Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. mars 2019 Nr. 16

Kunngerð um ráðgevandi nevnd fyri musikkskúlaskipanina

Við heimild í § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Virkisøkið hjá ráðgevandi nevndini er at vera musikkskúlastjóranum til hjálpar at samskipa…

Virkisøkið hjá ráðgevandi nevndini er at vera musikkskúlastjóranum til hjálpar at samskipa musikkundirvísingina og at tryggja regluligt og skipað samskifti og samstarv millum musikkskúlastjóran og kommunalu musikkskúlaleiðararnar. Limir í ráðgevandi nevndini

§ 2 Í ráðgevandi nevndini fyri musikkskúlaskipanini eru allir kommunalir musikkskúlaleiðarar og…

Í ráðgevandi nevndini fyri musikkskúlaskipanini eru allir kommunalir musikkskúlaleiðarar og musikkskúlastjórin. Uppgávur hjá ráðgevandi nevndini

§ 3 Uppgávur nevndarinnar eru at umrøða mál, ið viðvíkja musikkskúlaskipanini so sum samstarv og…

Uppgávur nevndarinnar eru at umrøða mál, ið viðvíkja musikkskúlaskipanini so sum samstarv og samskifti millum musikkskúlar, fíggjarætlan, tímabýti og samanseting av undirvísingartilboði o.a. Fundarskipan

§ 4 Musikkskúlastjórin er formaður í nevndini

Musikkskúlastjórin er formaður í nevndini. Stk. 2. Limir í nevndini eiga at møta á fundi og skal forfall, sum ikki er orsakað av sjúku, verða fráboðað formanninum í góðari tíð áðrenn fundin.

§ 5 Musikkskúlastjórin leiðir fundirnar. Undirvísingarstýrið útvegar skrivara til nevndina

Musikkskúlastjórin leiðir fundirnar. Undirvísingarstýrið útvegar skrivara til nevndina. Stk. 2. Musikkskúlastjórin kann lata annan nevndarlim stjórna fundinum.

§ 6 Formaðurin boðar til fundar og ásetir fundartíð og fundarstað og ger fundarskrá

Formaðurin boðar til fundar og ásetir fundartíð og fundarstað og ger fundarskrá. Stk. 2. Fundarboðini eiga vanliga at verða givin við 14 daga freist, men kunnu vegna átrokandi umstøður verða givin við styttri freist. Stk. 3. Limir kunnu fáa mál á skrá til umrøðu. Hesi skulu vera skrivlig og vera formanninum í hendi í seinasta lagi 4 dagar fyri fundin. Fundarskráin skal verða send nevndarlimunum í seinasta lagi 2 dagar fyri fundin.

§ 7 Nevndin eigur í minsta lagi at hava 4 fundir árliga. Annars hevur nevndin fund, tá ið…

Nevndin eigur í minsta lagi at hava 4 fundir árliga. Annars hevur nevndin fund, tá ið musikkskúlastjórin heldur tað verða neyðugt. Stk. 2. Formaðurin skipar fyri, at nevndarfundur verður hildin, um 3 limir krevja tað. Stk. 3. Skrivarin ger uppskot til fundarfrásøgn frá hvørjum fundi, sum formaður og skrivari undirskriva, tá ið formaður og nevndarlimir hava góðkent hana. Gildiskoma

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 12. mars 2019 Hanna Jensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) · innanhýsis
Galdandi · 29. mai 2017

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙