Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. apríl 2004 Nr. 15

Kunngerð um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidýrum, sum broytt við kunngerð nr. 78 frá 11. mai 2021

Kapittul 1 Øki og allýsingar

Kapittul 2 Krøv til dýraeigara

Kapittul 3 Eftirlit

Kapittul 4 Serreglur fyri hund og kettu

Kapitul 5 Serreglur, tá hundur ella ketta verða flutt innaftur til Føroya

Kapittul 6 Gjøld

Kapittul 7 Kæra

Kapittul 8 Revsireglur

Kapittul 9 Gildiskoma

Við heimild í § 13, stk. 1, § 14, § 17, § 46, stk. 2 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) og § 1, stk. 1 í løgtingslóg nr. 58 frá 22. apríl 2003 um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø. verður ásett:

Kapittul 1

Øki og allýsingar

Kapittul 1 Øki og allýsingar

Kunngerðin snýr seg um ikki vinnuligan innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidýrum til Føroya.

Í hesi kunngerð merkir: 1) Kelidýr: smærri súgdýr (Mammalia), fuglar (Aves), skriðdýr (Reptilia), paddur (Amphibia), fiskar (Chondrichthyes og Osteichthyes) og ryggleys dýr (Invertebrata), sum verða havd til stuttleika. 2) Tænastuhundur: hundur, sum verður nýttur av løgreglumyndugleika, tollmyndugleika ella øðrum myndugleika í Føroyum. 3) Førarahundur: hundur, sum verður nýttur av blindum persóni ella persóni við niðursettari sjón. 4) Kamphundur: hundur, sum er aldur og vandur til aggressiva atferð, íroknað t.d. Pitt bull terrier, Tosa og blendingar av hesum sløgum. 5) Heilsuskjal: skjal, sum eru fylt út í tráð við fylgiskjølini 1-3 ella eitt standardpass sbr. Kommissiónsviðtøku 2003/803/EF. 6) Dýraeigari: tann, sum eigur ella flytir inn kelidýr.

Ikki er loyvt at flyta inn kelidýr, sum kunnu verða til vanda hjá dýrum ella menniskjum, t.d. orsakað av eiturbiti ella eiturstingi teirra. Stk. 2. Ikki er loyvt at flyta inn ella hava kamphundar.

Kelidýr kunnu bert verða innflutt av: 1) persóni, sum hevur fastan bústað í Føroyum ella 2) persóni, sum flytir til Føroya úr útlandinum. Stk. 2. Ikki er loyvt at flyta inn kelidýr, sum skal verða í Føroyum styttri enn tríggjar mánaðir. Stk. 3. Ikki er loyvt at taka skipshundar og onnur dýr á ikki føroyskum skipum í land í Føroyum. Leggur fremmant skip at í Føroyum, skulu slík dýr verða havd í bandi ella verða læst inni umborð, til skipið leggur frá landi aftur. Stk. 4. Ikki er loyvt at hava kelidýr við sær um Føroyar til annað land (transit). Stk. 5. Hóast ásetingarnar í stk. 1 og 2 kunnu blindir persónar ella persónar við niðursettari sjón hava førarahund við sær til Føroya í styttri ella longri tíð. Stk. 6. Hóast ásetingarnar í stk. 1 og 2 kunnu tænastufólk hava tænastuhund við sær í tænastuørindum úr øðrum londum til Føroya í styttri ella longri tíð. Stk. 7. Í serligum føri, og eftir umsókn, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva undantaksloyvi frá ásetingunum í stk. 1-4. Kapittul 2 Krøv til dýraeigara

Kapittul 2 Krøv til dýraeigara

Dýraeigari skal síggja til, at dýraflutningur fer fram í tráð við galdandi reglur um vernd av dýrum og flutning av livandi dýrum. Stk. 2. Dýraeigari skal síggja til, at eitt heilsuskjal sbr. § 2, 5. pkt., sum er undirskrivað av einum djóralækna og einum embætisdjóralækna í sendaralandinum, fylgir við innflutta dýrinum. Stk. 3. Heilsuskjalið, nevnt er í stk. 2, skal hava hesar upplýsingar um dýraeigaran og innflutta dýrið: 1) navn, bústað og telefonnummar dýraeigarans í Føroyum og 2) slag, rasu, aldur og kyn á dýrinum og, er talan um hund ella kettu, eisini ID-nummar. Stk. 4. Heilsuskjalið, nevnt er í stk. 2, skal vátta: 1) at dýrið er sunt og frískt og ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku, 2) at dýrið hevur fingið allar kravdar koppsetingar og viðgerðir fyri endo- og ektosníkum, sbr. §§ 10-13, 3) at dýrið ikki stavar frá einum dýra-flokki ella øki, har veterinerar avmarkingar eru settar í verk orsakað av smittandi dýrasjúku. Stk. 5. Heilsuskjalið, nevnt er í stk. 2, skal verða fingið til vega í fyrsta lagi 48 tímar, áðrenn ferðin úr sendaralandinum byrjar.

Tá dýrið kemur til Føroya, skal dýraeigarin sjálvboðin vísa Heislufrøðiligu stavsstovuni ella tollmyndugleikanum heilsuskjalið. Kapittul 3 Eftirlit

Kapittul 3 Eftirlit

Tolleftirlitið skal kanna, at innflutt kelidýr hevur kravt heilsuskjal við sær sbr. § 5, stk. 2-5, og skal senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni eitt avrit av skjalinum. Stk. 2. Er ivi um gildið á heilsuskjalinum ella um heilsustøðuna hjá dýrinum, ella vantar heilsuskjalið, skal Tolleftirlitið beinanvegin boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá hesum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við innflutningi av kelidýrum. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera skjala-, samleika- og/ella fysiskt eftirlit við kelidýrum, sum eru, ella ætlandi verða, innflutt til Føroya. Stk. 3. Farast skal fram eftir reglunum í stk. 4 um: 1) kelidýrið hevur tekin um sjúku, sum er nevnd í bólki A ella B í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum), 2) kelidýrið ikki hevur fullgott heilsuskjal við sær, ella 3) roynt verður at flyta kelidýrið inn uttan neyðug heilsuskjøl. Stk. 4. Í samráð við dýraeigaran ger Heilsufrøðiliga starvsstovan av, um kelidýr skal: 1) sendast aftur til sendaralandið, um so er, at veterineri myndugleikin í sendaralandinum gevir loyvi til tess, 2) setast í sóttarhald eitt tíðarskeið, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan avgerð longdina av - hetta við atliti til smittuvandan, 3) koppsetast ella viðgerast eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella 4) verða avlívað. Stk. 5. 1) Í samráð við djóraeigaran ger Heilsufrøðiliga starvsstovan av, um djór, sum ikki er loyvt at innflyta og hava, sbr. § 3, skal sendast aftur tilsendaralandið ella avlívast. Kapittul 4 Serreglur fyri hund og kettu

Kapittul 4 Serreglur fyri hund og kettu

Hundur og ketta, sum ætlanin eru at flyta til Føroya, skulu vera týðuliga eyðmerkt. Eyðmerkingin skal vera: 1) ein tatovering í oyrað ella í lærkrikan ella 2) ein mikrosendari (microchip) undir skinnið, sum lýkur ISO-standard 11784 ella fylgiskjalið til ISO-standard 11785. Stk. 2. Eyðmerkingarnummarið skal standa á heilsuskjalinum.

Hundur, sum ætlanin er at flyta til Føroya, skal vera koppsettur fyri hesum sjúkum: 1) hundaøði (Rabies), 2) hundasjúku (Canine distemper), 3) parainfluenzavirus infektion, 4) livrasótt (Infectious canine hepatitis), 5) parvovirus infektión, 6) leptospirosu.

Ketta, sum ætlanin er at flyta til Føroya, skal vera koppsett fyri hesum sjúkum: 1) hundaøði (Rabies), 2) kettusjúku (Feline panleukopenia), 3) feline viral rhinotracheitis, 4) feline calicivirusinfection.

Koppsetingarnar av hundi og kettu, sum nevndar eru í §§ 10-11, skulu vera gjørdar í seinasta lagi 1 mánað og í fyrsta lagi 12 mánaðar fyri innflutning. Stk. 2. Hundahvølpar og kettlingar skulu í minsta lagi vera 12 vikur gamlir, tá teir verða koppsettir fyrstu ferð. Hundahvølpar og kettlingar, sum bert eru koppsettir einaferð, skulu koppsetast aftur, tá teir koma til Føroya. Hundahvølpar og kettlingar skulu ikki verða fluttir inn til Føroya innan 4 vikur eftir seinastu koppseting. Stk. 3. Navn á koppingarevni, batch nr. og koppsetingardato skulu standa í heilsuskjalinum.

Hundur og ketta, sum ætlanin er at flyta til Føroya, skulu vera viðgjørd fyri endo- og ectosníkum hjá hundi og kettu. Stk. 2. Hundur og ketta, sum verða innflutt frá landi, sum ikki er lýst at vera frítt fyri eccinococcar (Echinococcus granulosus og E. multilocularis), skulu verða viðgjørd fyri hesar sníkar. Stk. 3. Viðgerðin fyri endo- og ectosníkum skal í fyrsta lagi verða gjørd 1 viku fyri innflutning. Viðgerðin fyri endo- og ectosníkum skal standa í heilsuskjalinum og eisini skulu navn á heilivági, virkin evni, skamtur og viðgerðardato standa í skjalinum.

Tænastuhundur, sum verður fluttur av tænastufólki úr útlandinum til tænastu í Føroyum, kann, hóast § 4, stk. 2, verða fluttur til Føroya. Tænastuhundurin skal tó lúka treytirnar í § 10 og §§ 12-13.

Í serligum føri, og eftir umsókn, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva loyvi til, at ikki koppsettur hundahvølpur, sum eru yngri enn 3 mánaðir gamlir, verða fluttur til Føroya, um so er at: 1) hvølpurin verður innfluttur frá staðnum, har hann er føddur, 2) hvølpurin ikki hevur havt samband við villini dýr, 3) hvølpurin lýkur treytirnar í §§ 9 og 13. Stk. 2. Er hundahvølpurin yngri enn 8 vikur gamal, skal hann fylgja við tíkini (mammu síni), sum skal lúka treytirnar í §§ 9-10 og §§ 12-13. Kapitul 5 Serreglur, tá hundur ella ketta verða flutt innaftur til Føroya

Allir hundar - tænastuhundar og førarahundar íroknaðir – og kettur, sum verða flutt úr Føroyum, sum eru burtur styttri enn 3 mánaðir, og sum ikki aftur verða innflutt úr landi ella øki, har veterinerar avmarkingar eru orsakað av smittandi dýrasjúku, kunnu, uttan mun til § 4, stk. 2, flytast innaftur til Føroya við hesum treytum: 1) hundurin/kettan skal í fyrsta lagi 48 tímar fyri fráferð hava fingið eitt heilsuskjal í tráð við fylgiskjal 3, 2) fyri fráferð skal hundurin/kettan verða ID-merkt, koppsett og viðgjørd fyri endo- og ectosníkar, so koppsetingarfreistirnar í §§ 9-10 og §§ 12-13 eru hildnar, bæði tá hundurin/kettan ferð úr Føroyum, og tá dýrið kemur aftur til Føroya, 3) hundurin/kettan skal í seinasta lagi 48 tímar, eftir at dýrið er flutt innaftur til Føroya, viðgerast fyri endo- og ectosníkar eftir ásetingini í § 13. Kapittul 6 Gjøld

Kapittul 6 Gjøld

Dýraeigari/innflytari skal sjálvur rinda allar útreiðslur í sambandi við: 1) innflutning av kelidýri, 2) djóralæknakanningar og viðgerðir í sambandi við innflutning av kelidýri, 3) at dýrini møguliga ikki fáa innflutningsloyvi ella verða send aftur, haðani tey komu. Kapittul 7 Kæra

Kapittul 7 Kæra

Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært hesi kunngerð, kann kærast til Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina. Kapittul 8 Revsireglur

Kapittul 8 Revsireglur

Við bót verður tann revsaður, sum: 1) brýtur reglurnar í § 3, § 4, stk. 1-4, §§ 5-6 og §§ 9-16, 2) ikki fylgir boðunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir § 8, stk. 4. Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur. Kapittul 9 Gildiskoma

Kapittul 9 Gildiskoma

Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 7. apríl 2004 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) Fylgiskjal 1. Heilsuskjal fyri hund og kettu, sum ætlanin er at flyta inn til Føroya · Navn og bústaður dýraeigarans í Føroyum: Navn: Bústaður: Postnummar, býur: Land: · Samleiki (identitetur) á hundinum og kettuni: Rasa: Føðingardato/aldur: Litur/liteyðkenni: Kyn: ID-nummar: · Upprunaland/sendaraland: Heilsuskjalið má í fyrsta lagi verða givið 48 tímar, áðrenn ferðin hjá hundinum ella kettuni til Føroyar byrjar. Undirritaði løggildi djóralækni vátti við hesum: 1. at áðurnevnda dýr er sunt og raskt og ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku, 2. at áðurnevnda dýr í seinasta lagi 1 mánað og í fyrsta lagi 12 mánaðar áðrenn ferðin til Føroya byrjar er koppsett við hesum koppingarevni: Dato: Koppingarevni: Batch nr.: 3. at áðurnevnda dýr er viðgjørt móti endo- og ectosníkum við hesum antisníka heilivági: Dato: Antisníka heilivágur: Skamtur: Dato: Staður: Undirskrift djóralæknans: Stempul: Undirritaði embætisdjóralækni3) vátti við hesum: 1. at áðurnevndu dýr ikki koma frá landi ella øki, har veterinerar avmarkingar eru settar í verk orsakað av smittandi dýrasjúku, 2. at áðurnevndi djóralækni er løggildur av veterinera myndugleikanum í upprunalandinum/sendaralandinum. Dato: Staður: Undirskrift embætisdjóralæknans Stempul: Fylgiskjal 2. Heilsuskjal fyri onnur kelidýr4) , sum ætlanin er at flyta inn til Føroya5) · Navn og bústaður dýraeigarans í Føroyum: Navn: Bústaður: Postnummar, býur: Land: · Samleiki (identitetur) á dýrinum: Dýraslag: Rasa: Aldur: Litur/liteyðkenni: Kyn (setið kross): Hannur: Hon: Íalt: Tal: · Upprunaland/sendaraland: Heilsuskjalið má í fyrsta lagi verða givið 48 tímar, áðrenn ferðin hjá dýrinum til Føroya byrjar. Undirritaði løggildi djóralækni vátti við hesum: 1. at áðurnevnda dýr er sunt og raskt og ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku, Dato: Staður: Underskrift djóralæknans: Stempul: Undirritaði embætisdjóralækni6) vátti við hesum: 2. at áðurnevndu dýr ikki koma frá landi ella øki, har veterinerar avmarkingar eru settar í verk orsakað av smittandi dýrasjúku, 3. at áðurnevndi djóralækni er løggildur av veterinera myndugleikanum í upprunalandinum/sendaralandinum. Dato: Staður: Undirskrift embætisdjóralæknans Stempul: Fylgiskjal 3. Heilsuskjal fyri hund og kettu, sum ætlanin er at flyta inn aftur til Føroya7) eftir § 13 í kunngerðini · Navn og bústaður dýraeigarans í Føroyum: Navn: Bústaður: Postnummar, býur: Land: · Samleiki (identitetur) á hundinum/kettuni: Rasa: Føðingardato/aldur: Litur/liteyðkenni: Kyn: ID-nummar: · Upprunaland/sendaraland: Føroyar Áðrenn dýrið byrjar ferðina: Heilsuskjalið má í fyrsta lagi verða givið 48 tímar, áðrenn ferðin hjá dýrinum úr Føroyum byrjar. Undirritaði løggildi djóralækni vátti við hesum: 1. at áðurnevnda dýr er sunt og raskt og ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku, 2. at áðurnevnda dýr í seinasta lagi lagi 1 mánað og í fyrsta lagi 12 mánaðar áðrenn ferðin til Føroya byrjar er koppsett við hesum koppingarevni: Dato: Koppingarevni: Batch nr.: 3. at áðurnevnda dýr er viðgjørt móti endo- og ectosníkum við hesum antisníka heilivági: Dato: Antisníka heilivágur: Skamtur: Dato: Stað: Undirskrift djóralæknans: Stempul: Eftir at dýrið er innafturflutt: Hunduri/kettann skal í seinasta lagi 48 tímar eftir, at dýrið er innafturflutt kannast av einum djóralækna og viðgerast móti endo- og ectosníkum. Eitt avrit av heilsuskjalinum skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Undirritaði løggildi djóralækni vátti við hesum: 1. at áðurnevnda dýr er sunt og raskt og ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku, 2. at áðurnevnda dýr hevur fingið viðgerð móti endo- og ectosníkum við hesum antisníka heilivági: Dato: Antisníka heilivágur: Skamtur: Dato: Staður: Undirskrift djóralæknans Stempul: 1) Broytt við kunngerð nr. 78 frá 11. mai 2021. 2) Heilsuskjalið skal verða víst Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella tollmyndugleikanum, tá dýrið kemur til Føroya. 3) Embætisdjóralækni: Belgia (Inspecteur Vétérinaire/Inspecteur Dierenarts); Danmark (Embedsdyrlæge); Ongland (Veterinary inspector); Finland (Kunnanelainlaakari / Laaninlaakari / Kommunalveterinar); Frakland (Vétérinaire officiel); Grikkaland (Eúionco ktnviapoc); Holland (Officieel Dierenarzt); Írland (Veterinary inspector); Island (Héraldsdýralæknir); Italia (Veterinario provincale); Luksemburg (Inspecteur veterinaire); Noreg (Distriktsveterinær); Portugal (Inspector veterinàrio); Spania (Inspector veterinario); Svøkíki (Gransveterinar / Distriktsveterinar); Sveis/Liechtenstein (Kontroltierarzt / Vétérinare de controle / Vetreinario di controllo); Týskland (Amtstierarzt); Eysturríki (Amtstierarzt). 4) Kelidýr: smærri súgdýr (Mammalia) - hundur og ketta tó undantikin - fuglar (Aves), skriðdýr (Reptilia), paddur (Amphibia), fiskar (Pisches), invertebrater (Invertebrata), sum verða hildin sum kelidýr. 5) Heilsuskjalið skal verða víst Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella Tolleftirlitinum, tá dýrið kemur til Føroya. 6) Embætisdjóralækni: Belgien (Inspecteur Vétérinaire/Inspecteur Dierenarts); Danmark (Embedsdyrlæge); England (Veterinary inspector); Finland (Kunnanelainlaakari / Laaninlaakari / Kommunalveterinar); Frankrig (Vétérinaire officiel); Grækenland (Eúionco ktnviapoc); Holland (Officieel Dierenarzt); Irland (Veterinary inspector); Island (Héraldsdýralæknir); Italien (Veterinario provincale); Luxembourg (Inspecteur veterinaire); Norge (Distriktsveterinær); Portugal (Inspector veterinàrio); Spanien (Inspector veterinario); Sverige (Gransveterinar / Distriktsveterinar); Schweiz / Liechtenstein (Kontroltierarzt / Vétérinare de controle / Vetreinario di controllo); Tyskland (Amtstierarzt); Østrig (Amtstierarzt). 7) Heilsuskjalið skal verða víst Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella tolleftirlitinum, tá dýrið kemur til Føroya aftur.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙