Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17 desember 2009 Nr. 159

Kunngerð um reglur fyri umrokning av framhaldandi árligum veitingum til eina ávísa peningaupphædd

Við heimild í § 51, stk. 2, í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógini) verður ásett:

§ 1 Ein framhaldandi veiting fyri mist vinnuføri, sbr. § 47 í arbeiðsskaðatryggingarlógini, verður…

Ein framhaldandi veiting fyri mist vinnuføri, sbr. § 47 í arbeiðsskaðatryggingarlógini, verður umroknað til eina ávísa peningaupphædd við at falda ta árligu veitingina, tá umrokningin fer fram, við tí faktori í tabell G í viðlagda fylgiskjali1) , sum stendur tilskilaður við aldrinum á skadda, tá umrokningin fer fram.

§ 2 Ein framhaldandi veiting fyri miss av uppihaldara, sbr. § 64, stk. 1, í…

Ein framhaldandi veiting fyri miss av uppihaldara, sbr. § 64, stk. 1, í arbeiðsskaðatryggingarlógini, verður umroknað til eina ávísa peningaupphædd við at falda ta árligu veitingina, tá umrokningin fer fram, við tí faktori í tabell H og I í fylgiskjalinum1) , sum stendur tilskilaður við aldrinum á tí eftirsitandi og resttíðarskeiðnum, tá umrokningin fer fram. Um aldurin á tí eftirsitandi ella resttíðarskeiðið er millum ávikavist teimum aldrum og tey restár, sum eru tilskilaði í tabellini, verða tey samsvarandi millumliggjandi tølini nýtt.

§ 3 Tá ein eftirsitandi hevur rætt til endaligt endurgjald eftir § 66 í lógini, skal tann umroknaða…

Tá ein eftirsitandi hevur rætt til endaligt endurgjald eftir § 66 í lógini, skal tann umroknaða ávísa peningaupphæddin, sum er roknað eftir § 2 í hesi kunngerð, hækkast við eini upphædd, sum verður roknað við at falda ta árligu veitingina við tí faktori í tabell K í fylgiskjalinum1) , sum stendur tilskilaður við aldrinum á skadda, tá umrokningin fer fram.

§ 4 Kunngerðin kemur í gildi tann 1. januar 2010

Kunngerðin kemur í gildi tann 1. januar 2010. Vinnumálaráðið, 17. desember 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Fylgiskjal 1 er ikki lagt út á heimasíðuna her, men er at finna í Føroya Kunngerðasavni A 2009 á síðu 391-400

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙