetingin skal goymast og vera almenna eftirlitinum tøk. Framleiðsluskip

§ 14 Framleiðsluskip skulu hava skiftingarrúm við WC og hondvask. Skiftingarrúmið skal verða gjørt úr…

Framleiðsluskip skulu hava skiftingarrúm við WC og hondvask. Skiftingarrúmið skal verða gjørt úr tilfari og innrættað soleiðis, at lætt er at gera tað reint. Stk. 2. Lastin skal vera bjálvað móti maskinrúmi. Stk. 3. Frostgoymslur skulu vera bjálvaðar á øllum síðum, uppiundir dekki og í botninum og K-virði á bjálvingini skal í mesta lagi vera 0,2 W/(°C x m2) og tær skulu vera soleiðis innrættaðar, at vøran ikki kemur at standa ímóti sjálvum síðunum í rúmunum. Stk. 4. Skipið skal hava nøktandi frystiorku. Frystiorkan til frostgoymslur skal vera so mikið stór, at munurin millum kuldan í hesum rúmum og kuldan í fordamparanum í minsta lagi er 7°C. Stk. 5. Frostgoymslur skulu vera útgjørdar við sjálvvirkandi kuldaskrásetingarskipan, sum er løtt at avlesa. Kuldin skal mátast í teimum pørtum av rúmunum, har kuldin er minstur. Stk. 6. Saltfiskaskip kunnu nýta timburskott í lastini, sum skulu vera hálvaði sløtt og málaði. Verksmiðjuskip

§ 15 Móttøkupavnurin skal vera skipaður soleiðis, at ymisk hál kunnu haldast atskild. Fiskurin í…

Móttøkupavnurin skal vera skipaður soleiðis, at ymisk hál kunnu haldast atskild. Fiskurin í móttøkupavninum skal vera vardur móti sól, vindi, regni og dálking. Stk. 2. Flutningsbond og onnur tól til flutning skulu ikki skaða fiskin og skulu vera løtt at halda rein. Stk. 3. Fiskifarið skal hava serstøk rúm til lidna vøru og pakking. Stk. 4. Fiskifarið skal hava serstakan útbúnað til burturbeining av burturkasti og fiski, sum ikki er egnaður til fólkamat. Útbúnaðurin skal ikki nýtast til annað endamál. Um burturkast skal viðgerast ella goymast, skal hetta gerast í serstøkum rúmi. Stk. 5. Um fiskifarið brúkar feskt vatn, skal hetta lúka krøvini til drekkivatn. Stk. 6. Fiskifarið skal hava eina skipan, sum tryggjar nóg mikið av reinum sjógvi við nóg høgum trýsti. Inntakið skal vera har, sum ongin dálking er frá útleiddum spillvatni, burturkasti og kølivatni. Stk. 7. Fiskifarið skal hava hóskandi tal av skiftingarrúmum, hondvøskum og WC-rúmum. WC-rúmini skulu ikki hava beinleiðis útgongd til framleiðslu- og goymslurúm. Við hondvøskini skal vera sápa, pappírshandklæði og kurv ella luftturkari. Kranarnir skulu ikki vera hondstýrdir. Stk. 8. Dekkið í teimum rúmum, sum fiskur verður hagreiddur í, skal hava ein yvirflata, sum ikki er hálur, lættur at reingera og sóttreinsa og hava góða frárenning. Veggir og loft í hesum rúmum skulu vera løtt at gera rein, eisini har sum rør, ketur og elektriskir leidningar eru. Í neyðugan mun skulu slíkar innleggingar vera forseglaðar. Stk. 9. Øll útgerð, sum er fastgjørd í dekkið, skal hava so mikið víðar gjøgnumrenningar, at hesar ikki tippast av fiskarestum. Stk. 10. Rør til oljutrýst skulu vera soleiðis gjørd ella vard, at ein møguligur leki ikki dálkar fisk ella fiskaúrdráttir. Undir oljutrýstpumpum í framleiðslu- og hagreiðingarrúmum skulu vera bakkar við frárenning. Stk. 11. Framleiðslurúm skulu hava nøktandi luftskifti, góð ljósviðurskifti, sum ikki reingja litir og tryggja góðar arbeiðsumstøður og umstøður til neyðuga góðskumeting av fiski og fiskaúrdráttunum. Framleiðslurúm skulu hava hondvask við sápum. Við tey skal eisini vera stativ við pappírshandklæðum og kurv ella luftturkara. Kranarnir skulu ikki vera hondstýrdir. Í framleiðslurúmum skal vera hóskandi útbúnaður til vask og sóttreinsing. Til reingerð av leysum amboðum, inventari v.m. skulu vera serstøk vask, kør ella líknandi. Hondvøsk skulu ikki brúkast til hetta endamál. Stk. 12. Arbeiðsinventar og -amboð til dømis skeriborð, pavnar, flutningsbond, kryvji- og flakamaskinur skulu vera úr tilfari, sum tolir sjógv og er lætt at gera reint og sóttreinsa. Stk. 13. Frostgoymslur skulu vera bjálvaðar á øllum síðum, uppiundir dekki og í botninum og K-virðið á bjálvingini skal í mesta lagi vera 0,2 W/(°C x m2). Frostgoymslur skulu vera soleiðis innrættaðar, at vøran ikki kemur at standa ímóti sjálvum síðunum í rúmunum. Stk. 14. Skipið skal hava nøktandi frystiorku. Frystiorkan til frostgoymslur skal vera so mikið stór, at munurin millum kuldan í hesum rúmum og kuldan í fordamparanum í minsta lagi er 7°C. Stk. 15. Frostgoymslur skulu vera útgjørdar við sjálvvirkandi kuldaskrásetingarskipan, sum er løtt at avlesa. Kuldin skal mátast í teimum pørtum av rúmunum, har kuldin er minstur. Stk. 16. Gólv, veggir og loft í framleiðslu- og goymslurúmum, inventar og amboð, sum verða brúkt í virkingini, skulu haldast rein og væl viðlíkahildin. Stk. 17. Vaski- og sóttreinsingarevnir skulu vera góðkend til brúk í matvøruídnaði. Stk. 18. Til øll endamál í virking og goyming av fiski og fiskaúrdrátti skal nýtast reint vatn. Annað vatn kann nýtast til eldsløkking og køling av maskinum. Henda vatnskipanin skal tá vera gjørd soleiðis, at vatnið ikki kann dálka vørurnar. Stk. 19. Viðvíkjandi reglum um persónligt reinføri og heilsustøðuna hjá manningini, reglum um virking, goyming og pakking av fiski og fiskaúrdrátti galda galdandi reglur á hesum øki fyri virking á landi.

§ 16 Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar. Stk. 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann í serligum førum, tá umstøðurnar tala fyri tí, geva undantak frá ásetingunum í hesi kunngerð.

§ 17 Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót ella hefting

Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót ella hefting.

§ 18 Henda kunngerð fær gildi 1. mars 1996

Henda kunngerð fær gildi 1. mars 1996. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 17 frá 14. februar 1994 um reglur um løggilding, viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti og heilsufrøðiligan rakstur umborð á fiskiførum. Fylgiskjal Hesi fiskasløg eru ikki loyvd at selja: 1. Streymagágga (Neptuna antiqua) 2. Eitrandi fiskar úr hesum familjum: Tetraodontidae Molidae Diodontidae Canthigasteridea 3. Fisk og fiskaúrdrátt, har etandi parturin hevur í sær bio-toxinir, til dømis PSP/DSP.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum · innanhýsis
Galdandi · 26. mai 2011

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙