Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. februar 2021 Nr. 16
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin)
(Gildi og umbýti av koyrikortum úr Stóra Bretlandi)
§ 1 Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), sum…
Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 50 frá 17. apríl 2020 og kunngerð nr. 128 frá 4. august 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 78, stk. 3 verður aftan á “Noregi” sett: “, Stóra Bretlandi”. 2. Í § 79, stk. 1, nr. 1, § 83, stk. 1, § 85, stk. 6, 1. pkt., § 88, stk. 1 og § 90, stk. 2 verður aftan á “Íslandi” sett: “, Stóra Bretlandi”. 3. Í § 85, stk. 4 og stk. 5, nr. 1 verður aftan á “Íslandi,” sett: “Stóra Bretlandi,”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 16. februar 2021 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.