Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. oktober 2025 Nr. 153

Kunngerð um broyting í kunngerð um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi

(Fylgibroytingar til kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu)

§ 1 Í kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á…

Í kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi, sum broytt við kunngerð nr. 54 frá 19. apríl 2002, kunngerð nr. 9 frá 5. februar 2009 og kunngerð nr. 128 frá 28. desember 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 9 og 10 verða strikað. Stk. 11-17 verða eftir hetta stk. 9-15. 2. Kapittul 2 verður strikaður. 3. § 4, stk. 1-3 verða strikað. Stk. 4 verður eftir hetta stk. 1. 4. § 5, stk. 6-9 verða strikað. 5. § 6, stk. 5 verður strikað. 6. §§ 7-9 verða strikaðar. 7. § 10, stk. 4 verður strikað. 8. § 11 verður strikað. 9. Kapittul 5 verður strikaður. 10. § 16, stk. 2 og 3 verða strikað. 11. Seinnu yvirskriftirnar yvir §§ 23, 41, 86 og 120 verða strikaðar. 12. Yvirskriftirnar yvir §§ 24-36, 42-45, 50, 51, 53, 55-60, 69 og 98 verða strikaðar. 13. §§ 18-20 og 23-36 verða strikaðar. 14. Í § 37, stk. 1 verður “§ 2, stk. 10” broytt til: “kunngerð um veiting av drekkivatni”. 15. §§ 39-45 verða strikaðar. 16. § 46, stk. 1-4 verða strikað. Stk. 5 og 6 verða eftir hettar stk. 1 og 2. 17. §§ 50, 51 og 53 verða strikaðar. 18. Í § 54, stk. 2 verður strikað. 19. §§ 55-60 verða strikaðar. 20. § 61 verður orðað soleiðis: “§ 61. Tær fesku, frystu ella tiðnaðu vørurnar, sum eru fyri tilevning, skulu lúka treytirnar í §§ 64-66, 68, 77, 78, 81 og § 85, 3. pkt. í hesi kunngerð og §§ 7, 10 og 11, § 12, stk. 2, § 21, stk. 2 og 3 og treytirnar í skjali 2, kap. I, skjali 5 og 6 í kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu.” 21. §§ 67 og 69 verða strikaðar. 22. § 79 verður strikað. 23. §§ 80 og 82-91 verða strikaðar. 24. Í § 92, stk. 3 verður “§ 2, stk. 13” broytt til: “§ 2, stk. 11”. 25. §§ 94, 96, 98 og 99 verða strikaðar. 26. Í § 101 verður “§ 2, stk. 13” broytt til: “§ 2, stk. 11”. 27. §§ 102 og 103 verða strikaðar. 28. § 104, stk. 2 verður strikað. 29. §§ 107, 112, 114, 115, 118 og 120 verða strikaðar. 30. Í § 119, stk. 1, 3 og 4 verður “§ 2, stk. 10” broytt til: “kunngerð um veiting av drekkivatni”. 31. § 125 verður orðað soleiðis: “§ 125. Brot á §§ 3-6, 10-12, 16-116, § 117, 2. pkt., § 119, stk. 1, 3 og 4 og §§ 121 og 122 verður revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 6. oktober 2025 Sirið Stenberg (sign.) landsstýriskvinna / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙