Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. desember 2016 Nr. 154

Kunngerð um útílatingarevni í matvørum

(Útílatingarevniskunngerðin)

Við heimild í §§ 7, 8 og 47 og § 58, stk. 4-6 í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m. verður ásett:

§ 1 Kunngerðin ásetur loyvda nýtslu av útílatingarevnum í matvørum

Kunngerðin ásetur loyvda nýtslu av útílatingarevnum í matvørum.

§ 2 Øll matvøra, bæði til heimamarknaðin og til útflutnings, skal lúka tey krøv, ið eru ásett í

Øll matvøra, bæði til heimamarknaðin og til útflutnings, skal lúka tey krøv, ið eru ásett í: 1) ES-fyriskipan (EF) nr. 1333/2008 frá 16. desember 2008 um matvøruútílatingarevni, sum seinast broytt við ES-fyriskipan (EU) 2016/ 1776 frá 6. oktober 2016, sbr. skjal 1 og 2) ES-fyriskipan (EU) nr. 231/2012 frá 9. mars 2012 um nærlýsingar av matvøruútílatingarevnum í fylgiskjali II og III í ES-fyriskipan (EF) nr. 1333/2008, sum seinast broytt við ES-fyriskipan (EU) 2016/1814 frá 13. oktober 2016, sbr. skjal 2. Stk. 2. Í sambandi við útflutning til lond uttanfyri ES, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan taka avgerð um, at listin hjá keyparalandinum yvir útílatingarevni skal fylgjast, um listin er strangari enn listin sambært stk. 1. Stk. 3. Í sambandi við útflutning til lond uttanfyri ES, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan í serligum førum veita undantak frá stk. 1, um listin hjá keyparalandinum yvir útílatingarevni er linari enn listin sambært stk. 1.

§ 3 Um ikki hægri revsing er ásett eftir aðrari lóggávu, verður tað matvøruvirkið revsað við bót, sum…

Um ikki hægri revsing er ásett eftir aðrari lóggávu, verður tað matvøruvirkið revsað við bót, sum fremur brot á § 2, stk. 1 ella ikki fylgir boðum sambært § 2, stk. 2. Stk. 2. Revsingin, ásett í stk. 1, kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um gerðin ella undanlátið er tilætlað, ella er gjørt av grovum ósketni, og tað við brotinum er 1) voldur skaði á heilsu, ella um vandi hevur verið fyri tí, ella 2) fingin er ein fíggjarligur vinningur, ella ætlanin hevur verið at fáa fíggjarligan vinning til viðkomandi sjálvan ella onnur. Stk. 3. Revisábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini. Stk. 4. Tá ið bót verður ásett sambært stk. 1 og 3, skal, umframt vanligu reglunum í revsilógini, fyrilit verða havt fyri umsetninginum hjá virkinum.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 124 frá 27. september 1990 um at seta matvørulógina í gildi fyri útflutningsvørur. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. desember 2016 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 og 2 eru ikki løgd út her, men eru at finna í kunngerðablaðnum.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
at seta matvørulógina í gildi fyri útflutningsvørur · innanhýsis
Áður galdandi · 27. september 1990

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙