Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. desember 2016 Nr. 155

Kunngerð um minstukrøv um vikutímatal, setanarlongd o.a., tá persónur hevur verið styttri enn 13 vikur í arbeiði

Við heimild í § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 117 frá 24. november 2016, verður ásett:

§ 1 Umsøkjari, ið hevur arbeitt eitt lægri tímatal enn ásett í § 7, stk. 1 í løgtingslógini, hevur…

Umsøkjari, ið hevur arbeitt eitt lægri tímatal enn ásett í § 7, stk. 1 í løgtingslógini, hevur rætt til dagpening, um: 1) umsøkjarin, tá hann byrjaði í starvinum, skuldi halda fram í starvinum í minsta lagi 6 mánaðir, og 2) setanin hetta tíðarskeiðið í minsta lagi fevnir um 20 tímar í miðal um vikuna, ella vikulønin í minsta lagi er 2.000 kr. í miðal, tá frítíðarløn, eftirløn o.a. ikki eru roknað við. Stk. 2. Starvssetanin sambært stk. 1 skal skjalprógvast av arbeiðsgevara á umsóknarblað, sum Almannaverkið útflýggjar.

§ 2 Rætturin til dagpening sambært § 1 er grundaður á støðuna, tá umsøkjarin gerst óarbeiðsførur…

Rætturin til dagpening sambært § 1 er grundaður á støðuna, tá umsøkjarin gerst óarbeiðsførur vegna sjúku. Í tann mun talan er um fleiri setanir, hevur umsøkjarin rætt til dagpening frá tí degi, hann samanlagt lýkur treytirnar í § 1.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017. Almannamálaráðið, 28. desember 2016 Eyðgunn Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙