Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. desember 2018 Nr. 161

Kunngerð um broyting í kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin

(Dagføring av yvirlitinum yvir luttakandi rættardømir)

§ 1 Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti…

Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 28. mars 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 19, nr. 1 og 4 verður “bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed § 304” broytt til: “§ 182 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi”. 2. Í § 19, nr. 2 verður “bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed § 307” broytt til: “løgtingslóg um trygggingarvirksemi § 189”. 3. Í § 19, nr. 3 verður “bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed § 307, stk. 1, nr. 1 og 2” broytt til: “løgtingslóg um tryggingarvirksemi § 189”. 4. § 44, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Máliskan: Persónar við ræði, merkir persónar sum hava ræði á eini Eind.” 5. Skjal 1 til kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 6. desember 2018 Kristina Háfoss (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.) Skjal 1 “Skjal 1 Hesi lond verða mett sum Luttakandi rættardømir frá 2017 at rokna: 1) Andorra 2) Anguilla 3) Antigua and Barbuda 4) Argentina 5) Aruba 6) Australia 7) Azerbaijan 8) Bahamas 9) Bahrain 10) Barbados 11) Belgia 12) Belize 13) Bermuda 14) Brasilia 15) Bretland 16) British Virgin Islands 17) Brunei Drussalam 18) Bulgaria 19) Cayman Islands 20) Cook Islands 21) Costa Rica 22) Curacao 23) Danmark 24) Dominica 25) Estland 26) Eysturríki 27) Finnland 28) Frakland 29) Ghana 30) Gibraltar 31) Grenada 32) Grikkaland 33) Grønland 34) Guernsey 35) Holland 36) Hong Kong 37) India 38) Indonesia 39) Italia 40) Írland 41) Ísland 42) Isle of Man 43) Ísrael 44) Japan 45) Jersey 46) Kanada 47) Kekkia 48) Kili 49) Kina 50) Kolumbia 51) Korea 52) Kroati 53) Kuwait 54) Kypros 55) Letland 56) Libanon 57) Liechtenstein 58) Litava 59) Luxembourg 60) Macau 61) Malaysia 62) Malta 63) Marshall Islands 64) Mauritius 65) Mesiko 66) Monaco 67) Montserrat 68) Nauru 69) New Zealand 70) Niue 71) Noreg 72) Pakistan 73) Panama 74) Portugal 75) Póland 76) Qatar 77) Rumenia 78) Russland 79) Saint Kitt sand Nevis 80) Saint Lucia 81) Saint Vincent and the Grenadines 82) Sameindu Arabisku Emiratini 83) Samoa 84) San Marino 85) Saudi Abrabia 86) Schweiz 87) Seychelles 88) Singapore 89) Sint Maarten 90) Slovakia 91) Slovenia 92) Spania 93) Suður Afrika 94) Svøríki 95) Trinidad and Tobago 96) Turkaland 97) Turk sand Caicos Islands 98) Týskland 99) Ungarn 100) Uruguay 101) Vanuatu”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙