Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
1. oktober 2025 Nr. 150
Kunngerð um sílaveiðu og laksaveiðu
Við heimild í § 34, stk. 7 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 160 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 186 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:
§ 1 Tað er bert loyvt at nýta tráðu við húki at veiða síl ella laks á vøtnum, í áum, í løkum, á…
Tað er bert loyvt at nýta tráðu við húki at veiða síl ella laks á vøtnum, í áum, í løkum, á firðum, í sundum og upp til 30 metrar frá landi, mált frá hægstu fjøru. Stk. 2. Tað er m.a. ikki loyvt at stinga, brúka ljós, pilka ella nýta reiðskapin til at krøkja við. Stk. 3. Veiða er ólóglig, um fiskurin ikki hevur tikið húkin.
§ 2 Tað er ikki loyvt at seta gørn nærri landi enn 30 metrar, mált frá hægstu fjøru. Við áarósa skulu…
Tað er ikki loyvt at seta gørn nærri landi enn 30 metrar, mált frá hægstu fjøru. Við áarósa skulu ikki gørn setast ella nót kastast ella dragast nærri enn 100 metrar roknað frá ósamunnanum, mált frá hægstu fjøru. Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann eftir umsókn veita undantaksloyvi til veiðu av sild við gørnum og til at kasta nót eftir sild og seiði á leiðum, har slíkur veiðiháttur er vanligur.
§ 3 Tað er ikki loyvt at veiða síl ella laks í áum ella løkum frá 1. september til 30. apríl, báðir…
Tað er ikki loyvt at veiða síl ella laks í áum ella løkum frá 1. september til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir.
§ 4 Tað er ikki loyvt at veiða sjósíl ella laks, sum er undir 40 cm til longdar, mált frá tranti til…
Tað er ikki loyvt at veiða sjósíl ella laks, sum er undir 40 cm til longdar, mált frá tranti til ytsta enda av stertinum. Stk. 2. Undirmálsfiskur skal beinanvegin sleppast útaftur, um hann er livandi.
§ 5 Landsstýrisfólkið veitir eftir umsókn undantak frá ásetingunum í § 1, § 2, stk. 1 og §§ 3 og 4,…
Landsstýrisfólkið veitir eftir umsókn undantak frá ásetingunum í § 1, § 2, stk. 1 og §§ 3 og 4, tá talan er um veiðu til vísindaligt endamál.
§ 6 Brot á § 1, § 2, stk. 1 og §§ 3 og 4 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir…
Brot á § 1, § 2, stk. 1 og §§ 3 og 4 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 92 frá 26. juni 1990 um síla- og laksaveiðu. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 1. oktober 2025 Jóhan Christiansen (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.