Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. desember 2001 Nr. 150

Kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsfólki

Kapittul 1 Endamál

Kapittul 2 Upptøka

Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini

Kapittul 4 Góðkenning, eftirlit o.a.

Kapittul 5 Útbúgvingarráð

Kapittul 6 Gildiskoma

Við heimild í § 8 í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. verður ásett:

Kapittul 1

Endamál

Kapittul 1 Endamál

Útbúgvingin hevur til endamáls at gera manningina í kommunalu sløkkiliðunum føra fyri at inna fullgott bjargingar- og sløkkiarbeiði, tá ið eldur er í, og at veita dygga hjálp, tá ið óhapp stendst av vandamiklum evnum. Kapittul 2 Upptøka

Kapittul 2 Upptøka

Treytin fyri upptøku til útbúgving til sløkkilið uttan sløkkibil sbrt. § 4 og til útbúgving til sløkkilið við sløkkibili sbrt. § 5 er, at viðkomandi hevur 1. heilsuváttan, sum hevur gildið fyri ta tænastu, sum útbúgvingin gevur rætt til 2. gyldugt grundskeið í 1. hjálp.

Treytin fyri upptøku til útbúgvingina sum brunaumsjónarmaður sbrt. § 7 er, at viðkomandi hevur: 1. heilsuváttan, sum hevur gildið fyri ta tænastu, sum útbúgvingin gevur rætt til 2. hevur staðið prógv sum sløkkiliðsfólk sbrt. § 5. Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini

Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini

Útbúgvingin til sløkkilið uttan sløkkibil hevur sum endamál at geva tí einstaka luttakaranum neyðuga vitan og førleika til at virka sjálvstøðugt í sløkkieindini í kommunum uttan sløkkibil. Stk. 2. Frálærutíðin er 44 tímar og fevnir um hesi økini ástøðiliga og verkliga: 1. Skipan og bygnaður á skaðastaðnum 2. Brenni- og sløkkilæra 3. Sløkkiútgerð, amboð og sløkkihættir 4. Egintrygd, vandamikil støð og -evni Stk. 3. Økini sbrt. stk. 2 fevna m.a. um hesi evni: 1. Tilbúgvingarbygnaður 2. Sløkkileiðsla og boðmóttøka 3. Arbeiði á skaðastaðnum 4. Brenning 5. Sløkkihættir/atburður 6. Vatn sum sløkkievni 7. Onnur sløkkievni og hondsløkkiamboð 8. Sløkkiútgerð 9. Pumpur 10. Vatnveiting 11. Slanguútgerð 12. Togverks- og knútalæra 13. Andadráttur, andadráttsverjur og roykkaving 14. Vandamikil evni 15. Eldmenning/roykgass 16. Tunnilsvanlukkur 17. Sálarlig ávirkan

Útbúgvingin til sløkkilið við sløkkibili hevur sum endamál at geva tí einstaka luttakaranum neyðuga vitan og førleika til at virka sjálvstøðugt í sløkkieindum í kommunalu sløkkiliðunum í kommunum við sløkkibili. Stk. 2. Frálærutíðin er 88 tímar og fevnir um hesi økini ástøðiliga og verkliga. 1. Reglur, skipan og bygnaður á skaðastaðnum o.a. 2. Brenni- og sløkkilæra 3. Sløkkiútgerð, amboð og sløkkihættir 4. Egintrygd, serligir vandar, vandamikil støð og evni 5. Bygningsverk, byggihættir, skaðaárin og eldstaðir 6. Ferðsluskaðar, flogfars- og skipseldar og bjarging 7. Dálking og skaði, ið stendst av vandamiklum evnum o.t. Stk. 3. Økini sbrt. stk. 2. fevna m.a. um hesi evni: 1. Brunalógin, kunngerðir, vegleiðingar v.m. 2. Sløkkiútgerð 3. Slanguútlegg 4. Vatnveiting 5. Pumpur 6. Arbeiði á skaðastaðnum 7. Serligir vandar á skaðastaðnum 8. Brenning 9. Sløkkihættir/atburður 10. Vatn sum sløkkievni 11. Onnur sløkkievni og hondsløkkiamboð 12. Bjarging og frígering 13. Andadráttur, andadráttsverjur og roykkaving 14. Restvirðisbjarging 15. Vandamikil evnir 16. Bygningseldar, byggihættir og ávirkan á berievnir 17. Akfars- og skorsteinseldar 18. Serligir bygningar og virkir 19. Flogfars- og skipseldar 20. Tunnilsvanlukkur 21. Eldmenning/roykgass 22. Tetti/upptøkuútgerð til oljulekar v.m., I. stig (500 litrar), II stig (3000 litrar) 23. Sálarlig ávirkan

Um umstøðurnar seta serlig førleikakrøv til sløkkiliðini, kann Brunaumsjón Landsins krevja eftirútbúgving av sløkkiliðsfólki, ið starvast undir slíkum umstøðum.

Útbúgving sum brunaumsjónarmaður hevur sum endamál, at luttakarin skal kunna virka sum dagligur fyrisitari av sløkkiliðum í kommunum, hava ræðið á skaðastaðnum, og skipa fyri venjingum og upplæring. Stk. 2. Frálærutíðin er 63 tímar og fevnir um hesi øki ástøðiliga og verkliga: 1. Lógir, kunngerðir, byggireglur, eftirlit, ábyrgdarøki o.t. 2. Reglur-, skipan-, partar- og bygnaður galdandi á skaðastaðnum 3. Bygningskunnleiki, teknisk fyribyrging og onnur útgerð 4. Dálking, vandaevni, flutningur og umhvørvismál 5. Egintrygd, serligir vandar, og serlig vandaøki 6. Skipan av sløkkiliði, -samstarvsavtalum og -venjingum Stk. 3. Økini sbrt. stk. 2. fevna m.a. um hesi evni: 1. Brunalógin, kunngerðir, brunasamtykt, vegleiðingar v.m. 2. Skaðastaðsleiðsla og samskipan 3. Dálkingartilbúgving 4. Trygdin undir arbeiðinum 5. Serligir vandar á skaðastaðnum 6. Byggihættir og ávirkan á berievnir 7. Restvirðisbjarging 8. Sálarlig árin og viðgerð 9. Sjúkrahúsverk, løgregla, vaktar- og bjargingartænasta, bjarginarfeløg, og fjølmiðlar 10. Skips- og aðrar vanlukkur á sjónum, og kavaraarbeiði 11. At fyrireika venjingar 12. Vandamikil evnir 13. Serligir bygningar og virkir 14. Tunnilsvanlukkur Stk. 4. Eru 3 ár farin, síðan luttakari hevur lokið útbúgving sbrt. § 5, skal hann taka endurtøkuskeið, ið er 44 tímar, og sum ástøðiliga og verkliga fevnir um tey evni, sum eru nevnd í § 5, stk. 2. Kapittul 4 Góðkenning, eftirlit o.a.

Kapittul 4 Góðkenning, eftirlit o.a.

Góðkendar eru útbúgvingar, sum Mentamálastýrið fyrisitur, og sum lúka tær treytir, ið henda kunngerð ásetir.

Brunaumsjón landsins hevur eftirlit við útbúgving av manningini í sløkkiliðunum

Øll sløkkiliðini skulu hava lokið útbúgving sbrt. §§ 4, 5, og 7 innan 5 ár frá tí, at henda kunngerð er komin í gildi. Stk. 2. Sløkkiliðsfólk, sum hava lokið sløkkiliðsskeið eftir 1. mai 1996, kunnu fáa hesi góðskrivaði.

Brunaumsjón Landsins kann í serligum føri loyva frávik frá § 10, stk. 1.

Brunaumsjón Landsins kann eftir umsókn góðkenna, at onnur útbúgving heilt ella partvíst kann verða góðtikin í staðin fyri útbúgving, ið er nevnd í hesi kunngerð. Kapittul 5 Útbúgvingarráð

Kapittul 5 Útbúgvingarráð

Landsstýrismaðurin í vinnumálum tilnevnir eitt útbúgvingarráð, sum hevur til endamáls at viðgera innihald og neyðugar dagføringar av útbúgvingini við støði í hesi kunngerð, og at geva landsstýrismanninum í vinnumálum sítt ummæli hesum viðvíkjandi. Stk. 2. Útbúgvingarráðið verður tilnevnt 4. hvørt ár, og kunnu limirnir verða afturvaldir.

Útbúgvingarráðið hevur 7 limir og 7 varalimir, ið verða tilnevndir av landsstýrismanninum í vinnumálum eftir tilmæli frá niðanfyri standandi stovnum, kommunum og feløgum: Brunaumsjón landsins 1 lim og 1 varalim Landsfelag Sløkkiliðsmanna 1 lim og 1 varalim Føroyskir Sløkkiliðsleiðarar 1 lim og 1 varalim, kommunur 2 limir og 2 varalimir, skeiðsveitarar 1 lim og 1 varalim og Mentamálastýrið 1 lim og 1 varalim.

Útbúgvingarráðið skipar seg sjálvt við formanni og varaformanni. Stk. 2. Vinnumálastýrið veitir ráðnum skrivara.

Skúlastjóri á sløkkiliðsskúla kann ikki vera ráðslimur. Stk. 2. Skúlastjóri kann taka lut á fundum hjá útbúgvingarráðnum, men uttan atkvøðurætt.

Formaðurin kallar ráðið saman so ofta hann heldur tað vera ynskiligt. Formaðurin skal kalla ráðið saman, tá í minsta lagi 2 ráðslimir skrivliga biðja um tað. Stk. 2. Varalimir kunnu bert luttaka á ráðsfundum, um fasti limurin hevur forfall. Stk. 3. Formaðurin kann tilkalla serkøna hjálp, til viðgerð av einstøkum málum.

Ráðið er viðtøkuført tá í minsta lagi helvtin av limunum eru á fundi. Samtyktir verða gjørdar við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum er atkvøða formansins avgerandi. Kapittul 6 Gildiskoma

Kapittul 6 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálastýrið, 17. desember 2001 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙