Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. desember 2011 Nr. 157
Kunngerð um gjald fyri uppihald á Psykiatriska depli
Við heimild í § 5, stk. 6 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 11. oktober 2011, verður ásett:
§ 1 Persónar, sum hava uppihald á Psykiatriska depli, hóast teir eru liðugt viðgjørdir, skulu, um…
Persónar, sum hava uppihald á Psykiatriska depli, hóast teir eru liðugt viðgjørdir, skulu, um teir fáa pensjón, gjalda fyri uppihaldið. Stk. 2. Uppihald sbrt. stk. 1 umfatar, umframt húsaleigu, allar útreiðslur til felags húsarhald og felags kostarhald. Stk. 3. Uppihald sbrt. stk. 1 umfatar ikki útreiðslur til persónligan tørv og til privata nýtslu, íroknað útreiðslur til heilivág.
§ 2 Gjald fyri uppihald sbrt. § 1 er 5.500 kr. um mánaðin
Gjald fyri uppihald sbrt. § 1 er 5.500 kr. um mánaðin. Stk. 2. Goldið verður frá og við fyrsta heila mánað eftir, at viðgerðin er endað, tó í fyrsta lagi frá og við januar 2012, til og við seinasta heila mánað, áðrenn uppihaldið endar.
§ 3 Landssjúkrahúsið krevur inn og umsitur gjald fyri uppihald sbrt. § 1
Landssjúkrahúsið krevur inn og umsitur gjald fyri uppihald sbrt. § 1. Stk. 2. Gjald fyri uppihald skal krevjast inn mánaðarliga.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2012
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2012. Heilsumálaráðið, 15. desember 2011 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.