Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. desember 2018 Nr. 160

Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av samsýning fyri eldri og óhjálpnum persónum

(Eftirlønargjald lagt afturat samsýningini)

§ 1 Í kunngerð nr. 127 frá 17. desember 2014 um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og…

Í kunngerð nr. 127 frá 17. desember 2014 um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Samsýningin, sum er skattskyldug er kr. 10.789 um mánaðin. Afturat samsýningini verður lagt bundna eftirlønargjaldið sambært § 2 í løgtingslóg um eftirløn.” 2. § 15 verður orðað soleiðis: “§ 15. Avgerðir, sum verða tiknar sbrt. hesi kunngerð, kunnu innan 4 vikur kærast til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.” 3. Í § 16, stk. 1 verður “og skal endurskoðast 1 ár eftir, at kunngerðin er sett í gildi” strikað.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2019

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2019. Almannamálaráðið, 13. desember 2018 Eyðgunn Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙