Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. desember 2009 Nr. 157

Kunngerð um skrá yvir vinnusjúkur

Við heimild í § 10, stk. 2, í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin)verður ásett:

§ 1 Ein sjúka kann viðurkennast sum vinnusjúka, sbr. lógarinnar § 10, stk. 2 um fylgjandi almennu…

Ein sjúka kann viðurkennast sum vinnusjúka, sbr. lógarinnar § 10, stk. 2 um fylgjandi almennu treytir eru loknar: 1) Skaðiliga árinið skal hava eina styrki og hava vart so leingi, sum eftir læknafrøðiligum og tøkniligum royndum kann vera orsøk til sjúkuna. 2) Sjúkumyndin skal eftir læknafrøðiligum og tøkniligum royndum svara til skaðaliga árinið og sjúkuna. 3) Sjúkan má ikki við mestu sannlíkindi skyldast onnur viðurskifti enn tey vinnuligu. Stk. 2. Haraftrat skulu serligu treytirnar, sum nevndar eru undir teimum einstøku punktunum í skránni, sbrt. fylgiskjali 1 sbr. fylgiskjal 2 vera loknar1) .

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. januar 2010 og er frá hesum degi galdandi við avgerðina av,…

Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. januar 2010 og er frá hesum degi galdandi við avgerðina av, um ein sjúka, sum er fráboðað frá 1. januar 2010, kann viðurkennast sum vinnusjúka. Stk. 2. Teir tilburðir, sum eru hendir ella fráboðaðir innan gildiskomu, eins og tey mál, sum framvegis eru undir viðgerð, tá henda lógin kemur í gildi, verða framhaldandi viðgjørd eftir ásetingunum í kongligu fyriskipanini um vanlukkutrygging sbrt. § 84, stk. 3 í arbeiðsskaðatryggingarlógini. Vinnumálaráðið, 17. desember 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Fylgiskjøl til kunngerðina eru ikki løgd út á heimasíðuna her, men eru at finna í Føroya Kunngerðasavni A 2009 á síðu 369-387

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙